Í mai mánaði kom Hvanngarðurin, tíggjumannafarið hjá syðrugøtumonnum, við vælvild úr Noregi aftur til Eysturkommunu, har hann nú stendur á Báta- og listasavninum í Leirvík.
- Saman við Hvanngarðinum komu fleiri aðrir lutir, ið hoyra til ein róðrarbát, men einki eyskar. Eyskarið var blivið burtur á Norsk Maritimt Museum, hóast vit vistu, at tað hevði verið til stutt frammanundan.
Soleiðis siga tey í Eysturkommunu í dag.
Tey vistu, at eyskarið hevði verið til, tí Andrass Joensen fyri gott 10 árum síðani var í Noregi at taka mát av bátinum og eisini av eyskarinum.
- Tí var tað gleðiligt, tá boðini fyri stuttum komu um, at nú var eyskarið funnið á einari goymslu.
Mánadagin var umboð úr Eysturkommunu í Oslo á Norsk Maritimt Museum at avheinta eyskarið, ið sjálvandi skal vísast fram saman við Hvanngarðinum.
Meira um hetta kann lesast á heimasíðuni - www.eysturkommuna.fo - og her eru eisini fleiri myndir at síggja.