Avtalan skal haldast

- Um nýggja ætlanin verður uppá seks ár, fimtan ár ella nakað annað, skulu bara umstøðurnar avgera sigur Óli Breckmann og vísir við hesum til ta avtalu, sum Anfinn Kallsberg skal gera við Nyrup Rasmussen. Tað verður hon, sum verður avgerandi fyri áramálið.

 

Nú hava vit roynt samráðingar við danir fýra ferðir, og tá tað ikki gav úrslit, mugu vit leggja um eitt sindur og velja ein annan tátt, men kvæðið er tað sama sigur Óli Breckmann, formaður Fólkafloksins um ta semju, sum samgongan hevur gjørt um framtíðar støðu Føroyar. Hann vísir til avtaluna, sum samgonguflokkarnir kunngjørdu seinasta hósdag og sum leggur upp til eina fólkaatkvøðu longu í apríl.

Hóast formaðurin í Tjóðveldisflokkinum eftir hesa semju hevur lagt seg á eitt ávíst áramál fyri at røkka fullveldinum, so vísir formaður Fólkafloksins til ta avtalu, sum samgonguflokkarnir hava gjørt og sum ikki ásetir nakað ávís áramál.

? Handa avtalan er gjørd, og hon skal nokk verða hildin. Hetta er so eisini nakað, sum Tjóðveldisflokkurin má so venja seg til. Tað kann vera tað sama, hvat Høgni Hoydal sigur í viðmerking í bløðunum. Avtala er gjørd millum samgonguflokkarnar, og um hon so verður uppá seks ár ella fimtan ár ella nakað annað, skulu umstøðurnar avgera sigur Óli Breckmann og vísir við hesum til ta avtalu, sum Anfinn Kallsberg fer at gera við Nyrup. Tað verður hon, sum verður avgerandi fyri áramáli.

Óli Breckmann vísir á, at bara vit fáa eitt úrslit, so eru vit øll glað líkamikið um tað byggir á fýra ár, seks ár ella fimtan ár.

? Høvuðsmálið er, at tann verkætlan, sum vit eru í gongd við, verður fullførd og eftir einum føstum formi. Sjálvur haldi eg tað er sera umráðandi, at tað, sum fer út til fólkaatkvøðu eru so runt, so átiligt og lættfatað, at vit fáa eitt so sannførandi fleirtal bæði í løgtinginum og úti millum veljararnar, at hon glíðir so væl niður sum møguligt.

Men ein slík fólkaatkvøða er eisini treytað av, hvussu avtalan millum Føroyar og Danmark verður leggur formaður Fólkafloksins aftrat.

Hann viðgongur, at tað er kanska ikki so demokratiskt, um fleirtalið verður lítið. Men er fleiritalið stórt so er tað ikki so galið. Jú breiðari ein semja er, jú meira rúmlig og minni kantutt er hon og lættari er hon at liva við hjá øllum pørtum, tá hon skal setast í verk av eftirfylgjandi stýrum.

Fólkslig binding

Uppá fyrispurning, hví tað er so umráðandi at hava eina fólkaatkvøðu, nú landsstýrið fleiri ferðir hevur víst á, at tað hevur fingið mandat frá veljaraunum sigur Óli Breckmann:

? Tað er fyri so vítt rætt, men nú eru tað fleiri enn færri, sum halda, at tað er lættari at liva við fólksligari uppbakking, ella einum mandati, um tú hvur eina samtykt í fólkinum, heldur enn at tað skal skinklast frá valskeiði til valskeið, frá samgongu til samgongu. Hevur tú eina fólksliga binding, so er kósin væl lættari og rættari at halda. Nú hava vit livað undir skiftandi umstøðum í 50 ár. Hevur tú eina fólkaatkvøðu, so hevur tú lættari at halda teg til ein leist, sum fólkið hevur skorið út saman við okkum. Og jú størri fleirtal er fyri henni, tess minni trupulleikar fáa skiftandi landsstýri frameftir av tí binding, sum liggur í fólkaatkvøðuni.

Formaður Fólkafloksins vísir á, at í dag hava allir teir fýra stóru flokkarnir sítt boð uppá, hvussu vit skulu broyta Heimastýrislógina og arbeiða ávegis móti einum sjálvstøðugum Føroyum ella í sambandsfloksins føri meira sjálvstýri. Hann roknar við, at sjálvt um Sambandsflokkurin, sum er tann mest steinrunnið flokkurin, so verða tað helst nakrir sambandsmenn, sum fara at atkvøða fyri hesum til eina fólkaatkvøðu.

Óli Breckmann heldur, at tað er rættiliga umráðandi at fáa eina avtalu við danir, áðrenn vit fara undir nakra fólkaatkvøðu, tí tað hevði givið fólkaatkvøðuni betri lóggildi. Hon hevði verið meira legitim. Tað hevði eisini verið meira at farið til fólkaatkvøðu til, um vit fyrst gjørdu eina avtalu við danir.

? Ein góð avtala við donsku stjórnina, føst og bindandi og væl skipað, verður eisini lættari at borðreiða við til eina fólkaatkvøðu, enn um vit skulu gerea eina avtalu, sum eingin mótpartur er í.

Hann sigur seg rokna við, at Tjóðveldisflokkurin eisini kennir eina ábyrgd fyri tí vit her gera. -Eg rokni við, at hann hevur stóran áhuga í at koma ávegis so nær fólkarættinum sum møguligt, og at hann tí er minst líka áhugaður sum aðrir flokkar at koma á mál, hóast vit sigla eina øðrvísi kós og longri leið, enn vit ætlaðu upprunaliga.