ikki, at teir, sum tosa so nógv um sjálvstýri, ikki hava viljað farið til verka í Stjórnmálanevndini. Tað er ongantíð ov skjótt at fáa hetta arbeiðið byrjað. Atli Dam heldur ikki, at vit eiga at vera blind [...] sum halda, at tað var ein so góð undirgrundaravtala, sum m.a. Atli Dam kom heim við í 1992. Hvat hevur Atli Dam tí at siga til tær atfinningar, sum hava verið móti undirgrundaravtaluni: at tað hann kom [...] Tí ber tað væl til at stýra sær sjálvum sum ein tjóð á jøvnum føti við danir, hóast tú hevur ein ríkisfelagsskap. Atli Dam heldur tí ikki, at útlendsk oljufeløg hava nakra orsøk til at bera ótta fyri tí
um at gera broytingar í løgtingslógini um fólkaskúlar. Í viðmerkingunum sigur uppskotsstillarin, at fyri sløkum ári síðani var nýggja fólkaskúlalógin samtykt, og tá vísti Tjóðveldisflokkurin á, at uppskotið [...] óheppin gongd og verður tí mælt til í hesum uppskoti at fremja broytingar í fólkaskúlalógini, ið bera í sær, at hetta verður tikið úr lógini, og at skúlanevndirnar verða valdar eins og tær vóru, áðrenn [...] uppskotið, ið landsstýrið legði fyri tingið, var so at siga beinleiðis umsett úr teirri donsku lógini, og lítið og einki varð hugt at øðrum tilsvarandi lógum í øðrum londum, ið kundi verið hóskiligari til
støðum. Tó væntar Petur Skeel, at vindurin fer at halda á til sunnudagin. Hann sigur, at vit kunnu vænta skrið til storm í dag og í morgin. Síðani væntar hann, at vindurin fer at minka niður í hvassan vind [...] mikið ringt í gjáramorgunin, at ein altanhurð í einum húsum reyk upp og gardinurnar fóru á flog. Ikki so ógvusligt Veðurmaðurin hjá Sosialinum, Petur Skeel Jacobsen, heldur ikki, at hettar illveðrið verður [...] ella skrið til sunnudagin ella mánadagin, tá broyting aftur fer at koma í veðrið. Vanligt vetrarlágtrýst Petur Skeel Jacobsen sigur, at orsøkin til illveðrið hesa vikuna er eitt vanligt vetrarlágtrýst
sigur Joannes Eidesgaard, at hann m.a. var hetta, at hava føroyingar kvett við ríkisfelagsskapin einaferð, so vendist ikki aftur. Eisini var boðskapurin tann, at føroyingar eiga at tryggja sær ein breiðan [...] var kanska tað besta í taluni, at hann so týðuliga kundi siga, at uppskotið hjá javnaðarflokkinum til framtíðar støðu Føroya er eitt realistiskt uppskot, sum ber til at gjøgnumføra. Ole Stavad hevur við [...] við røðu síni boðað frá, at okkara uppskot er realistiskt. Hinvegin sigur hann eisini, at í tí ætlan, sum samgongan og landsstýrið hava sett sær fyri at gjøgnumføra, eru bygdir inn nakrir forútsetningar
sambandi vísir hann á, at hann einki hevur frætt frá Løgtinginum enn. Lækka gjøldini 1. juni hevur Føroya Tele ætlanir um at lækka gjøldini fyri telefonsamrøður. Í fyrstu atløgu er talan um at lækka gjaldið fyri [...] eisini at lækka, og tá er í høvuðsheitum talan um at lækka minuttgjaldið fyri nútslu av GSM telefonum. Hóast minuttgjaldið fyri samrøður gjøgnum GSM tele fon verður lægri, merkir hetta ikki, at allar samrøður [...] neyðugt at tosa leingi í telefon, tí eitt fast gjald verður ásett fyri hvørja ferð ein ringir við einari GSM fartelefon. Andras Róin sigur, at miðað verður eftir størri nýtslu, nú gjøldini lækka. At enda
