Vit vistu øll at tíðin var komin, at omma skuldi fara heim til Harran; men sjálvt tá eru boðini tung at fáa.
Alt sá annars ljóst út, tá hon kom heim úr Danmark fyrst í desembur, eftir drúgva viðgerð á Ríkissjúkrahúsinum. Nú skuldi ganga stutt tíð og so skuldi alt ganga sína dagligu gongd aftur við matgerð, vitjanum og sunnudagsskúla. Men soleiðis bleiv tíverri ikki. Omma kom ongantíð fyri seg aftur eftir drúgvu viðgerðina. Eftir at hon var komin heim, hevði hon verið seingjaliggjandi heima í 10 dagar, tá læknin sendið hana til Landssjúkrahúsið. Tey kønu á økinum, sóðu hvønn veg hetta bar, men ikki fyrr enn 1. jóladag gekk tað upp fyri okkum, hvussu ring støðan veruliga varð.
Vit vildu øll heldur verið samlaði til tann siðvanda jóladøgurðan hjá abbasystur í Leirvík 2. jóladag, men lagnan vildi annaðleiðis. Vit samlaðust ístaðin runt um hennara sjúkralegu á Landssjúkrahúsinum. 3. jóladagur verður altíð í okkara minnum ein sorgardagur, tí tá fór omma heim til Harran.
At omma var ein áhugaverd og kend kvinna, kann staðfestast út frá tí stóra skara, ið fylgdi henni til sín síðsta hvíldarstað her á fold. Omma var eitt menniskja, ið fylti ein ógvuliga stóran part í okkara samveru. Hon dámdi serstakliga væl at vera við í samtalum og kanska hevur onkur av okkum ilskast inná tær heldur drúgvu søgur, ið hon greiddi frá. Men nú hevði ikki verið so galið, at fingið eina søgu afturat. Abbi hevur nokk følt seg nakað settan til síðis, tá okkurt av børnunum komu á vitjan. Tí tá tey fingu vitjan, varð ein "pleygaður", sum ein kongaligur.
Eg, Jóhan, var sum smádrongur nógv á vøllinum í Klaksvík og sparkaði. Ein dagin, tá eg kom heim, var eingin inni. Eg var svangur og tann einasta loysnin eg kundi koma fram til, var, at ringja út á Skála og biðja ommu geva mær at eta. Hetta hevur omma mangan fortalt mær síðani, og hon segði seg minnast hvussu hjálparsleysa hon føldi seg tá.
Eg, Bartal, og bróður, Borgar, vóru til arbeiðis á Skála Skipasmiðu og skuldu til døgurða á Strondum. Men tá komu boð, at vegurin var stongdur. Tá var bara eitt at gera og tað var at ringja til ommu og biðja um døgurða. Hon játtaði, sjálvt um abbi bara hevði gjørt døgurða til tey bæði. Abbi mátti noyðast við at hyggja at, meðan abbasynirnir leskaði seg við haruni, hann sjálvur hevði gjørt. Hetta vísur, sum áður nevnt, at abbi við hvørt var settur til síðis tá vit komu á vitjan.
Omma var ein listakvinna í hondarbeiði. Hon seymaði, vevaði, broderaði og bant. Og tað hevur verið til stóra fragd fyri okkum øll. Tá tær hvítu topphúgvurnar gjørdist kendar á sinni, varð skjótt at allir ommusynirnir fingu hvør sína. Vit eldru av syskunabørnunum hava fingið hvør sítt teppi og pútu og tey sum høvdu áhuga fyri tí, fingu ymiskt til føroysk klæði.
Tað sigst, at fá fólk duga at verða pensionistar, men omma og abbi hava dugað sera væl at liva lívið, eftir lokið arbeiðslív. Tey ferðaðust, vóru til legur og hugnakvøld saman við øðrum, tí tað er einki loynimál, at omma dámdi væl at verða millum fólk.
Hesi seinastu 5 árini, hevur sjúka fylt nógv í lívinum hjá ommu og abba. Omma gekk regluliga til kanningar og viðgerðar í Føroyum, og seinri í Danmark eisini. Abbi fekk ein stóra skurðviðgerð samstundis, so sigast kann, at tey hava havt úr at gera, við at stuðla hvørjum øðrum gjøgnum svárar tíðir.
Nú næstan tríggir mánaðir eru síðani omma fór heim, er enn líka stórur saknur á henni. Men vit vita, at hon sum ung genta tók ímóti Jesusi og tí samstundis vann sær eitt atgongumerkið til ta æviga lívið. Hetta gevur okkum, ið eftir sita, eina vón um, at vit aftur koma at síggjast einaferð.
Abbi, í tíni sorg og sakni, má Guð stuðla og hjálp tær á lívsleið tínari.
Vit vilja enda hesu fátøku orð, um eina ríka ommu við bíbliuversinum, sum er undirstrikað í hennara bíbliu: "Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan." Fil. 4,13.
??????????????????????????????
Ommusynirnir, Bartal Danielsen
og Jóhan T. Lervig