Ruthal Ahmed, Asif Iqbal og Shafiq Rasul siga við bretska blaðið The Observer, at teir vórðu avhoydir meiri enn 200 ferðir ta tíðina, teir vóru fangar í Guantamamo-leguni. Avhoyrararnir komu frá amerikonsku fregnartænastuni CIA, samveldisløgregluni FBI, fregnartænastuni hjá amerikanska herinum og teimum báðum bretsku fregnartænastunum MI5 og MI6.
Teir tríggir menninir greiða frá, at vápnaðir hermenn tveittu teir á gólvið í avhoyringarhølinum, og at teir javnan høvdu skotvápn ímóti høvdinum, meðan teir vórðu avhoyrdir. Ofta vórðu teir avhoyrdir í fleiri tímar hvørja ferð, og ferð eftir ferð royndu avhoyrararnir at noyða teir at játta, at teir høvdu samband við onkran yvirgangsfelagsskap.
Teir tríggir menninir siga, at teir vóru í Pakistan, tá USA leyp á Afghanistan, og at teir fóru um markið at arbeiða sum neyðhjálparmenn. Men har endaðu teir sum fangar hjá Norðursamgonguni, sum lat amerikanararnar fáa teir.
Bretska stjórnin hevur fleiri ferðir sagt seg ivast í viðurskiftunum hjá fangunum í Guantanamo-leguni, og stjórnin hevur eisini sagt, at hon hevur gjørt alt fyri at fáa teir bretsku ríkisborgararnar haðani. Men í samrøðuni við The Observer siga teir tríggir menninir, at tær báðar bretsku fregnartænasturnar avhoyrdu teir fleiri ferðir, og at umboð fyri bretsku sendistovuna í Washington eisini vóru í fangaleguni.
- Eg spurtdi teir, um teir kundu siga mær, hvar eg var, men tað vildu teir ikki. Tá eg spurdi, hvussu leingi eg skuldi sita fangi, svaraðu teir, at eg slapp ongantíð burtur haðani, sigur Rasul við The Observer.
Bretska uttanríkisráðið váttaði fyri BBC sunnukvøldið, at tað er farið at kanna tað, sum menninir siga.










