Øll árini, síðan sjónvarpið varð sett á stovn, hava sjónvarpsleiðslurnar gramt seg um, at tað hevur verið ov trongligt og óarbeiðsligt.
Men beint nú í hvussu er gremur Tróndur Djurhuus, sjónvarpsstjóri, seg ikki.
Harvið er ikki sagt, at umstøðurnar eru fullkomnar, og sjónvarpið ikki kundi ynskt sær okkurt aftrat, men seinastu árini hevur sjónvarpið fingið betri høli, og í næstum fáa tey meira aftrat.
Í síðstu viku var ein uppíbygningur, sum vendir móti J. C. Scrøtersgøtu reistur. Hesin bygningur er í trimum hæddum, hvør 140 fermetrar. Í hesum bygningi skal verða nýggja tøknin, sum hevur beinleiðis samband við hyggjaran og móttøkutólini til tað, sum tikið verður niður frá fylgisveini. Øll, sum fáast við at gera skránna, skulu eisini húsast her.
Hetta húsið skal verða liðugt 1. mai næsta ár.
Sama dag fekk sjónvarpið eisini nýtt studio, upptøkurúm, sum er liðugt at gera, men nú er eftir at fylla út. Uptøkurúmið er umleið 200 fermetrar.
Leingi varð tosað um at byggja nýtt sjónvarpshús, men tað varð mett bæði at kosta ov nógv og at gerast ov drúgt at byggja eftir.
Í staðin varð avgjørt at verða verandi í M. A. Winthersgøtu og byggja út har.
Sjónvarpið hevur alla tíðina ligið framvið og hevur keypt gannahús. Nýliga hevur sjónvarpið keypt eini eldri grannahús, beint upp at sjónvarpinum, og tey verða nú innrættað. Har skulu m.a. gerast barna- og ungdómssendingar, og verkstaðurin hjá sjónvarpinum fær somuleiðis innvist í hesum húsinum.
Annars ætlar sjónvarpið eisini at leiga eitt stórt hús, sum apoteksverkið eigur. Tað liggur so væl fyri, beint við nýggja upptøkuhølið. Tað er serliga stora goymsluhøllin í hesum húsinum, sum hevur sjónvarpsins áhuga, tí alt, sum hoyrir einum upptøkuhøli til, rúmast ikki ini í senn.
Tróndur Djurhuus er fegi um bøttu hølisviðurskiftini. Góðar umstøður eru treytin fyri at gera rímiligt sjónvarp, og ikki fyrr en nú ber til at siga, at umstøðurnar eru so góðar, at til ber at leggja ætlanir fyri framtíðina, sigur hann.