uppá enn vit eru von við her heima, tú ferðast bert við toki. Hetta er munandi bíligari enn at flúgva, og samstundis fært tú betri møguleika at fylgja við, hvar tú ferðast. Tó skal verða sagt, at ferðast [...] sera møtimikið til tíðir, og tíðin stendur ofta í stað og næsta mál tykist sera fjart, men har aftur ímóti eru eisini ríkar løtur, har tíðin einki hevur at siga. Nú vóru vit veruliga til reiðar at fáa ein [...] seinna heimsbardaga. Hetta leggur tú til merkis, tá gingið verður gjøgnum gamla býarpartin. Tað tykist sum okkurt ævigt er við hesum býi, tí brádliga kemur ein kensla av, at tú ert í gamla Evropa, tí umhvørvið
við tí bankapakka og tí proceduru, sum danska stjórnin hevur skotið upp, og tað má Høgna Hoydal smyrja seg við, og hann hevur ongan moralskan rætt til at polemisera á einum donskum tingi móti eini føroyskari [...] óerligur! Hvat skullu vit halda um tann sonevnda norðuratlantiska spælibólkin, har tað freka tjódveldisumboðið nassar sær til økonomisk serrættindi saman við kyniskum grønlendskum pamparum. Og hvat við tí [...] spurningar, sum antin eingin ella øll kunnu svara uppá. Spurningar, sum bara eru ætlaðir til at kværulera og promovera seg sjálvan. Hetta kann fáa tann vanliga danskarin til at halda, at føroyingar eru
eitt nú at børn hava rætt til privatlív og foreldur eiga til dømis ikki at lesa brøv hjá børnunum, børn hava rætt at vita hvat fyriferst í heiminum og tí eigur at hava atgongd til bløð, sjónvarp, útvarp [...] familjuna, og foreldur gjørdu við tey sum teimum lysti, til seinni, har foreldrum var álagt at senda tey í skúla, og til okkara tíð, har øll børn hava rætt til skúlagongd og útbúgving, og foreldur hava lógarásettar [...] vaksnu, eigur teimum at vera lógartryggja verja móti ágangi. Í dag hevur tú ikki loyvi at sláa ella fremja harðskap móti øðrum vaksnum menniskjum. Eisini djórini eru vard av einari djóraverndarlóg, men
m og gøturnar til stríðsvøllir, vit hoyra um í útvarpinum. Men Sarah er hvørki katolikkur ella protestantur. Hon er Baháí?i, og fyri henni eru ongi átrúnarlig mørk til. Tað ber ikki til hjá einum baháí [...] gerandisdagurin hevur at bjóða. Vit velja til dømis at lata vera við at drekka rúsdrekka ella nýta rúsevni, tí tey doyva hugin og førleikarnar at gera eitt dygdargott arbeiði. Vit slatra ikki um ella baktala onnur [...] baháí?a at taka støðu til hetta stríðið, sigur hon, tí vit trúgva, at bert ein grundleggjandi religión er til, og at sami Gud hevur sent hvørji tíð sín boðbera. Ongin av hesum boðberum, tað veri seg Mohammed
í, at Peter Popoff er ateist, men hevur sæð hesa leiðina sum ein gyltan møguleika at skora kassan – sum hann tíverri eisini hevur gjørt. Tá alt kemur til alt, mást tú vera kaldur og hjartaleysur fyri at [...] heimasíðuni er tað stórt sligið upp: ‘Gud ynskir at tú skalt vera skuldarfríur’ við eini mynd av vatninum og vegleiðing í at fáa tað. Vatnið er svarið til alt! Um tú ert sjúkur, troyttur, syrgin, einsamallur, [...] skrivar síðu upp og síðu niður, hvussu vit skulu geva pengar, eitt nú 30 dollarar, til Guds verk – sum væl at merkja er til Popoffsa verk. Men Gud fer sjálvsagt at signa okkum sum gevarar og fer at geva okkum