grundgeving, at tað ikki er rætt av nevndini at veita eykajáttanir - tí slíkar skula fyrst fyri tingið - og so er tað eisini eitt tekin við fremstafingri til landsstýrismenn og stovnsleiðarar um at halda seg [...] játtanirnar. TAÐ er eisini í fínasta lagið. Tað er gott at hava prinsipp, men tað er kortini ikki rætt at halda fast um prinsippið bara fyri at halda prinsippið. Grundgevingarnar skulu vera í lagi. TAÐ [...] TAÐ ber ikki til hjá okkum at taka dagar í millum, um tað er fíggjarligt ábyrgdarloysi ella eitt hendiligt óhapp, at sjónvarpið er komið soleiðis fyri, sum tað er. Sagt verður, at eydnuspælið hevur givið
. Vit halda, at tingmannaarbeiðið eigur at verða meira virt og harvið eisini betri lønt, men lønirnar áttu ikki at hækkað júst nú. AT ein partur av limunum í Starvsmannafelagnum - teir, sum arbeiða í almenna [...] meirilutan av partapeninginum, tvs. at landsstýrið umvegis sínar nevndarlimir átti at kunnað ávirkað eina lønarsamráðing. Ein skuldi trúð, at eigarin kann tryggja sær, at nevndin fylgir tí, sum eigarin/l [...] loksins at halda aftur yvirfyri øllum hinum á arbeiðsmarknaðinum. Tað vit síggja er , at tjóðveldisflokkurin, ið sigur seg vera verkamannaflokk, í roynd og veru roynir at forða løntakarum í at fáa eina
vísti á, at í hesari undankappingini var tað bara ímóti Jugoslavia á Toftum, at liðið dumpaði. ? Spaniólar góvu seg hundrað prosent alla tíðina, men okkara megnaðu at standa ímóti alla tíðina. At teir gjørdu [...] vísti hann teimum forsíðuna og umsetti, at har stóð ?hvussu nógv fara vit at vinna?. ? Hetta vilja vit ikki finna okkum í, segði venjarin, og tað var týðuligt, at hetta setti eld í spælararnar. Væl skipað [...] Barcelona spælaran sum meyrur, eftir at stríðið í ketlinum í Gijón var lokið. Dagarnar frammanundan hevði spanska pressan bara tosað um, hvussu stórur heimasigurin fór at vera. Allan Simonsen dugir spanskt
200 fermetrar. Leingi varð tosað um at byggja nýtt sjónvarpshús, men tað varð mett bæði at kosta ov nógv og at gerast ov drúgt at byggja eftir. Í staðin varð avgjørt at verða verandi í M. A. Winthersgøtu [...] hølisviðurskiftini. Góðar umstøður eru treytin fyri at gera rímiligt sjónvarp, og ikki fyrr en nú ber til at siga, at umstøðurnar eru so góðar, at til ber at leggja ætlanir fyri framtíðina, sigur hann. [...] fáast við at gera skránna, skulu eisini húsast her. Hetta húsið skal verða liðugt 1. mai næsta ár. Sama dag fekk sjónvarpið eisini nýtt studio, upptøkurúm, sum er liðugt at gera, men nú er eftir at fylla út
bar ikki til longur at bíða og vita, hvat landsstýrið ætlaði við einum nýggjum vaktar- og bjargingarskipi. ? Eg fari at takka sambandsmonnum fyri, at teir als ikki hava tikið orðið undir viðgerðini, tí [...] segði Henrik Old, eftir at framsøgumenn fyri nakrar flokkar høvdu havt orðið. Hann helt tað ikki líkjast nøkrum, at sambandsmenn misnýttu málið um vaktar- og bjarginarskip og fyri at hevna seg inn á John [...] av málsøkinum, fegnaðist týðuliga um, at eitt uppskot nú varð lagt fram av andstøðuni, tá samgongan ikki kundi semjast. Hann vísti á, at tað er nógv skilabetri at byggja nýtt skip, tí Tjaldrið er longu