Eftir tapini á heimavølli ímóti Estlandi og Litava ásannaði landsliðsvenjarin, at ein av stóru veikleikunum í álopsspælinum hevði verið, at eingin broddur hevði verið í gjøgnumbrotunum í síðunum.
Men venjarin roknar ikki við, at hetta verður nakar trupulleiki hesa ferð.
? Dysturin verður heilt øðrvísi. Á heimavølli ímóti Estlandi og Litava var tað okkara lutur at vera við til at mynda spælið. Soleiðis verður tað ikki hesa ferð, tí mótstøðumenninir fara at koma við fullari ferð frá fyrsta bríksli. Vit mugu halda tørn so leingi, sum tað ber til, og eydnast tað, at halda teimum frá at skora mál fyrsta hálva tíman, so fer tað meiri at ganga fyri seg eftir okkara fyritreytum, staðfestir venjarin.
Broytingin
Landsliðsvenjarin plagar ikki at gera serliga stórar broytingar á liðnum, og tað fer hann heldur ikki at gera hesa ferð. John Petersen og Sámal Joensen vóru leikbannaðir seinast, og teir eru báðir við í Prag. Tað vil við øðrum orðum siga, at tólv menn eru tøkir, sum hava verið meiri ella minni fastir á liðnum hetta seinasta árið.
Í dystinum ímóti Estlandi var støðan tann sama, og tá varð Øssur Hansen settur út á beinkin, meðan Pól Thorsteinsson var vinstri vongverji. Soleiðis verður tað ikki hesa ferð. Pól Thorsteinsson verður vongverji í høgru, og Allan Mørkøre verður ein av trimum miðvallarunum. Higartil í ár hava John Petersen, Sámal Joensen og Julian Johnsson verið á miðvøllinum, og um Allan Mørkøre skal hava eitt av plássunum, so verður ein av hinum trimum settur útum, ella verður ein teirra fluttur aðra staðni, og so skal ein annar út um at sita.
Ein møguleiki er, at John Petersen verður fluttur longri fram á vøllin. Tað fer at hava við sær, at Uni Arge verður settur uttanfyri. Hin møguleikin ? og hann er meiri sannlíkur ? er, at Julian Johnsson ella Sámal Joensen verður settur út um. Hvør tað verður ber illa til siga, tí í verjustríðnum ímóti kekkum hevði tað verið brúk fyri teimum báðum.
At venjarin kundi hugsað sær at fingið meiri fótbóltsspæl á miðvøllin sæst á tí, sum hann hevur at siga um Fróða Benjaminsen:
? Tað harmar meg almikið, at Fróði ikki er við her í Kekkia. Hann hevur arbeitt seg alt nærri einum plássi millum teir fyrstu ellivu, og um hann hevði verið við, so hevði eg havt fleiri møguleikar á miðvøllinum, enn eg havi hesa ferð.
Flyta spælið fram
Venjarin hevur altíð lagt dent á, hvussu týdningarmikið tað er, at føroyingarnir ikki missa bóltin beinanvegin, tá teir hava fingið fatur á honum.
Um hetta skal eydnast er fyrst og fremst treytað av, hvussu tað gongst at spæla seg burtur úr kroystum støðum afturi á vøllinum. Men tað er eisini treytað av, hvussu væl tað hepnast hjá teimum fremstu at halda upp á bóltin. Seinast fingu Uni Arge og Jákup á Borg ein hálvleik í part undir liðini á Toda Jónsson. Um John Petersen ikki verður fluttur fram á vøllin, so liggur tað til, at Uni Arge fer at fáa møguleikan.
Tað líkist venjaranum lítið at gera radikalar broytingar, og tí er tað ikki serliga sannlíkt, men tað er ikki frítt, at møguleikin spøkir um, at Rógvi Jacobsen hjá KÍ skal fáa møguleikan undir liðini á Toda Jónsson, men venjarin hevur ikki givið ábendingar um hetta.
Minnið
Kekkia er næstovast á styrkislistanum hjá FIFA. Teir hava vunnið allar dystirnar í undankappingini, og í kvøld fara teir at hátíðarhalda, at teir hava spælt seg í endaspælið.
? Fyri okkara spælarar er tað ein stór avbjóðing at spæla ímóti einum liði, sum er so gott. Vit eru tað liðið, sum hevur verið tættast við at fáa stig frá teimum. Tað nyttar einki at iðra seg um tað, sum fyrifórst, tá teir vóru í Føroyum. Ta ferðina brúkti eg stór orð um mátan, sum teir vunnu uppá, og eg standi framvegis við alt tað, sum eg segði ta ferðina. Eg vóni, at hetta fer at vera við til at seta okkara spælarar eyka upp, og so fáa vit at síggja, hvussu tað fer at gangast, sigur Allan Simonsen, sum sigur seg havav tað álit á sínum monnum, at møguleikin fyri stórtapið er sera lítil.