Frálæran í donskum byrja í 4. flokki

Og undir 1. vigerð av uppskotinum ætlar Signar á Brúnni at gera meiri burtur úr kanningunum, sum gjørdar eru í Føroyum, sum vísa, at næmingar, sum byrja undirvísingina í donskum í 4. flokki eru mangan dugnaligari enn teir, sum byrja í 3. flokki

Signar á Brúnni hevur fyri Tjóðveldisflokkin lagt uppskot fram á ting um at gera broytingar í løgtingslógini um fólkaskúlar.

Í viðmerkingunum sigur uppskotsstillarin, at fyri sløkum ári síðani var nýggja fólkaskúlalógin samtykt, og tá vísti Tjóðveldisflokkurin á, at uppskotið, ið landsstýrið legði fyri tingið, var so at siga beinleiðis umsett úr teirri donsku lógini, og lítið og einki varð hugt at øðrum tilsvarandi lógum í øðrum londum, ið kundi verið hóskiligari til okkara skúla.


Fylgir ikki meirilutanum

? Nógv hevur verið kjakast um, nær farið skal verða undir at veita frálæru í donskum í fólkaskúlanum. Ráðleggingarnevndin, ið hevur gjørt álitið um nýggja fólkaskúlalóg, hevur somuleiðis viðgjørt henda spurning. Meirilutin 4 av 7, mælir til, at frálæra í donskum byrjar ikki fyrrenn í 4. flokki heldur enn í 3. flokki, sum nú er.

? Fyri mongum tykist tað løgið, at landsstýrismaðurin í skúlamálum ikki fylgir meirilutanum í ráðleggingarnevndini, men heldur velur at fylgja minnilutanum, sigur Signar á Brúnni í viðmerkingunum til uppskotið.

Og hann mælir til at broyta fólkaskúlalógina soleiðis, at fólkaskúlanæmingar byrja frálæru í donskum í 4. flokki ístaðin fyri sum nú er í 3. flokki, samstundis sum lærugreinin føroyskt verður styrkt samsvarandi í føroyskum í 3. flokki.


Kommunustýrini ávirkan

Og hann vísir eisini á í viðmerkingunum, at tá lógin varð viðgjørd í seinastu tingsetu, vórðu onkrar broytingar gjørdar til tað verra, m.a. samtykti løgtingið eftir uppskoti meirilutans í mentanarnevndini, at partar av skúlanevndarlimum í landinum skulu verða valdir av kommununum.

? Hetta ber í sær, at í fleiri førum fær kommunustýrið ávirkan í tveimum førum, fyrst í skúlanevndini, síðan tá málið skal viðgerast av kommunustýrunum.

? Og tað er ein óheppin gongd og verður tí mælt til í hesum uppskoti at fremja broytingar í fólkaskúlalógini, ið bera í sær, at hetta verður tikið úr lógini, og at skúlanevndirnar verða valdar eins og tær vóru, áðrenn nýggja fólkaskúlalógin varð samtykt, sigur Signar á Brúnni í viðmerkingunum til uppskotið.