fortalt, at tær lógu miðskeiðis í Norðuratlantshavinum og høvdu smáar 50.000 íbúgvar, skemtaði hon, at so fór bókin helst at selja 50.000 eintøk í Føroyum. Hon fekk láturin fram í stóru fjøldini av tíðindafólkum [...] er vanligt í dag, men tað sigst, at ongantíð áður er ein bók útkomin á 30 málum í 100 londum í einari millión eintøkum samstundis. Mándagin seinnapartin var bókin alment løgd fram. Tað hendi í bakandi sól [...] Fjepparar í stórum tali stóðu og royndu at fáa eina mynd ella eitt orð frá megastjørnuni, og heimspressan var væl mannað á tíðindafundinum. Trygdin var í hásæti, og áðrenn vit komu fram til sjálvt fundarhølið
fólk. Hesi seinastu 5 árini, hevur sjúka fylt nógv í lívinum hjá ommu og abba. Omma gekk regluliga til kanningar og viðgerðar í Føroyum, og seinri í Danmark eisini. Abbi fekk ein stóra skurðviðgerð samstundis [...] Abbi, í tíni sorg og sakni, má Guð stuðla og hjálp tær á lívsleið tínari. Vit vilja enda hesu fátøku orð, um eina ríka ommu við bíbliuversinum, sum er undirstrikað í hennara bíbliu: "Eg orki alt í honum [...] jóladøgurðan hjá abbasystur í Leirvík 2. jóladag, men lagnan vildi annaðleiðis. Vit samlaðust ístaðin runt um hennara sjúkralegu á Landssjúkrahúsinum. 3. jóladagur verður altíð í okkara minnum ein sorgardagur
prátast ella kroka, - bæði eru lívsneyðug í Føroyum, - ikki at kunna kanst siga: "Vit hittast á Kondittarínum!", ja, onki "morgunstað" í øllum býnum, ja, uttan cafeteria í Svimjihylinum.... Alternativið verður [...] onki Kondittarí í Miðbýnum, ja, so er stutt sagt ongin Miðbýur, bara ein sokallað gongugøta, har bilar til ein og hvørja tíð hava fyrstarætt og nakrir handlar, sum tú eins væl kanst finna í sølumiðstøðini [...] vindgosin fólk á gongugøtuni, uttanífrá prátandi vinfólk, ið kanska hava hitst her hvønn einasta dag í 20 ár, ella nýliga hava hitst ella kanska hittast fyri allar fyrstu ferð, fyri síðani at fylgjast restina
tað, sum eg meti verða høvuðstrupulleikan í landbúnaðarvinnuni í dag, nevniliga at vinnan er alt ov einstáttað. Gamaní, hetta er ein gularót fyri teir bøndur í mjólkaframleiðsluni, sum eru niðurundirkomnir [...] við upplýsing um alternativar vinnuvegir. Einki er at ivast í, at tað eru aðrir vinnuvegir enn mjólkaframleiðsla, ið kunnu nýtast í Føroyum. Eitt gott dømi er Føroya Egg á Velbastað. Hvat er sum forðar [...] møguleiki at stuðla er at lata okkum í landbúnaðinum fáa peningin endurrindaðan, ið vit nýta til flutning innanoyggja. Hetta tiltak hevur verið galdandi fyri útoyggjar í fleiri ár, og er lívsneyðugt fyri
lýsingarmøguleikan. Í Danmark setir marknaðarføringslógin mørk fyri hvat lýsararnir kunnu loyva sær, men í Føroyum finst eingin marknaðarføringslóg, og eingin lóg forðar sostatt lýsarum í at senda lýsingar [...] ein fyritøka sendir eina lýsing sum SMS boð til eitt fartelefonnummar, sum kann sláast upp í telefonbókini, er í stóran mun líkt tí at senda lýsingar við postinum til hvørt húsarhald ella at ringja fólk [...] til tey, ið ikki eru í nýtslu. Eingin marknaðarføringslóg Tá tað er so ómakaleyst at senda lýsingar sum SMS boð er vandi fyri, at føroyskir fartelefonbrúkarar fara at vera undirdýktir í einkisigandi SMS boðum
