Hósdagin í farnu viku var rættiliga sjaskut í veðrinum. Tað regnaði og var væl av vindi eisini.
Hetta tóktist tó ikki at rína við ella forða Ørvuri og hinum í bólki hansara at útinna verk sítt fyri Sørvágs kommunu.
Tey vóru byrjað í hesum arbeiðinum mánadagin frammanundan, og hóast bert fáir dagar vóru gingnir síðani, sást longu til fyrstu sporini eftir ídnu ungfólkunum úr bygdini.
Tey vóru tó ikki einsamøll í hesum. Gekk tú runt í bygdini, sóust fleiri onnur ungfólk sum vóru úti í somu ørindum sum liðið, sum Ørvur var partur av.
- Vit rudda her uppi beint nú. Tað er m.a. tí at stevna verður í Sørvági næsta vikuskifti, og so kemur eisini drotningin framvið um eina løtu, greiðir Ørvur íðin frá.
Gamal í garði
Hóast Ørvur ikki er meiri enn liðugur við 10. flokk, er hetta við “Ung í arbeiði” als ikki nýtt hjá honum.
Hann eru jú ættaður úr Bø, sum eisini er partur av Sørvágs kommunu. Og í hesi bygdini hevur ein havt eina heilt serstaka skipan fyri børnini og tey ungu.
- Ja, eg havi arbeitt í hesum líka síðani eg var átta ára gamal, greiðir hann frá.
Skipanin var nevniliga hon, at tá børnini rukku hesum aldri, sluppu tey við í hetta tiltakið.
- Vit gjørdu faktist tað sama har, sum vit nú gera. Vit fjerna alt tað sum ikki sær pent út, sigur hann avgjørdur.
Okkurt eftir
Áhugin millum tey ungu fyri átakinum “Ung í arbeiði” tykist vera stórur kring landið.
Her í Sørvági eru einir fimm aðrir bólkar av ungum fólkum í ferð við at gera ymisk arbeiði fyri kommununa: Rudda, lúka, sláa gras og annað sum tørvur er á.
Bólkurin sum Ørvur Guttesen er við í, taldi seks fólk. Tey hava fyri tað mesta ruddað ovarlaga í bygdini.
- Vit hava ruddað her í brekkuni og eisini rundan um eini hús sum kommunan eigur.
- Men tá vit eru liðug her, veit eg ikki beinleiðis, hvar vit skulu fara ella hvat vit skulu gera. Men okkurt man vera eftir til okkum, sigur Ørvur við einum brosi.
Ikki skrellimaður
Ørvur Guttesen er sum nevnt aðrastaðni á síðuni liðugur við 10. flokk.
Eftir at Ung í arbeiði er liðugt og hann hevur hildið summarferiu, ætlar hann sær á Studentaskúla í Havn.
- Nú á døgum má man hava eina útbúgving, fyri at kunna gera nakað, líka við undantak av at arbeiða sum skrellimaður, sigur Ørvur við einum brosi.
Sjálvur kundi hann hugsað sær at arbeitt innan bankaheimin ella okkurt við roknskapi. Men tíðin fer at vísa, um hetta gerst veruleiki.
Fyrst má hann rudda seg lidnan her í Sørvági. Tað verður ikki so leingi aftrat, tí nú stundar til døgurðasteðgin.