Vórðu biðin at hugsa seg um

- Tað er rætt, at starvsfólk hava fingið at vita frá einum persóni í leiðsluni, at tey skulu hugsa seg um, áðrenn tey undirskrivaðu adressuna, men tey hava ikki steðgað nakrari adressu.


Tað sigur Heri Ellingsgaard, sjúkrahússtjóri, tá Miðlahúsið spurdi hann, um tað er rætt, at fyrisitingin í Klaksvíkar Sjúkrahús steðgaði einari adressu, har mælt varð til, at Jákup Petersen, yvirlækni, slapp at halda fram í starvinum eftir, at hann er fyltur 70 ár.

Les eisini: Vilja ikki missa Jákup

Spurdur um tað fyri starvsfólk ikki kann virka eitt sindur hóttandi, tá leiðslan heitir á tey um at hugsa seg um, áðrenn tey skriva undir eina adressu, leggur Heri Ellingsgaard dent á, at fólk sjálvandi skulu sleppa at undirskriva tað, ið tey hava hug til.


- Tað var ikki eg sjálvur, ið gav teimum boðini, men eg havi skilt, at tað var onkur í leiðsluni. Fólk hava sjálvandi rætt at skriva undir tað, ið tey hava hug til, men sum leiðsla mugu vit eisini hava loyvið at biða fólk hugsa seg um. Men lat meg leggja dent á, at tað varð ikki noktað teimum at skriva undir, men einans heitt á tey um at hugsa seg væl um, áðrenn tey undirskrivaðu adressuna, sigur Heri Ellingsgaard.