samgonguflokkarnir kunngjørdu seinasta hósdag og sum leggur upp til eina fólkaatkvøðu longu í apríl. Hóast formaðurin í Tjóðveldisflokkinum eftir hesa semju hevur lagt seg á eitt ávíst áramál fyri at røkka [...] sum Tjóðveldisflokkurin má so venja seg til. Tað kann vera tað sama, hvat Høgni Hoydal sigur í viðmerking í bløðunum. Avtala er gjørd millum samgonguflokkarnar, og um hon so verður uppá seks ár ella fimtan [...] trupulleikar fáa skiftandi landsstýri frameftir av tí binding, sum liggur í fólkaatkvøðuni. Formaður Fólkafloksins vísir á, at í dag hava allir teir fýra stóru flokkarnir sítt boð uppá, hvussu vit skulu
hansara, Steve Park og Tim Wallace, ferðast nærum allan knøttin runt. Frá høvuðsstøðini í Bartlesville í statinum Oklahoma í USA gekk leiðin til Peking, har teir hátíðarhildu eitt stórt fund Phillips hevur gjørt [...] oljufeløg hyggja at í dag. Stóru fundini, sum nærum av tilvild eru gjørd stutt frá føroyska markinum, tvs. Foinaven og Schiehallion, eru í heilt øðrum jarðløgum, enn borað hevur verið í øll tey seinastu árini [...] Phillips Petroleum. Felagið er eitt av teimum meðalstóru oljufeløgunum, sum umframt at arbeiða í Amerika, Asia og í Norðsjónum, eisini vísir Atlantsmótinum og Grønlandi stóran ans. Tá Sosialurin hitti varaforsetan
Litava ásannaði landsliðsvenjarin, at ein av stóru veikleikunum í álopsspælinum hevði verið, at eingin broddur hevði verið í gjøgnumbrotunum í síðunum. Men venjarin roknar ikki við, at hetta verður nakar [...] styrkislistanum hjá FIFA. Teir hava vunnið allar dystirnar í undankappingini, og í kvøld fara teir at hátíðarhalda, at teir hava spælt seg í endaspælið. ? Fyri okkara spælarar er tað ein stór avbjóðing [...] ir seinast, og teir eru báðir við í Prag. Tað vil við øðrum orðum siga, at tólv menn eru tøkir, sum hava verið meiri ella minni fastir á liðnum hetta seinasta árið. Í dystinum ímóti Estlandi var støðan
at taka lut í Endurljóði komandi árini fer bara at vaksa. Í so máta eru Føroyar eisini eitt forkunnugt tónlistarligt og mentanarligt land at vitja og framføra, og konsertumstøðurnar her í Havn eru jú avbera [...] øllum vlkomnum í Hátún og til Endurljóð, sum er nýggjur og slóðbrótandi tónleikafestivalur, ið nógv hava glett seg til. - Vit hava júst hoyrt tónar eftir William Heinesen, heiðursborgara í Havn. William [...] tónleikurin er ein serstøk gáva til okkara. Einki er sum tónleikur, ið kann samansjóða okkum. Í sorg og í gleði. Til stuttleika og til hugna. Til at víðka horisontin og møta tí ókenda. - Hjá hvørjum einstøkum
er aftur fundur í Landsstýrinum. Løgmaður hevur kallað landsstýrismannin í innlendismálum, Kára P. Højgaard, Rúna Joensen, aðalstjóra í innlendismálaráðnum, Kurt Bardeleben, løgfrøðing í innlendismálaráðnum [...] honum tí ein kaffimunn, og teir báðir sita og práta um leyst og fast, um tíðina hjá Rúna Bro Róin í Føroyum, innan hann flutti av landinum og annað persónligt prát. Tá hinir luttakararnir so møta, verður [...] leiklut Ka Leo Holm Johannesen hevði í avtaluni, sum varð gjørd um break-fee. Hann spyr tí løgmann, um hann á nakran hátt gav CIP ta fatan, at teir skuldu fáa eina millión í endurgjaldi. - Eg gjørdi tað heilt