Heðin Mortensen bjóðar av í kríggj

OPIÐ STRÍÐ Hóast tey eru í sama flokki, fer borgarstjórin í Havn at gera alt, sum stendur í hansara makt at forða Helenu Dam á Neystabø at flyta ein part av sjóvinnuútbúgvingunum til Klaksvíkar

- Eg fari at stríðast alt, eg kann fyri at forða fyri, at ein partur av sjóvinnuútbúgvingunum verða fluttar úr Havnini, til Klaksvíkar.
Tað staðfestir Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.
Hetta sigur hann, eftir at Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur gjørt av at flyta útbúgvingarnar til skipara og maskinist av Vinnuskúlanum í Havn, til Klaksvíkar.
Borgarstjórin í Havn og landsstýriskvinnan í mentamálum eru í sama flokki, nevnliga Javnaðarflokkinum og sostatt kann eisini staðfestast, at tað er lagt í pottin til opið kríggj innanfloks um ætlanina at flyta útbúgvingarnar.

Rossahandil
Heðin Mortensen sigur, at tað er ímóti fakligum tilmælum, at sjóvinnuútbúgvingarnar verða tægaðar sundur og at ein partur verður fluttur til Klaksvíkar.
Tí heldur hann, at tað er forkastiligt, at lokalpolitikkur skal forða fyri, at vit leggja eina so týðandi útbúgving til rættist ímóti tí fakliga kunnleikanum.
Hann sigur, at sjóvinnuútbúgvingarnar eru kanska tær mest týðandi útbúgvingarnar, sum eru, tí her eru føroyingar í harðari kapping við onnur lond.
Sjálvur ivastt borgarstjórin ikki í, at hetta er ein politiskur rossahandl og hann bíðar bara eftir at vita, hvat landsstýriskvinnan hevur fingið afturfyri.
- Vinnuháskúlin er ein sólskinssøga og tað er umráðandi at varðveita sjóvinnuútbúgvingarnar sum eina sterka heild.
Men nú verður sagt, at útbúgvingarnar sum skipsførari og maskimeistari skulu uppstigast til bachelor og tí fella maskinistar og skiparar uttanfyri og tí verður tað flutt til Klaksvíkar.
- Men tað snýr seg somuleiðis um at hava eitt sterkt, fakligt umhvørvi og tí er tað fullkomiliga skeivt at tæga tað sundur.

Í arbeiðsklæðir
Heðin Mortesen staðfestir, at hann er fyrst og fremst lokalpolitikari.
Men hann leggur afturat, at hann hevur eisini síni politisk sambond og tey fer hann at brúka til tað ítarsta fyri at forða fyri ætlanini.
- Tað kann eisini verða, at eg fái politiska ávirkan seinni og hana fari eg eisini at brúka.
- Sigur tú við hesum, at tú fer at stilla upp á næsta løgtingsvali?
Nei, tað sigi eg ikki, tí eg kann ávirka á annan hátt og eg fari at gera mína ávirkan galdandi, allastaðni, eg kann, eisini í sjálvum Javnaðarflokkinum.
- Men nú eru landsstýriskvinnan og tú í sama flokki?
Ja, tað eru vit og hóast mær dámar nógv av tí, hon hevur gjørt, men her er hon á skeivari leið.
Einar tvær ferðir tá ið tað hevur verið umrøtt á býráðsfundi, at stovnar verða fluttir úr Havnini, hava býráðslimir nakrar ferðir skotið tær í skógvarnar, at tað er laga manni hjá tær at forða fyri, at nakað verður flutt úr Havnini, tí tú er virkin limur í Javnaðarflokkinum, sum er í samgongu og at tað er bara hjá tær at fara í arbeiðsklæðini og fara til tín egna flokk at seta trumf á?
- Eg geri mína ávirkan galdandi hvønn einasta dag. Men tað er ikki bara eg í samgonguni, sum havi floksfelagar í samgonguni og á Løgtingið annars, men eg havi ikki hoyrt nógv frá teimum, sigur Heðin Mortensen.

Øll mótmæla
Tað er ikki bara borgarstjórin í Havn, sum mótmælir ætlanini at flyta sjóvinnuútbúgvingar úr Havn til Klaksvíkar.
Tað ger eitt samt Tórshavnar Býráð í einum felags mótmælisskrivi nú fyri stuttum.
Har siga allir býráðslimirnir við ein munn, at teir mótmæla ætlanini harðliga og at teir halda, at tað er óskiljandi, at ein vælvirkandi stovnur nú skal niðurlagast, tá ið øll faklig tilmæli siga, at tað er neyðugt at styrkja útbúgvingarnar og at savna fakliga førleikan á einum staði, nevniliga á Vinnuháskúlanum í Havn.


Stórur fyrimunur
Helena Dam á Neystabø hevur fleiri ferðir boðað frá, at eftir hennara tykki verða umleggingarnar ein stórur fyrimunur fyri sjóvinnuútbúgvingarnar.
Hon sigur, at útbúgvingarnar sum maskinmeistari og skipsførari verða uppstigaðar til bachelor og samstundis verður ein sterkur sjóvinnudepil í Klaksvík.
Annars stendur í samgonguskjalinum hjá ABC, at nevnd skuldi setast at kanna møguleikarnar fyri at leggja allar sjóvinnuútbúgvingar á einum staði.
Tann nevndin varð seinni eisini biðin um at koma við eini millumloysn.
Nevndin mælti til at leggja sjóvinnuútbúgvingarnar í Havn.
Nevndin metti eisini, at verða útbúgvingarnar lagdar á tveimum støðum, verða fakligu, fíggjarligu og námsfrøðiligu fyrimunirnir ikki náddir.
Men í svari til Sjúrð Skaale, løgtingsmann, sigur landsstýriskvinnan, at sum landsstýriskvinna hevur hon eisini onnur atlit at taka.
Og tað er, at hon hvørki kann ella vil savna allar sjóvinnuútbúgvingar í Havn.
Ein orsøk er, at tá ið skipsførara- og maskinmeistaraútbúgvingarnar verða uppstigaðar til bachelor, verða skipara- og maskinistútbúgvingin sjálvstøðugar útbúgvingar, ið ikki náttúrliga hoyrir heima innan karmarnar á einum universiteti.
Tí er ætlanin, at skipara- og maskinistútbúgvingin verða í Klaksvík burturav, har skipaður verður ein sjóvinnudepil í samstarvi við Tekniska Skúla.
- Tað er eisini ein sannroynd, at tað er ikki politiskur meiriluti í samgonguni fyri at flyta Klaksvíkar Sjómansskúla og Trygdarmiðstøðina til Havnar, leggur hon afturat.