Jóannes Eidesgaard:? Mugu hava breiðan politiskan og fólkaligan meiriluta aftanfyri broytingarnar

-

Jan Muller

Skopun


-Talan hjá Ole Stavad var rættiliga kontant og bersøgin. Eg meti hana sum eina kraftiga politkiska útmelding frá danska javnaðarflokkinum, um hvussu teir síggja uppá viðurskiftini í Føroyum sigur Jóannes Eidesgaard formaður í javnaðarflokkinum í eini viðmerking til røðuna, sum Ole Stavad, næstformaður í danska javnaðarflokkinum helt á landsfundinum javnaðarfloksins í Skopun í dag.

-Fyri okkum í javnaðarflokkinum var kanska tað besta í taluni, at hann so týðuliga kundi siga, at uppskotið hjá javnaðarflokkinum til framtíðar støðu Føroya er eitt realistiskt uppskot, sum ber til at gjøgnumføra. Ole Stavad hevur við røðu síni boðað frá, at okkara uppskot er realistiskt. Hinvegin sigur hann eisini, at í tí ætlan, sum samgongan og landsstýrið hava sett sær fyri at gjøgnumføra, eru bygdir inn nakrir forútsetningar, sum ikki hava undirtøku millum danskar politikarar.

Formaður javnaðarfloksins roknar við, at av tí at innihaldið í røðuni hjá Ole Stavad er so mikið ítøkiligt, kann tað koma at ávirka orðaskiftið í Føroyum. Her vísir hann m.a. til tað, sum Ole Stavad segði um støðuna hjá danska vinstraflokkinum, har hesin hevur sagt frfá, at ein skiftistíð uppá 15 til 20 ár er órealistisk.

-Harvið hevur hann í veruleikanum hálað teppið undan øllum búskaparpartinum í Hvítubók. Skulu vit til at hava eina skiftistíð, sum ikki er so nógv ár, so eru allir búskaparfrøðingar samdir um, at hetta merkir stórar niðurskurðir og hægri skattir og við tí avleiðing, at vit fáa arbeiðsloysi og eina velduna fráflyting í Føroyum.

Uppá fyrispurning hvør høvuðsboðskapurin var í røðuni hjá Ole Stavad sigur Joannes Eidesgaard, at hann m.a. var hetta, at hava føroyingar kvett við ríkisfelagsskapin einaferð, so vendist ikki aftur. Eisini var boðskapurin tann, at føroyingar eiga at tryggja sær ein breiðan politiskan og fólkaligan meiriluta fyri broytingunum. -Hetta er so heldur ikki annað enn tað, sum føroyski javnaðarflokkurin hevur víst á.

Joannes Eidesgaard sær annars við stórum spenningi fram til tað orðaskiftið, sum verður í danska fólkatinginum í oktober um nettupp viðurskiftini millum Danmark og Føroyar.