Búskaparráðið:
Neyðugt er, at landsmyndugleikin, sum varðar av kommunum, er tilvitaður um sína ábyrgd. Landsmyndugleikin eigur at tryggja, at tænastustigið á eldraøkinum er, og framhaldandi verður, javnt kring landið. Neyðugt er eisini, at landsmyndugleikin tryggjar, at tað fíggjarliga ber til, eitt nú við at tryggja ein skynsaman rakstur á økinum.
Í løtuni er tað landsstýrisfólkið í almanna- og mentamálum, sum hevur eldraøkið sum málsøki, og landsstýrisfólkið í lógarmálum, sum hevur eftirlit við kommununum og kommunalu samstørvunum. Harumframt hevur Fíggjarmálaráðið eftirlit við fíggjarligu viðurskiftunum hjá einstøku kommunum, og hesin eftirlitsmyndugleikin átti eisini fingið skyldu at tryggja, at fíggjarætlanirnar hjá kommununum taka hædd fyri framtíðar avbjóðingum við vaksandi rakstrarútreiðslum.
Les meira í frágreiðing "Kommunubúskapurin og eldraøkið heystið 2025"