Kappróður
Hetta vikuskiftið hevur HM-kappingin í gig-róðri verið á Scilly oyggjunum. Ein kapping, har føroyingar við misjøvnum úrslitum hava tikið lut seinnu árini. Avgjørt besta úrslitið áttu kvinnurnar á Jarnbardi, tá tær fyri trimum árum síðani gjørdust nummar fimm.
Mistu í evstu løtu
Tí vóru vónirnar ikki heilt ongar undan kappingini hesaferð. Og leingi sá eisini út til, at føroysku kvinnurnar í øllum førum skuldu kappast ímóti teimum allarbestu.
Róðrarnir í kappingini eru skipaðir soleiðis, at fyrst rógva allir bátarnir saman, fyri at finna so nøkunlunda útav, hvussu styrkislutfallið er. Undir slíkum róðr við nógvum bátum eru tó nógvir smálutir, sum kunnu ávirka plaseringina, og tí verða eftirfylgjandi tveir róðrar, har ávíkavist bestu og veikastu bátarnir í ymsu bólkunum flyta upp og niður.
Allan leygardagin ? tveir róðrar ? vóru tær av Jarnbardi í A-bólkinum, og tí skuldu tær bert halda seg av botnsessunum í fyrsta róðrinum sunnudagin, áðrenn finalan sjálv stóð á skránni, men hetta gekk ikki. Sum skilst, so gekk alt annars á leið soleiðis, sum tað skuldi gera, men tær fingu bara ikki bátin at ganga nóg væl, og máttu tí taka til takkar við einum plássi í B-bólkinum undan seinasta róðrinum.
Men her var so eingin bøn. Ivaleyst høvdu føroysku jarnkvinnurnar nakað at vísa í seinasta róðrinum. Og fyri at siga tað spakuligt, so hølvaðu tær alt av. Einar 6-7 bátslongdir vóru aftur til næsta bátin.
Hetta var sjálvandi at fegnast um hjá teimum, men kortini skerst ikki burtur, at tær heldur vildi havt pláss í sterkasta bólkinum Avrikið í seinasta róðrinum sýndi eisini, at tað mundi vera her, at tær áttu heima, men eins og í 2002, so gjørdist tað ikki til meira enn ein B-sigur.
Væntandi javnvág
Annars verður sagt av Scilly, at veðrið hesaferð ikki var heilt so gott, sum tað vanliga hevur verið. Rógvingin gekk fyri seg í sjask-veðrið, og tó at føroysku kvinnurnar eru vanar við slíkt, so kom hetta illa við.
Í gig-róðri er tað nevnliga í nógv størri mun ein spurningur um at hava javnvág í bátinum. Ein javnvág, sum er nógv verri at halda, um tað samstundis rullar nakað. Her eru fleiri av mótstøðumanningunum nakað væl betri vandar við hetta bátaslagið enn okkara.
Júst hetta við javnvágini gav annars nakað av trupulleikum, tá rógvararnir av fyrstan tíð skuldu venja seg við bátin. Við føroysku bátunum er tað vanliga so, at rógvararnir verða settir eftir styrki, soleiðis at báturin fær røttu javnvágina. Hetta varð so eisini gjørt á Scilly, men har bar einki til. Báturin gekk als ikki, sum hann skuldi, men dróg alla tíðina til annað borðið. Tað vísti seg seinni, at trupulleikin var vektbýtið í bátinum. Við at halda somu sessir, sum tær hava gjørt í Føroyum, varð vektin á manningini samstundis skotin yvir í annað borðið, og var tað hetta, sum fekk skeivu gonguna á bátin. Hetta varð tó rættað undan róðrunum, men heldur ikki tað var so nóg mikið at tryggja sessin í A-bólkinum.
Saman umtikið, so munnu føroysku kvinnurnar tó hava alla orsøk at bera høvdið høgt. Við sannførandi avrikinum í seinasta róðrinum sýndu tær í øllum førum, at tær vóru ov sterkar til B-bólkin, og so er bert eftir at tryggja sær enn eina luttøku til kappingina. Hetta verður í øllum førum tað, sum kappast skal um hetta fram til ólavsøku.









