Føroya Tele hevur keypt gamla byginingin hjá Phil & Søn í Hoyvík, og ætlanin er, at meginparturin av virksemi felagsins einaferð í framtíðini skal miðsavnast í og kring hendan bygningin. Við í keypinum er nevniliga eitt stórt øki kring bygningin og ein bilverkstaður nærhendis. Tískil heldur stjórin í Føroya Tele, Andras Róin, at góðir møguleikar eru at savna felagið á hesum øki.
Løgtingshúsið
Í ætlanini um nýtt løgtingshús, verður núverandi bygningur hjá Føroya Tele við Tinghúsvegin ein partur av nýggja løgtingshúsinum, og tí hevur verið neyðugt hjá partafelagnum at leita sær eftir nýggjum umsitingarbygningi.
Harafturat hevur stórur partur av virkseminum hjá Føroya Tele leingi ligið spjatt í fleiri óhóskandi bygningum kring Havnina, og tí er avgerð nú tikin um at savna alt á einum stað, nevniliga í Hoyvík.
Andras Róin, stjóri í Føroya Tele, sigur seg ikki kunna siga, nær flutt verður til Hoyvíkar. Hetta er enn ikki endaliga avgjørt. Hann sigur, at avgerðin nær flutt verður partvís er tengd av, nær Løg tingið fær brúk fyri bygninginum við Tinghúsvegin. Í hesum sambandi vísir hann á, at hann einki hevur frætt frá Løgtinginum enn.
Lækka gjøldini
1. juni hevur Føroya Tele ætlanir um at lækka gjøldini fyri telefonsamrøður. Í fyrstu atløgu er talan um at lækka gjaldið fyri nýtslu av vanligari fastnettelefon við 21 prosentum. Seinni, helst einaferð í heyst, fara gjøldini fyri samrøður gjøgnum fartelefon eisini at lækka, og tá er í høvuðsheitum talan um at lækka minuttgjaldið fyri nútslu av GSM telefonum.
Hóast minuttgjaldið fyri samrøður gjøgnum GSM tele fon verður lægri, merkir hetta ikki, at allar samrøður verða bíligari. Nei, um ein skal spara, er neyðugt at tosa leingi í telefon, tí eitt fast gjald verður ásett fyri hvørja ferð ein ringir við einari GSM fartelefon.
Andras Róin sigur, at miðað verður eftir størri nýtslu, nú gjøldini lækka.
At enda sigur stjórin í Føroya Tele, at hann ikki kennir seg hóttan, nú aðrar fyritøkur eisini fáa loyvi at arbeiða við fjarskifti. Hetta, sigur hann, Føroya Tele leingi hevur fyrireikað seg til.








