Vøddamýkjarar fingið prógv

Fyrstu føroysku vøddamýkjararnir hava fingið prógv, eftir at hava sitið á skúlabonki og roynt seg við mýkingarbonkin í eitt ár

Í eitt ár hevur danin Jens Melgaard hildið skeið fyri føroyskum næmingum, ið hava havt áhuga í vøddamýking.

Herfyri fingu 15 kvinnur og ein maður handað prógv á Hanilsskúlanum í Havn.

Í eitt ár hava tey lært kropslæru (anatomi) á skúlabonki og annars roynt seg við mýkingarbonkin.

Tey hava havt fleiri sløg av massasju ella vøddamýking. M.a. avspennandi andlitsmassasju, ryggmassasju og viðgerð og tað, ið á donskum nevnist ?dybdeafspændende? andlitsmýking.

Nýggju vøddamýkjararnir kunnu taka sær av alskins trupulleikum, men sjálvsagt teir eisini forkelað tann, ið leggur seg á bonkin, um hesin bert hevur brúk fyri at slappa av, eftir harðan dag.

Jens Melgaard letur væl at fyrstu føroysku vøddamýkjarunum. Hann sigur, at sum næmingar hava tey verið væl fyri og seriøs. Hetta metir hann borgar fyri, at tað eru góðir mýkjarar, ið føroyingr nú hava møguleika at vitja.

Jens Melgaard sigur, at sjálvsagt skal ein ávís siðvenja arbeiðast inn. Í Danmark eru tey von við vøddamýking og at leita sær til slíkar serfrøðingar. Í Føroyum hevur hetta ikki verið gjørligt og tí ikki vanligt. Men Jens Melgaard væntar, hetta óivað verður øðrvísi nú.

Jens Melgaard sigur, at møguliga verður tikið ímóti nýggjum liði av mýkjarum á skúlabonkin um eitt ella tvey ár.

Nýggju mýkjararnir eru: Joan Jacobsen, Katrin í Gerðinum Olsen, Anna Maria Poulsen, Hildibjørg Wang, Geir Wardum, Hanna Jacobsen, Mena Müller, Guðny Jacobsen, Súsanna Olsen, Margee Dam, Jakobina Johannesen, Alice Simonsen, Annika S. Johannesen, Haldis E. Samuelsen, Martha Dalsgaard. Maria Svabo Samuelsen (vantar á myndini).