Krútt-tunnan

Við Argentina, Hollandi og Serbia & Montenegro í sama bólki, er ilt at geva nakað greitt boð um, hvørji tvey koma víðari. Lykilin til hetta  ella mangulin upp á sama  kunnu vera dystirnir móti Drogba & co, sum eisini kunnu vera vandamiklir

HM Bólkur C

Skal atlit bara takast til fortíðarinnar avrik, so er einki at ivast í, hvørjir favorittarnir í Bólki C eru. Argentina hevur tvær ferðir vunnið HM, og hóast tað nú eru 20 ár, síðani hetta hendi seinast, so er liðið støðugt at rokna í feltinum av favorittum.
Holland hevur enn ongantíð vunnið HM, men við tveimum silvurmerkjum og ævigum lyftum um vakran fótbólt, eru vónirnar til oranju-littu troyggjurnar altíð høgar.

Royndir debutantar
Sæð í mun til hesa siðvenjuna skuldu Serbia & Montenegro og Fílabeinsstrondin ikki kunnað rokna við nøkrum sum helst. Bæði tvey eru londini við í HM fyri fyrstu ferð, men tað merkir tó ikki, at talan er um glaðar amatørar.
Serstakliga er Serbia & Montenegro  ella Svartafjall, um tú vilt  eitt spennandi lið við fleiri spælarum, sum hava drúgvar altjóða royndir. At liðið eisini vann sín undankappingarbólk móti eitt nú Spania, sigur nakað nógv um styrkina, og eru úrslitini í sjálvum sær ikki nóg mikið, kann eisini hyggjast at spælarunum á liðnum. Dejan Stankovic, Mateja Kezman, Savo Milosevic og Nemenja Vidic eru alt nøvn, sum hava gjørt um seg í toppinum av fótbóltseuropa, og í dysti fyri gamla Jugoslavia hava hesir eisini gjørt um seg í landsliðshøpi. So lættir at syfta verða teir avgjørt ikki.

Underdogs við biti
Og lættir at syfta verða ivorianararnir av Fílabeinsstrondini avgjørt heldur ikki. Tvørturímóti mundi liðið undan HM verða roknað sum ein vandamikil underdog móti flestu liðum, men samansetingin av júst hesum bólkinum hevur tó helst við sær, at talan neyvan verður um nakað víðari atgongumerki.
At talan er um ein evnaríkan hóp, er tó einki at fara skeivur av. Nøvn sum Eboue og Toure (Arsenal), Manfredini (Lazio), Drogba (Chelsea) og Kalou (Paris St. German) eru at finna onkra staðni á ynskislistanum hjá flestu europeisku stórfeløgum, og leikliga góðskan er tí einki at fara skeivur av. Í Henri Michel hevur liðið hartil ein venjara við drúgvum royndum, sum eisini kennir alt til luttøku í størstu kappingunum.

Týðandi siðvenja
Fram um tey bæði mótstøðuliðini, so hava Argentina og Holland tó sína fótbóltssøgu, ið so ofta hevur víst seg sum týdningarmikla, tá stóru altjóða kappingarnar eru á skránni. Onkursvegna, so ræðir tað mótstøðuliðini, tá hesi skulu royna seg móti teimum bestu. Og onkursvegna hava lið uttan siðvenju lyndi at fáa gummibein, tá mest stendur á. Eisini hóast talan er um royndar spælarar. Hinvegin, so finnast eisini undantøk við Kroatia í 1998 sum eitt frálíkt dømi.
Men tað er tó ikki bara siðvenjan. Ein støðug uppaling av frálíkum fótbóltsspælarum hevur eisini skapt hesa siðvenju. Argentina eigur í Maradona kanska besta fótbóltsspælaran í heimssøguni, og í Johan Cruyff eigur Holland ein av teimum, sum røkkur upp um knæhædd á lítla argentinanum í so máta.
Hesir eru sjálvandi ikki longur aktivir á vøllinum. Men við monnum sum Burdisso, Sorin, Zanetti, Aimar, Riquelme, Crespo, Messi og Tevez er røðin av stjørnum óhugnalig hjá suðuramerikanunum. Og tað sigur væl eisini nakað um hópin hjá Pekerman, at hann hevur ráð at taka sosial atlit og á tann hátt halda ein mann Veron uttan fyri hópin.
Stjørnurnar í hópinum hjá Marco Van Basten og Hollandi eru kanska ikki heilt so nógvar í tali. Men við Van Eer Saar, Van Bronckhorst, Cocu, Van Bommel, Robben og Van Nistelrooy er tó eisini borgan fyri góðsku. Higartil hevur trupulleikin hjá Hollandi kanska verið, at kreftirnar sjáldan tykjast strekkja til eitt langt og strævið endaspæl, og í so máta tykist einki av krútinum at kunna sparast í innleiðandi bólkinum.