Í hesi vikuni hava at kalla allir føroyskir fartelefonfelagar fingið eini SMS boð, har ein konsertfyrireikari lýsir við, hvar atgongumerki til konsertina kunnu keypast, og hvussu nógv tey kosta.
Og undan býráðsvalinum fingu mong eisini SMS boð við áheitan frá einum valevni í Havn um at velja seg.
Men hetta higartil heldur sjáldsama fyribrigdi kann fara at vinda skjótt upp á seg, og hesin hátturin at marknaðarføra seg kann gerast ein rættilig plága fyri føroyskar fartelefonfelagar, um hann gerst meira vanligur.
Men framferðarhátturin er fult lógligur og eingin føroysk lóg so mikið sum avmarkar møguleikan hjá lýsarum at senda SMS boð til fólk.
Ókeypis hjá lýsaranum
At ein fyritøka sendir eina lýsing sum SMS boð til eitt fartelefonnummar, sum kann sláast upp í telefonbókini, er í stóran mun líkt tí at senda lýsingar við postinum til hvørt húsarhald ella at ringja fólk upp. Tí er einki sum beinleiðis forðar hesum.
Men munurin er, at meðan tað er orkukrevjandi og kostnaðarmikið at ringja til fólk ella gera lýsingarbløð og bera tey í hvørt hús, nýtist tað ikki at taka einum lýsara meira enn ein lítlan tíma at senda SMS boð til allar føroyskar fartelefonfelagar. Og harafturat kostar tað ikki lýsaranum eina krónu at marknaðarføra seg á hendan hátt. Tað einasta í krevst eitt eitt lítið sindur av tekniskum kunnleika.
Eisini til loynilig nummur
Umleið triðjihvør føroyingur hevur fartelefon, og tað ber sostatt einum lýsara til at senda lýsingar til ein triðjing av føroyska fólkinum uttan at brúka so mikið sum eina krónu.
Líknandi marknaðarføring hevur leingi borið til ígjøgnum e-mail. Men tá krevst at lýsarin hevur adressurnar hjá viðskiftafólkunum, og tí krevur tað ikki so lítið av arbeiðsorku frá eini fyritøku, um hon ætlar at senda lýsingar út til til dømis ein triðjing av føroyska fólkinum.
Tá er nógv lættari at senda SMS boð. Tá er ikki neyðugt at kenna nøkur telefonnummur. At senda eini boð ígjøgnum internetið til eina fartelefon gerst við at brúka eitt e-post forrit. Er nummarið, tú ætlar at senda til til dømis 253488, so ber til at senda e-post til adressuna 253488@gsm.fo. Hesi boðini koma síðan til fartelefonina sum SMS boð.
Øll privat føroysk fartelefonnummur byrja við tølunum 21, 22 ella 25, og tí kann lýsarin fara systematiskt til verka og senda boð til 210000@gsm.fo, 210001@gsm.fo, 210002@gsm.fo og so framvegis.
Ómakaleyst
Hetta kann tykjast eit sindur møtumikið, tí tað finnast tredivu túsund nummur, ið annahvørt hava byrjunartal 21, 22 ella 25. Men tað er tað ikki. Á internetinum ber nevniliga til at finna forrit, ið gera ein lista av e-post adressum útfrá einum intervalli av telefonnumrum.
Í hesi einføldu forrit skal brúkarin bert skriva, hvat interval av telefonnumrum skulu gerast til e-post adressur. Skrivar brúkarin so intervallið frá 210000 til 219999, ger forritið ein sokallaðan »mailinglista« við teimum tíggjutúsund e-post adressunum, ið kunnu gerast burturúr numrunum.
Lýsarin kann so skriva eini boð. Til dømis at »Hesa vikuna kostar høsnarungi bara 19 krónur« og senda tey í einum til øll tey tíggjutúsund fartelefonnumrini, ið hava byrjunartalið 21.
Tað hjálpir soleiðis ikki at hava loyniligt nummar á fartelefonini, tí boðini verða send til øll nummur. Eisini til tey, ið ikki eru í nýtslu.
Eingin marknaðarføringslóg
Tá tað er so ómakaleyst at senda lýsingar sum SMS boð er vandi fyri, at føroyskir fartelefonbrúkarar fara at vera undirdýktir í einkisigandi SMS boðum, so hvørt sum fleiri fyritøkur gerast varugar við nýggja lýsingarmøguleikan.
Í Danmark setir marknaðarføringslógin mørk fyri hvat lýsararnir kunnu loyva sær, men í Føroyum finst eingin marknaðarføringslóg, og eingin lóg forðar sostatt lýsarum í at senda lýsingar sum SMS boð til fartelefonfelagar
Jógvan Thomsen, stjóri á Fjarskiftiseftrilitinum, kallar lýsingar sum SMS boð fyri eitt sera ivasamt slag av marknaðarføring.
? Einki juridiskt liggur til hindurs fyri hesum slagi av marknaðarføring, men tað stríðir ímóti teirri grundhugsjón, sum kemur fram í til dømis teirri donsku marknaðarføringslógini, um at fólk skulu hava møguleika at siga nei takk til at fáa lýsingar, sigur Jógvan Thomsen.
Tað bar okkum ikki til at fáa eina viðmerking frá Føroya Tele, áðrenn blaðið fór til prentingar.
Føroya Tele er høvuðsstuðul hjá tiltakinum, sum lýst hevur verið fyri við SMS boðum farnu vikuna.