Kári P. Højgaard gjørdi avtaluna

Løgmaður heldur fast við, at tað var landsstýrismaðurin sum gjørdi avtaluna við CIP um break-fee.

27. juni er aftur fundur í Landsstýrinum. Løgmaður hevur kallað landsstýrismannin í innlendismálum, Kára P. Højgaard, Rúna Joensen, aðalstjóra í innlendismálaráðnum, Kurt Bardeleben, løgfrøðing í innlendismálaráðnum, umframt Rúna Bro Joensen, umboð fyri CIP, og ein ónevndan løgfrøðing fyri CIP, til fundar.

 

Jens Wang spyr løgmann, hví løgmaður og Rúni Bro Róin høvdu ein fund tveireinir, innan hinir luttakararnir møttu. Løgmaður vísir aftur, at teir báðir høvdu ein fund, men greiðir frá, at Rúni Bro Róin møtti á skrivstovuni nakað væl innan, at fundurin skuldi byrja. Kaj Leo Holm Johannesen bjóðar honum tí ein kaffimunn, og teir báðir sita og práta um leyst og fast, um tíðina hjá Rúna Bro Róin í Føroyum, innan hann flutti av landinum og annað persónligt prát. Tá hinir luttakararnir so møta, verður fundurin settur.

 

Løgmaður greiðir frá, at hesin fundurin hevur sama endamál, sum fundurin við Rúna Bro Róin dagin fyri, nevniliga at greiða CIP frá politiska landslagnum, og hví neyðugt var, at leggja Skálafjarðartunnilin fyri Løgtingið aftur.

 

Tað er á hesum fundinum, at málið um break-fee skal vera reist. Jens Wang spyr løgmann, um hann minnist, hvørt ein spurningur um break-fee varð reistur á hesum fundinum.

- Rúni Bro Róin nevnir, at CIP hava nýtt eini 12 til 18 milliónir krónur higartil í tilgongdini, og spyr, um tað ikki er rímiligt, at teir fáa eitt endurgjald fyri hesa upphædd. Á hesum fundinum var alla tíðina talan um eitt endurgjald. Break-fee sum hugtak varð ikki nýtt fyrr enn seinni, sigur løgmaður.

 

- Rúni Bro Róin vil hava meg, at skriva undir eina tílíka avtalu, men eg segði, at tað kemur als ikki upp á tal. Eg kundi ikki funnið upp á tað. Um nøkur avtala skal gerast, so er tað landsstýrismaðurin, sum skal gera hana. Hetta vátta bæði aðalstjórin og løgfrøðingurin hjá innlendismálaráðnum, sigur løgmaður.

 

Løgmaður heldur fast við, at hansara leiklutur var einans, at greiða frá, hví málið mátti leggjast fyri Løgtingið aftur. Allar samráðingar vóru enn í hondunum á landsstýrismanninum, Kára P. Højgaard, og tí vildi løgmaður ikki gera nakra avtalu við CIP, men vísti til landsstýrismannin.

 

Jens Wang spyr, um nøkur munnlig avtala var gjørd teirra millum á hesum fundinum. Nei, sigur løgmaður.

- Eftir fundin fóru hinir fundarluttakararnir yvir í Innlendismálaráðið, og har varð ein avtala gjørd, sigur løgmaður, men staðfestir, at hann var ikki sjálvur á fundinum.

 

Jens Wang: Var nøkur upphædd nevnd á fundinum?
- Fyrst vóru 10 milliónir nevndar, síðani var 1 millión nevnd. Kári P. Højgaard spurdi Rúna Joensen, aðalstjóra, um fígging var, til at gjalda nakað endurgjald. Rúni Joensen játtar, og sigur, at lítið og einki er nýtt av teimum seks milliónunum, sum Løgtingið hevur játtað til verkætlanina.

 

Jens Wang er upptikin av, at fáa greiðu á, hvussu stóran leiklut Ka Leo Holm Johannesen hevði í avtaluni, sum varð gjørd um break-fee. Hann spyr tí løgmann, um hann á nakran hátt gav CIP ta fatan, at teir skuldu fáa eina millión í endurgjaldi.

- Eg gjørdi tað heilt greitt fyri Rúna Bro Róin, at eg einans var har fyri at kunna um politiska landslagið, og at allar samráðingar skuldu gerast við Kára P. Højgaard. Hvat teir væntaðu at fáa burtur úr samráðingunum í innlendismálaráðnum, eftir at teir fóru av Løgmansskrivstovuni, veit eg einki um.

 

Løgmaður heldur fast við, at tað var innlendismálaráðið, við Kára P. Højgaard, landsstýrismanni á odda, sum stóð fyri samráðingunum við CIP. Hann vísir á, at Rúni Joensen, fyrrverandi aðalstjóri á innlendismálaráðnum, skrivtliga hevur váttað, í svari til Gunvør Balle, tingkvinnu, at tað var Kári P. Højgaard, ið gjørdi avtaluna. Løgmaður vísir eisini á, at Kári P. Højgaard sjálvur hevur váttað fyri Rættarnevndini, at tað var hann, sum gjørdi avtaluna.

 

Hetta stendur í andsøgn við tað, sum Rúni Joensen, fyrrverandi aðalstjóri hevur greitt kanningarleiðaranum frá áður. Jens Wang vísir á frágreiðingina frá aðalstjóranum, har hann sigur, at tað de facto var løgmaður, ið gjørdi avtaluna við CIP. Løgmaður er, sum vera man, púra ósamdur.

- Á fundinum gjørdi eg heilt greitt, at tað var innlendismálaráðið, sum førdi samráðingarnar, og at um nøkur avtala skuldi gerast um endurgjald, so var tað landsstýrismaðurin, sum skuldi gera hana. Hesum váttaðu bæði Rúni Joensen, aðalstjóri, og Kurt Bardeleben, løgfrøðingur. Øll fýra føroysku umboðini á fundinum vóru sostatt samd um, at tað var Kári P. Højgaard, ið skuldi samráðast við CIP um eitt møguligt endurgjald.