Gamalt er, at hvør ber, sum hann roynist. – Harumframt er tað eisini ein sjálvsagdur rættur hjá frúnni at fjálga um sína privatu lívslygn, men tað tykist ikki heilt ósmæðið, at hon troystar sær at fara í bløðini og púra ókritiskt skammrósa einum so nærum skyldmanni! Tí frúgvin kann ikki vera so naivt forstokkað, at hon ikki hevur varnast, at tað er ein rættiliga stórur meiriluti av føroyingum, sum als ikki hava tær somu ljósareyðu royndirnar við Høgna Hoydali, sum hon sigur seg hava!
Alter ego á Fólkatingi
Tað gav at bíta her í januar mánaði, tá ið forfardir og tærnakrympandi útisetar aftur einaferð noyddust at vera vitni til, at Høgni Hoydal uppførdi sítt ócharmerandi oneman-show á Fólkatingi, har hann letst vera bæði blindur og deyvur yvirfyri øllum logikki. Útisetar hava tí ógvuliga ilt við at kenna glansbílætið hjá frúnni aftur í tí sjáldsama smáttskorna og tvøra superkværulantinum, sum systematiskt hevur spilt Fólkatingsins kostbæru tíð í meira enn tvær vikur við tómum og trúttandi polemikki!
Hóast bæði Rikard Mikkelsen, Astrup Hansen, Rolf Guttesen og nógvir aðrir ferð aftan á ferð hava víst á, at tann manipulerandi mytan hjá Høgna Hoydal um bankakreppuna í 90´unum er heilt burtur úr vón og viti, so kemur hann aftur einaferð sum ketta upp úr høvdatrogi á Fólkatingi og borðreiðir við sínum óreiðiligu og infantilu tvangstankum. Ein slíkur maður, er í serklassa óerligur, frúgvin Hoydal!
Harafturat loyvir hann sær, sum honum vant at flyta føroyskan politikk úr Tinganesi niður á Christiansborg. Hann er so gjøgnumført illoyalur, at hann frá Fólkatingsins røðarapalli tekur bæði løgmann og Landsstýri av ræði við at fortelja donskum politikarum, hvat ið landsstýrið eigur at gera og halda. Slíkt er óhoyrd uppíblanding frá einum andstøðupolitikara! Tað samlaða føroyska Landsstýrið og meirilutin á løgtingi hava tikið undir við tí bankapakka og tí proceduru, sum danska stjórnin hevur skotið upp, og tað má Høgna Hoydal smyrja seg við, og hann hevur ongan moralskan rætt til at polemisera á einum donskum tingi móti eini føroyskari løgtings- og stjórnaravgerð. Slíkt ger eingin hampamaður, frúgvin Hoydal!
Tað var skammiligt fyri føroyingar at síggja, hvussu danski økonomiministarin, Lene Espersen mótti tosa við Høgna Hoydal sum við ein óflýggjaligan smádrong í troðsi-aldrinum. Hon var bæði lagalig, kyrrandi og tolin, men mátti at enda konstatera, at Hoydal vildi polemikkin framum sakligheitina, meðan hin føroyski umboðsmaðurin, skilamaðurin, Edmund Joensen staðfesti, at tað var fyrimyndarligur samróður millum Tað føroyska Landsstýrið, føroysku bankarnar og Ta donsku Stjórnina. Tað er ein markantur kontrastur millum tann hábærsliga og tignarliga Edmund Joensen og ta paranoidu krympireyvina Høgna Hoydal. Tann fyrri ger føroyingum miklan heiður – tann seinni ger okkum bara fyri skommum!
