Góðir møgu leikar fyri oljufundum við Føroyar

-Tað er sera góður møguleiki fyri, at tað verða gjørd oljufund á føroyskum øki. Hetta byggi eg ikki minst á seismisku kanningarúrslitini og annars á teir brunnar, sum vit hava borað á bretskum øki sigur varaforsetin hjá Phillips, sum hevur vitjað í Føroyum.

Hetta eru spennandi og týdningarmiklir dagar hjá bæði Føroyum og teimum stóru altjóða oljufeløgunum - nú beint undan viðgerðini á tingi av 1. útbjóðing. Millum oljufeløgini, ið bíða við spenningi og sum eisini hava stórar vónir til komandi leiting á føroyska landgrunninum er amerikanska felagið Phillips Petroleum. Felagið er eitt av teimum meðalstóru oljufeløgunum, sum umframt at arbeiða í Amerika, Asia og í Norðsjónum, eisini vísir Atlantsmótinum og Grønlandi stóran ans.

Tá Sosialurin hitti varaforsetan fyri altjóða leiting, Mike Coffelt á Hafnia mánadagin høvdu hann og tveir av starvsfeløgum hansara, Steve Park og Tim Wallace, ferðast nærum allan knøttin runt. Frá høvuðsstøðini í Bartlesville í statinum Oklahoma í USA gekk leiðin til Peking, har teir hátíðarhildu eitt stórt fund Phillips hevur gjørt saman við tí almenna kinesiska oljufelagnum. Higani gekk so leiðin beinleiðis til Føroya. -Vit síggja sjálvandi eisini fram til einaferð at kunna hátíðarhalda eitt áhugavert fund í føroyskum øki sigur Mike Coffelt, sum er ikki sørt hugtikin av tí føroyska veðurlagnum. -Eftir bert einum tíma hava vit upplivað alt frá sólskini til regn og kavasletting.


Góðar vónir

Mike Coffelt hevur annars góðar vónir um at finna olju og gass við Føroyar. Hetta byggir hann ikki minst á ta vitan teir longu hava um økini vestan fyri Hetland og tætt upp at føroyska markinum.

Phillips, sum í dag situr á fleiri áhugaverdum teigum á bretskum øki stutt frá markinum, metir økini føroysku megin markið at verða rættiliga lovandi. Mike Coffelt útilokar ikki møguleikanum fyri, at oljufelt kunnu liggja tvørtur um markið. Neyvan broytist jarðfrøðin, tá vit koma inn á føroyskt øki, bara tí eitt politiskt mark er sett millum londini.

Phillips er við í samtakinum, sum júst hevur borað ein brunn stutt frá markinum. Hesin verður nevndur Lesley, og er tað Mobil, ið stendur fyri hesum brunninum. -Vit síggja henda brunn sum ein lyklabrunn saman við øðrum brunnum við markið, og vit rokna tí við, at talan er um sera ?prospective? - áhugaverd - øki báðumegin markið.

Mike Coffelt dylur ikki fyri, at oljufeløg bíða við spenningi eftir at sleppa at bora við Føroyar, nú hetta er eitt heilt nýtt øki, har tað ikki er borað áður.

Við hesum hevur hann eisini royndirnar frá Norðsjónum í huga. Hann takkar norðmonnum fyri at hava havt útbjóðingar so javnan, men dylur ikki fyri, at nú norska stjórin lat upp fyri leiting á djúpum vatni, kendist tað sum um at byrja aftur av nýggjum og við hesum sipar hann til tíðina, tá oljuævintýrið í Norðsjónum byrjaði. Tá var tað nettupp Phillips, sum gjørdi fyrsta stóra fundið, Ecofisk, júst tá allar vónir til at finna olju vórðu við at vera uppi.

Boraðir vórðu 33 brunnar í Norðsjónum, áðrenn olja varð funnin. Mike Coffelt heldur ikki, at tað verða boraðir so nógvir brunnar, áðrenn olja verður funnin við Føroyar. -Tað verða helst nøkur turr hol, áðrenn eitt fund verður gjørt. Men menningin á boriøkinum og framkomna tøknifrøðin fer helst at minka um talið av turrum holum, áðrenn eitt fund verður gjørt.

-Eg kann bert siga, at tað er sera góður møguleiki fyri, at tað verða gjørd oljufund á føroyskum øki. Hetta byggir hann á ikki minst á framkomnu seismisku kanningarnar og annars á teir brunnar, sum teir hava borað á bretskum øki. Tað er vitanin frá hesum boringum Phillips ætlar sær at brúka á føroyaøkinum.


Ikki samanbera uttan víðari

-Men tað eru boraðir umleið 150 brunnar vestan fyri Hetland seinastu 25 árini, og higartil eru bert tvey felt, sum framleiða olju. Tá hugsað verður um, at talan er um somu jarðløgini við Føroyar, er hetta ikki vánalig ballast at hava við sær yvir á føroyskt øki, nú hol skal setast á har?

-Brunnarnir, sum vórðu boraðir vestan fyri Hetland fyrr, bygdu ikki á somu metingar og ?playconsept?, sum oljufeløg hyggja at í dag. Stóru fundini, sum nærum av tilvild eru gjørd stutt frá føroyska markinum, tvs. Foinaven og Schiehallion, eru í heilt øðrum jarðløgum, enn borað hevur verið í øll tey seinastu árini vestan fyri Hetland.

Nettupp hesi bæði fundini hava latið upp fyri heilt nýggjum møguleikum, ikki minst á føroyskum øki.