Eg setti liðið eftir tí eg sá í Kekkia

Fótbóltur: Allan Simonsen sá góða úrslitið í Spania sum eina frukt av, at landsliðsspælararnir eru í betri venjing enn áður

Landsliðsvenjarin var sum vera man stak væl nøgdur, tá hann endiliga slapp leysur av sponsku pressuni, ið var um fyrrverandi Barcelona spælaran sum meyrur, eftir at stríðið í ketlinum í Gijón var lokið.

Dagarnar frammanundan hevði spanska pressan bara tosað um, hvussu stórur heimasigurin fór at vera. Allan Simonsen dugir spanskt, og tá hann leygardagin hevði fund saman við spælarunum vísti hann teimum forsíðuna og umsetti, at har stóð ?hvussu nógv fara vit at vinna?.

? Hetta vilja vit ikki finna okkum í, segði venjarin, og tað var týðuligt, at hetta setti eld í spælararnar.


Væl skipað

Allan Simonsen upplýsti aftaná, at spanski venjarin, sum hann hevur spælt saman við í Barcelona, rósti føroysku spælarunum á tíðindafundinum eftir dystin.

? Eg má siga, at liðið hjá okkum var sera væl skipað. Eg sá Spania spæla ímóti Kekkia, og tað var út frá, hvussu teir spældu tá, at eg legði uppstillingina hjá okkum til rættis, segði venjarin, sum hevði gjørt rættiliga stórar broytingar. Hann var noyddur at seta nýtt fólk inn í høgru síðu, og í vinstru síðu broytti hann við at flyta Jens Kristian Hansen inn á miðleingjuna og við at flyta Julian Johnsson út í borðið.


Orsøkin

Allan Simonsen, sum leygarkvøldið hevði ábyrgdina av landsliðnum fyri 25. ferð og harvið kom uppá síðuna av Páll Guðlaugsson í tali av landsdystum, vísti á, at í hesari undankappingini var tað bara ímóti Jugoslavia á Toftum, at liðið dumpaði.

? Spaniólar góvu seg hundrað prosent alla tíðina, men okkara megnaðu at standa ímóti alla tíðina. At teir gjørdu tað, haldi eg fyrst og fremst komst av, at tað nú verður vant meiri í feløgunum, enn tað hevur verið gjørt undanfarin ár. Og tá venjingarstøðan er betri, liðið er meiri samanspælt, og allir eru við uppá at fremja eitt gott avrik, so eru fyritreytirnar til staðar fyri slíkum avrikum, sum vit hava sæð í dag, segði Allan Simonsen.