Landsliðsspælararnir hjá monnum hava tikið seg nógv fram kropsliga seinastu vikurnar. Teir fóru undir fyrireikingarnar til EM-undankappingina fyri níggju vikum síðan, og spælararnir hava í miðal tikið [...] tikið trý kilo uppá. Vøddamongdin er økt, og feittprosentið er lækkað. Allir hava eisini tikið seg nógv fram í bonkpressi, beinbending (squat), grovum búki og kvikleika. - Tað er serliga týdningarmikið at økja [...] um. Hondbóltssamband Føroya setti herfyri Hera Ziska í starv sum kropsligan venjara, og tað vísir seg longu at gera mun. - Heri hevur veruliga gjørt eitt gott arbeiði, og leikararnir hava verið ídnir og
Leirvík: Einaferð um vikuna fær Tavan í Leirvík vitjan av Una Rasmussen í Søldafirði. Uni er fyri stuttum útbúgvin fysioterapeut, og ein av fyrstu uppgávum hansara er at gera arbeiðslívið lættari hjá [...] arbeiðsformaður á Tavuni. Hesin nýggi tátturin hevur verið á skránni í eina tíð nú, og tað vísir seg, at nógv á virkinum eru fús til at nýta møguleikan. ? Fiskaarbeiði er hart arbeiði. Ein lyftir, ber [...] hopi, at onnur virkir fara at taka táttin upp eftir okkum, tí hetta riggar væl, og fólkini eru glað fyri hetta, sigur Sólmai Johannesen at enda.
leggur seg á bonkin, um hesin bert hevur brúk fyri at slappa av, eftir harðan dag. Jens Melgaard letur væl at fyrstu føroysku vøddamýkjarunum. Hann sigur, at sum næmingar hava tey verið væl fyri og seriøs [...] Í eitt ár hevur danin Jens Melgaard hildið skeið fyri føroyskum næmingum, ið hava havt áhuga í vøddamýking. Herfyri fingu 15 kvinnur og ein maður handað prógv á Hanilsskúlanum í Havn. Í eitt ár hava tey [...] tey lært kropslæru (anatomi) á skúlabonki og annars roynt seg við mýkingarbonkin. Tey hava havt fleiri sløg av massasju ella vøddamýking. M.a. avspennandi andlitsmassasju, ryggmassasju og viðgerð og tað
TÝSKLAND Tað varð bíðað eina góða løtu eftir honum á tíðindafundinum. Hugsanin stakk seg upp, um hann mundi fara at bera seg at, sum Javier Clemente gjørdi, tá ið Spania hevði vunnið 6?2 í Føroyum, og Oleg [...] og Skotland hava møguleikan, var diplomatiska vendingin hjá gentlemanninum, áðrenn hann takkaði fyri seg. [...] stríddust framúr væl. Vit megnaðu ikki at skjóta mál, hóast við høvdu sera góðar støður. Tá ið tað tekur seg soleiðis upp, fær lítla mótstøðuliðið eyka orku. Tað var akkurát sum í steypadystum heima í Týsklandi
skulu gjalda fyri at útbúgva seg á ymiskum viðkomandi skeiðum. Teir siga, at skeiðini eru ógvuliga kostnaðarmikil, og tí ber ikki til hjá limunum at leggja løntu starv teirra til síðis fyri at fara á eitt [...] undir at gera tilbúgvingarætlan fyri Føroyar, men síðani vórðu vit brádliga sett til síðis. Hetta haldi eg vera óguliga keðiligt. Kári Hammer, formaður í ladsfelagnum fyri føroysku bjargingarfeløgini, harmast [...] bjargingarfeløgini higartil ikki eru sloppin upp í part við arbeiðinum at skipa ein tilbúgvingarskipan fyri Føroyar. Men hann vísir samstundis á, at hann væntar, at hesi viðurskifti nú fara at koma upp á pláss
sigur við Sosialin í dag, at tað hóast alt var Jógvan Páll Lassen, byrjaði málið tá hann meldaði seg fyri at hava snýtt í Skálafjallsmálinum. Vit fáa mhelst meira at vita um málið, tá vit í morgin hava [...] Magus Møller frá løgregluni við Sosialin 18. november 1994. Hann greiddi frá, at politiið fekk áhuga fyri øðrum skipamálum, tí undir avhoyringunum í Heygadrangsmálinum nevndu teir ákærdu fleiri ferðir onnur
Bretska stjórnin hevur fleiri ferðir sagt seg ivast í viðurskiftunum hjá fangunum í Guantanamo-leguni, og stjórnin hevur eisini sagt, at hon hevur gjørt alt fyri at fáa teir bretsku ríkisborgararnar haðani [...] tríggir menninir, at tær báðar bretsku fregnartænasturnar avhoyrdu teir fleiri ferðir, og at umboð fyri bretsku sendistovuna í Washington eisini vóru í fangaleguni. - Eg spurtdi teir, um teir kundu siga [...] at eg slapp ongantíð burtur haðani, sigur Rasul við The Observer. Bretska uttanríkisráðið váttaði fyri BBC sunnukvøldið, at tað er farið at kanna tað, sum menninir siga.
Leif Erik Niclasen, gullsmiðjur á Argjum, ið fyri nøkrum árum síðani gjørdi eina heiðursnál, sum hann hevur latið fólkið, sum hava útint eitthvørt bragd fyri at bjarga øðrum úr vanda. Síðsta vikuskiftið [...] Fyri hálvum øðrum árum síðani skrivaði Sosialurin søguna um, hvussu árs- gamli, Bartal Evaldsson, úr Vági, í allar evstu løtu varð bjargaður undan tí vissa deyða. Hann var dottin av einum bakka í ein hyl [...] bjargaður í evstu løtu. Og nú um vikuskiftið fingu tey fýra fólkini, sum bjargaðu Bartali, heiðursnál fyri tað bragd tey gjørdi. Tann yngsti bjargingarmaðurin var Beinir, trý ára gamli stóribeiggi Bartal,
ár. Les eisini: Vilja ikki missa Jákup Spurdur um tað fyri starvsfólk ikki kann virka eitt sindur hóttandi, tá leiðslan heitir á tey um at hugsa seg um, áðrenn tey skriva undir eina adressu, leggur Heri [...] vit eisini hava loyvið at biða fólk hugsa seg um. Men lat meg leggja dent á, at tað varð ikki noktað teimum at skriva undir, men einans heitt á tey um at hugsa seg væl um, áðrenn tey undirskrivaðu adressuna [...] - Tað er rætt, at starvsfólk hava fingið at vita frá einum persóni í leiðsluni, at tey skulu hugsa seg um, áðrenn tey undirskrivaðu adressuna, men tey hava ikki steðgað nakrari adressu. Tað sigur Heri
máttu tí taka til takkar við einum plássi í B-bólkinum undan seinasta róðrinum. Men her var so eingin bøn. Ivaleyst høvdu føroysku jarnkvinnurnar nakað at vísa í seinasta róðrinum. Og fyri at siga tað spakuligt [...] av Scilly, at veðrið hesaferð ikki var heilt so gott, sum tað vanliga hevur verið. Rógvingin gekk fyri seg í sjask-veðrið, og tó at føroysku kvinnurnar eru vanar við slíkt, so kom hetta illa við. Í gig-róðri [...] misjøvnum úrslitum hava tikið lut seinnu árini. Avgjørt besta úrslitið áttu kvinnurnar á Jarnbardi, tá tær fyri trimum árum síðani gjørdust nummar fimm. Mistu í evstu løtu Tí vóru vónirnar ikki heilt ongar undan