at vit hava gloymt hvat tað veruliga merkir at vera, har hann endurgevur Eleatin frá Platonsa dialogi: »Sofisturin«, ið sigur: »At alt ov leingi hevur tú vita, hvat tú meinar, tá tú brúkar orðið »veran«« [...] umskapa seg til okkurt annað enn ein er, við at selja sálina til Fanan sjálvan. Tað er her, at Dr. Faust ikki skilir, at um ein ikki hevur gávuna at doyggja og livna aftur innanífrá, uttan hjálp ella illar andar [...] Heidegger skilur ein betur, um ferðin er gingin til Suðurtýsklands, til sunnastu landspartarnir í stóra landinum Týsklandi, til Bajern og Baden-Württemberg, serliga til Schwartswalds økið, ið er sera stórt og
og hevur miklan tokka til býin, fólkið, landið og móðirmalið. Ikki nakar heimføðingur - heldur kann sigast, at hon altíð hevur verið ein heimsborgari og tók tað besta heim við sær, haðani hon hevur verið [...] at siga frá og vísa á, hvat hon helt verða týðningarmikið, hvat nýtt rørir seg í grannalondunum, og hvat kundi verið okkum, fólki og landi at gagni, - ongatíð atfinnarleyst ella runnið á leistum. Hon tosar [...] i á síðuni eins og onnur ella báðar bornu myndirnar: SÁLARFRIÐARBØNIN Guð gev mær sálarfrið til at góðataka tað, eg ikki kann broyta, mót til at broyta tað eg kann og skil til at síggja munin. (Bønin hjá
tímar og hevur síðan ligið í salti einar tveir dagar, sigur húsmóðirin. Øll eru vælkomin inn á gólvið, og eingin fer svangur ella tystur útaftur. Nógv fólk hevur vitjað, og tá ið vit koma til dyrnar, eru [...] Klaksvík, har meginparturin av familjuni býr. - Á Trøllanesi er heldur einsligt, og tú hevur ikki somu møguleikar, sum tá ið tú býrt inni á fastlandinum. Nú stevna er, er eisini lív í oynni, og slíkar dagar [...] samband hevði kortini ikki loyst upp fyri øllum. - Býrt tú á útoyggj, soleiðis sum vit gera, tjenar tú gjarna nógv minni enn fólk flest, men tá ið tú kemur inn á fastlandið, kostar alt tað sama, sum hjá øllum
- Men tá vit eru liðug her, veit eg ikki beinleiðis, hvar vit skulu fara ella hvat vit skulu gera. Men okkurt man vera eftir til okkum, sigur Ørvur við einum brosi. Ikki skrellimaður Ørvur Guttesen er sum [...] hóast bert fáir dagar vóru gingnir síðani, sást longu til fyrstu sporini eftir ídnu ungfólkunum úr bygdini. Tey vóru tó ikki einsamøll í hesum. Gekk tú runt í bygdini, sóust fleiri onnur ungfólk sum vóru [...] innan bankaheimin ella okkurt við roknskapi. Men tíðin fer at vísa, um hetta gerst veruleiki. Fyrst má hann rudda seg lidnan her í Sørvági. Tað verður ikki so leingi aftrat, tí nú stundar til døgurðasteðgin
Havnini, til Klaksvíkar. Tað staðfestir Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn. Hetta sigur hann, eftir at Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur gjørt av at flyta útbúgvingarnar til skipara [...] eru landsstýriskvinnan og tú í sama flokki? Ja, tað eru vit og hóast mær dámar nógv av tí, hon hevur gjørt, men her er hon á skeivari leið. Einar tvær ferðir tá ið tað hevur verið umrøtt á býráðsfundi [...] ikki náddir. Men í svari til Sjúrð Skaale, løgtingsmann, sigur landsstýriskvinnan, at sum landsstýriskvinna hevur hon eisini onnur atlit at taka. Og tað er, at hon hvørki kann ella vil savna allar sjóvin