? Hetta tiltakið hevur einki við Skálafjallsmálið at gera. Tað er ikki teimum skjølum, leitað nú verður eftir. Hetta segði Magus Møller frá løgregluni við Sosialin 18. november 1994. Hann greiddi frá, at politiið fekk áhuga fyri øðrum skipamálum, tí undir avhoyringunum í Heygadrangsmálinum nevndu teir ákærdu fleiri ferðir onnur skip. Tað tulkaði politiið sum, at teir ákærdu meldaðu hinar, sum politiið tá fór at kanna.
Men Halgir Winther Poulsen sigur við Sosialin í dag, at tað hóast alt var Jógvan Páll Lassen, byrjaði málið tá hann meldaði seg fyri at hava snýtt í Skálafjallsmálinum.
Vit fáa mhelst meira at vita um málið, tá vit í morgin hava fingið fatur á Jógvani Páll Lassen.










