Ikki loyvt at sláa børn

Uppskot fyri tingið um at avtaka revsilsisrættin hjá foreldrum.

Heidi Petersen, løgtingskvinna


Rættindi hjá børnum
Søguliga gongdin í broyt­ingin í rættindum og skyld­um hjá børnum, hava ver­ið nógvar og umfatandi sein­astu øldina.
Frá at hava verið rokn­aði sum ognarlutir hjá for­eldrum, har børnini skuldu vera við sum arbeiðsmegi at breyðføða familjuna, og foreldur gjørdu við tey sum teimum lysti, til seinni, har foreldrum var álagt at senda tey í skúla, og til okk­ara tíð, har øll børn hava rætt til skúlagongd og út­búgv­ing, og foreldur hava lógarásettar skyldur at forsyrgja barninum til tað er 18 ár, er stórt framstig.
Orsøkin at leggja uppskot fyri tingið at lóggeva móti revsilsisrættinum eru mang­ar, men høvuðs­or­søkin er eftir míni metan, at tað er ein fyritreyt í virðingina av tí einstaka menniskjanum, at tú ikki fremur harðskap, hvørki likamligan ella sálar­ligan.
Tá børnini altíð eru tey veikastu í støðum mót­veg­is teimum vaksnu, eig­ur teimum at vera lógar­tryggja verja móti ágangi. Í dag hevur tú ikki loyvi at sláa ella fremja harðskap móti øðrum vaksnum menn­iskjum. Eisini djór­ini eru vard av einari djóra­verndarlóg, men enn eru børn okkara ikki vard í nakr­ari lóg móti at verða sligin ella útsett fyri øðrum likamligum harðskapi.
Á ungdómstinginum í februar í ár løgdu næmingar frá 9. a í Eysturskúlanum fram uppskot um at av­­taka revsilsisrættin og vóru argu­mentini tey førdu fram í sambandi við lógar­upp­skotið bæði nógv og góð, tey søgdu m.a. :
Tað er ósunt fyri børnini at verða sligin! Børnini læra, at harðskapur er ein háttur at loysa trupulleikar/konfliktir uppá! Børn eru veikari og kunnu ikki verja seg! Hvar er markið fyri, nær talan er um harðskap og um varisliga likamliga revsing? Børnini missa sjálv­sálitið og fáa sálarlig arr! Tað er loyvt at sláa børn, men ikki djór og vaks­in fólk! Foreldrini eiga at verja barnið  barnið er ikki teirra ogn, tí fólk kunnu ikki eigast! Børn hava rætt til virðiliga viðferð! Vaksin, sum sláa børn, skulu á skeið í at vera foreldur! Tað er mannminkandi og eyð­mýkj­andi at verða sligin, bæði hjá vaksnum og børnum! Tað er tekin um veikleika ikki at kunna práta eitt barn í lag.

Verja móti harðskapi
Eisini er tað ein manna­rætt­ur hjá børnum at vera vard móti harðskapi. Ì ST barna­rætt­inda­sátt­mál­anum frá 20 . november 1989 verður m.a. staðfest at staturin skal verja barnið um tað verður mishandla. Annars stendur nógv annað áhugavert í hesi somu yvir­lýsing, eitt nú at børn hava rætt til privatlív og foreldur eiga til dømis ikki at lesa brøv hjá børnunum, børn hava rætt at vita hvat fyri­ferst í heiminum og tí eig­ur at hava atgongd til bløð, sjónvarp, útvarp og bøkur, og børn hava rætt at hava sína egnu meining og hendan skal virðast. Meira um barnarættindasáttmálan kann lesast á heimasíðuni hjá www.detsidsteord.dk
Annars mælti Norður­landaráðið í 1982 lima­lond­unum at taka av henda revsilsisrætt.
Arbeitt verður í løtuni við uppskotið at leggja fyri tingi, sum skal av­taka revsilsisrættin hjá for­eldr­um av børnum teirra.
Í hinum norðanlondun­um var hesin revsirættur avtikin við lóg fyrst í undangongu landinum Svøríki í 1979. Í Finnlandi var lógin avtikin í 1983 og í Noregi í 1987. 10 ár seinni var lógin so avtikin í Danmark, altso í 1997, og nú verður so høvi hjá Føroya Løgtingi at gera tað sama.
Vóni at uppskotið fær góða og jaliga viðgerð í løgtinginum, so vit eisini her kunnu teljast millum heimsins fremstu tjóðir.