Rættin til undirgrund-ina eiga vit

Atli Dam, fyrrverandi løgmaður ivast ikki í, at vit føroyingar eiga rættin til undirgrundina men fyri at allur ivi skal vera burtur eiga vit at fáa eina sjálvstýrislóg

Tað eru ikki øll, sum halda, at tað var ein so góð undirgrundaravtala, sum m.a. Atli Dam kom heim við í 1992. Hvat hevur Atli Dam tí at siga til tær atfinningar, sum hava verið móti undirgrundaravtaluni: at tað hann kom heim við í veruleikanum var ein veinkjaskerdur fuglur!

-Hasum eri eg ikki samdur í. Hóast summir halda teoretiskt, at Heimastýrislógin kann setast úr gildi av fólkatinginum einsamøllum, so er hetta ikki rætt. Vit vita, at spurningar sum ognarrættur og Højhedsrættur eru hugtøk uttan veruligt innihald, men til tess at sleppa undan framhaldandi tjaki og misskiljingum um hetta, er hesin spurningurin nakað, sum sjálvandi skal byggjast inn í eina sjálvstýrislóg, ið avloysir Heimastýrislógina. Og tá hon fer úr gildi er tjakið um heimildirnar sambært henni lokið. Tí ber tað væl til at stýra sær sjálvum sum ein tjóð á jøvnum føti við danir, hóast tú hevur ein ríkisfelagsskap.

Atli Dam heldur tí ikki, at útlendsk oljufeløg hava nakra orsøk til at bera ótta fyri tí, sum er komið fram um, at vit ikki eiga rættin til undirgrundina.

-Rætturin til at umsita tilfeingið eiga vit sambært hesi avtalu, eisini rættin til inntøkur og útreiðslur. Hetta kann ikki broytast av fólkatinginum og als ikki tá sjálvstýrislógin er fingin til høldar. Tí skilji eg ikki, at teir, sum tosa so nógv um sjálvstýri, ikki hava viljað farið til verka í Stjórnmálanevndini. Tað er ongantíð ov skjótt at fáa hetta arbeiðið byrjað.

Atli Dam heldur ikki, at vit eiga at vera blind fyri, at vandin við at stjórnin í eini avtalu um búskaparlig viðurskifti nærum kundi seta Heimastýrislógina úr gildi, ikki er burtur enn.

-Hann má og kann bert og best fáast burtur við eini sjálvstýrislóg. Vit hildu okkum vera væl vard skattaborgarans vegna, av tí meginparturin av skuldini var privat, men við eini handavending var hon koppað inn í landskassan. Nettup tí okkum tørvarði tey neyðugu stýringsamboðini, sum ein sjálvstýrislóg skal hava, eitt nú fíggjareftirlit.