Vøddamýkjari til arbeiðsfólki

Tavan í Leirvík er farin undir nakað slóðbrótandi innan føroyska fiskivinnu. Einaferð um vikuna kemur nevniliga ein vøddamýkjari á virkið, sum mýkir vøddarnar á arbeiðsfólkunum

Leirvík: Einaferð um vikuna fær Tavan í Leirvík vitjan av Una Rasmussen í Søldafirði. Uni er fyri stuttum útbúgvin fysioterapeut, og ein av fyrstu uppgávum hansara er at gera arbeiðslívið lættari hjá arbeiðsfólkunum á Tavuni.
? Hetta hjálpir ótrúliga væl, og arbeiðsfólkini eru ógvuliga væl nøgd við hetta tiltakið, sigur Sólmai Johannesen, arbeiðsformaður á Tavuni.
Hesin nýggi tátturin hevur verið á skránni í eina tíð nú, og tað vísir seg, at nógv á virkinum eru fús til at nýta møguleikan.
? Fiskaarbeiði er hart arbeiði. Ein lyftir, ber og stendur nógv, so herðar, lendar og vøddarnir verða nógv útsettir, greiðir Sólmai frá.
Hon sigur, at tað eru eisini fleiri konur, ið ganga til vøddamýkjara, og hetta fer ofta við nógvari arbeiðstíð, tí tá noyðast tær at koyra aftur og fram til Runavíkar.
? Á henda hátt spara tær tíð, og tað telur nógv hjá einum, sum er tímaløntur, greiðir Sólmai frá.
Hósdagar vitjar vøddamýkjarin, Uni Rasmussen. Arbeiðsfólkini skiftast um at fara upp til hansara, har hann brúkar umleið ein hálvan tíma uppá hvørt arbeiðsfólk.
? Eg hopi, at onnur virkir fara at taka táttin upp eftir okkum, tí hetta riggar væl, og fólkini eru glað fyri hetta, sigur Sólmai Johannesen at enda.