Ólavsøkupakkin skal ikki ordiliga takast fyri fult

Hóast hann legði stóran dent á at tað skuldi vera semja í samgonguni um ólavsøkupakkan, ásannar Jóannes Eidesgaard nú, at ymsar orðingar í honum ikki eru politiskt viðgjørdar. Kortini heldur hann, at tað er margháttligt, at summir tinglimir ikki vilja kennast við ávísar partar í pakkanum

- Politikarar eru ikki annað enn menniskju og í hesum føri haldi, at teir eru hoyknaðir undir trýstinum.

Tað heldur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum og formaður javnaðarfloksins.

Tí heldur hann, at talan fyri ein stóran part eftirrationaliseringar, tá ið tinglimir nú aftan á ikki vilja kennast við summar partar í ólavsøkupakkanum.

Tá ið ólavsøkupakkin var fyri í Løgtinginum vístu fleiri tinglimir á, at teir tóku ikki- undir við ávísum pørtum í ólavsøkupakkanum.

Tað fekk Jóannes Eidesgaard at kalla teir fyri lúripassarar, tí hann meinti, at teir skuldu havt gjørt vart við seg áður enn málið varð lagt fram.

Hann sigur, at samgongan hevur verið væl við í arbeiðnum at snikka ólavsøkupakkan til.

- Mesta arbeiðið havi eg sjálvur, Jørgin Niclasen, Kaj Leo Johannesen og Johan Dahl gjørt. Men lítla samgonga hevur eisini verið við og har eru so formenninir fyri flokkarnar á eisini við. Og at enda er Ólavsøkupakkin viðgjørdur í allari samgonguni.


Ikki ein semja

Tað er serliga parturin um eftirlønir, sum hevur vakt ans og fram og pensjónistafeløg og onnur hava harðliga átalað ætlanina, sum er kunngjørd í pakkanum um at í 2012 skal pensjónsaldurin hækka eitt hálvt ár og at longu næsta ár skal hvør króna, sum fyritíðarpensjónistar forvinna, mótroknast í pensjónini.

Hvussu ber tað so til, at tingmenn framvegis vísa ávísum pørtum í Ólavsøkupakkanum frá sær, hóast hann er viðgjørdur so nágreiniliga?

- Tað, sum stendur í Ólavsøkupakkanum um pensjónina, er tikið úr álitinum hjá embætismannabólkinum um eftirlønirnar og tað er tí ikki eitt úrslit av eini semju í samgonguni.

- Teir politikarar, sum hava verið ímóti at broyta pensjónirnar soleiðis, sum tað stendur í Ólavsøkupakkanum, eru ikki ímóti at vit fáa eina nýggja pensjónsskipan.

Annars situr ein politiskur bólkur og viðgerð málið um eina framtíðar penssjónsskipan.

Hóast Jóannes Eidesgaard skuldsetti tinglimir fyri at lúripassa, sigur hann sostatt, at orðingarnar í Ólavsøkupakkanum um pensjónina skulu ikki so takast bókstaviliga.

Men hvussu ber tað til, at tit máttu brúka fleiri mánaðir upp á pakkan, tí tit skuldu finna semju og hví stendur tað so í pakkanum, at pensjónsaldurin skal hækka eitt hálvt ár í 2012 og at fyritíðarpensjónin skal mótroknast frá fyrstu krónu, tá ið tað kortini ikki er ein semja og tá ið tinglimir kortini ikki taka undir við tí?

- Ólavsøkupakkin nevnir nøkur viðurskifti úr álitinum um nýggja eftirlønarskipan. Málið er, at vit skulu hava eina nýggja eftirlønarskipan og tað er ikki vist, at tað endar við tí, sum nú er frammi, tí tað er hetta, sum politiski bólkurin nú snikkar til.

Men skilir tú a summi halda tað er ørkymlandi, at tit skuldu brúka fleiri mánaðir upp á Ólavsøkupakkan fyri at finna semju, men tá ið tað kortini ikki er ein semja, sum stendur í pakkanum.

Til hetta sigur Jóannes Eidesgaard, at tað kanska var skeivt at áseta tøl á í sambandi við pensjónirnar, men 25 milliónir krónur er so tann upphædd, sum samgongan hevur sett sær fyri at spara á pensjónsøkinum næsta ár.

- Semjan í Ólavsøkupakkanum er, at vit skulu spara umleið 25 milliónir á pensjónsøkinum næsta ár, men ongin semja er um, hvussu vit gera tað. Og tað, sum stendur um, at pensjónsaldurin skal hækka og at tað skal mótroknast frá fyrstu krónu, er ikki annað enn úr embætismannaálitinum um eina nýggja pensjónsskipan, sigur Jóannes Eidesgaard.

Kortini fegnast hann um, at lítlar og ongar atfinningar hava verið ímóti stórum pørtum av pakkanum.

Les eisini greinina: Ikki gott fyri samgonguna