Völler var lættur og ovurfegin

Týski venjarin metti teirra avrik hava verið væl meiri sannførandi enn í Skotlandi, og hann segði seg alla tíðina hava roknað við, at málið fór at koma

FØROYAR?TÝSKLAND

Tað varð bíðað eina góða løtu eftir honum á tíðindafundinum. Hugsanin stakk seg upp, um hann mundi fara at bera seg at, sum Javier Clemente gjørdi, tá ið Spania hevði vunnið 6?2 í Føroyum, og Oleg Romantsev gjørdi, tá ið Russland tvær ferðir hevði vunnið í Føroyum. Venjararnir hjá hesum báðum europeisku stórveldunum í fótbólti hirdu ikki at hitta pressuna á ætlaða tíðindafundinum.
Men soleiðis var tað ikki hjá karismatiska týska venjaranum og fyrrverandi álopsspælaranum. At tað gekk ein løta, áðrenn hann brosandi settist við borðið í forhøllini í stásiliga FSF húsinum komst av, at hann á vegnum, sum tað eisini var avrátt frammanundan, hevði verið í studionum, sum ARD sjónvarpsrásin hevði sett upp í horninum frammanfyri B36 húsið.
? Eg eri ovurfegin. Rudi Völler tóktist ikki kenna nakra trongd at fjala veruleikan.
? Føroyingarnir stríddust framúr væl. Vit megnaðu ikki at skjóta mál, hóast við høvdu sera góðar støður. Tá ið tað tekur seg soleiðis upp, fær lítla mótstøðuliðið eyka orku. Tað var akkurát sum í steypadystum heima í Týsklandi, tá ið eitt av stóru feløgunum í bundasliguni skal gera av við eitt lítið amatør felag. Fyri hvønn minutt, sum gongur, fær tann lítli eyka orku og yvirskot at stríðast, og so verður tað torførari og torførari. Men tað eydnaðist. Tað hevði eg roknað við, at tað fór at gera, og tað var gleðiligt, at tað bar okkum til at mynda væl fleiri upplagdar málmøguleikar, enn vit fingu í Skotlandi leygardagin. Men tað gekk illa at fáa úrtøku, staðfesti Rudi Völler.
Hann segði eisini eitt sindur um, hvat hann hevði hugsað, meðan hann undir dystinum sat og beit í yvirskeggið og viðhvørt var frammi við síðulinjuna fyri at geva sínum monnum ráð og íblástur.
? Sum gamal álopsspælari hevði eg bestan hugin at fara inn á vøllin at geva bóltinum síðsta skumpið inn um strikuna. Eg veit, hvussu tað kennist hjá álopsspælarum, tá ið tað gongur soleiðis, sum tað leingi gjørdi í kvøld.

Mugu spæla betri
Völler ásannaði, at oddastøðan hjá Týsklandi í bólki fimm ber við sær, at tað tykist liggja væl fyri at sleppa upp í part í endaspælinum í Portugal næsta summar.
? Vit eru ovurfegnir um stigini, sum hava borið oddastøðuna við sær. Men vit eru ikki nøgdir við spælið. Tað mugu vit fáa betri skil á, tá ið tað eftir summarsteðgin aftur verður farið undir undankappingina. Nú fara spælararnir at hvíla seg. Tað hava teir rudduliga uppiborið. Síðsta summar brúktu teir stóran part av summarfrítíðini í HM endaspælinum. At teir nú fara at hvíla, rokni eg við fer at koma okkum til góða eftir summarsteðgin.
Völler vildi ikki siga, um hann metir Ísland ella Skotland vera besta boðið upp á næstfremsta plássið í bólkinum.
? Vit mugu hugsa um og arbeiða við at varðveita okkara støðu. Tað verður ivaleysa strevið hjá okkum. Bæði Ísland og Skotland hava møguleikan, var diplomatiska vendingin hjá gentlemanninum, áðrenn hann takkaði fyri seg.