Søgan endurtekur seg
Men heldur ikki alt loysingarliðið fegnast um at síggja og hoyra, hvussu Høgni Hoydal tíggjar sær á Fólkatingi, so tí hava hoydalbingar sæð seg noyddar til at mobilisera tær desperatu krisu-reservirnar, m.a. tann altíð glaðbeinta Kaj Vágfjall. Undirlutakenslan yvirfyri Edmundi Joensen hevur jú leingi verið ein hervilig problemplága hjá Hoydals-juntaini, so tí hevur hon lokkað tað ovurfúsa Vágsfjallið (mpp) eftir Edmundi. Og Fjallið legst ikki á boðini: Tað roynir í eini desperatari pro-høgnesiskari grein í Sosialinum um mánaðarskiftið at ”prógva”, at Edmundur slett ikki er líka so raskur sum Høgni Hoydal (sic), men tað er synd at siga, at tað eydnast Fjallinum at sannføra okkum um, at tað er nakað sum helst mansevni í Hoydalbinginum!
Men fyri at seta trumf á sína miseydnaðu grein profeterar tað fantasifulla Vágsfjallið, at Edmundur Joensen fer at ganga á vetrarskeiði hjá Rolfi Guttesen og mær her í Kjøpinhavn! - Hetta eru púra ókend tíðindi fyri bæði Rolf og meg; - Edmundur sjálvur veit heldur einki um tað!
Hví Vágsfjallið heldur, at júst Edmundur skal hava brúk fyri undirvísing, er eisini gátuført, tí hann skrivar nógv betri føroyskt mál enn hoydalbingar, og hann hevur eisini ferð aftaná ferð argumenterað hoydals-feðgarnar sundur og saman í bløðunum!
Harafturímóti kundu bæði Fjallið og hoydalbingar trongt til undirvísing, men tað verður helst eitt strævid, ónossligt og møtimikið projekt, sum bara teir allarfægstu instruktørar høvdu havt bindindi og idealismu til!
Men hesi fesku politisku dømi av Folkatingi, eru ikki neyðug fyri at dokumentera, at harra Høgni Hoydal líka síðani hann fór at gera um seg sum journalistur og politikari í 90´unum stórt sæð aldrin hevur verið plágaður av hvørki hampuligheit, erligheit ella objektiviteti. Tvørturímóti!
Nøkur søgulig dømi
Lat okkum taka eitt sindur burtur úr tí ónossligu søgurúgvuni, sum komandi søgumenn skullu royna at dissikera og tolka um ein mansaldur ella so:
Høgni Hoydal gjørdi eina ta mest manipulerandi sending um bankakreppuna í 90’unum, eina sending, sum fekk sjálvt nationalar journalistar at vamlast! Hann skuldi eitast at hava lisið kommunikatión, sum onnur plaga at fáa í vøggugávu, men ”studiið” hevði bara givid honum hegni til vulgera manipulatión! Hann vísti seg sum ódugiligan journalist!
Hann játtaði sær sjálvum ein hóp av pengum frá Mentamálaráðnum til at fáa eina danska vinkonu, Ullu Boje Rasmussen at gera ein vitleysan propagandafilm um seg og sínar hjálparleysu fullveldisneytar.
Hann var so ólátaður og grovur undir sonevndu fullveldissamráðingunum við frú Marionnu Jelved og Poul Nyrup, at Arnfinn Kallsberg mátti taka hann í skúla og belæra hann um vanligan fólkaskikk. Hetta hevur Marianna Jelved fleiri ferðir váttað!
Tá ið Arnfinn Kallsberg, løgmaður var burturstaddur, upptraðkaði Høgni Hoydal fleiri ferðir so illoyalt, at Arnfinnur fekk stór problem við at káva útyvir tey katastrofalu úttalilsir og mistøk, sum Hoydalbingurin hevði gjørt seg sekan í, uttan nakra heimild!
Hvør minnist ikki, tá ið Hoydalsfeðgarnir av teldu-kleyvarskapi komu at avdúka, hvussu teir við vilja vildu mótarbeiða Arnfinni, løgmanni við at sabotera løgmannsarbeiðið og søkja eina destruktiva konfrontatión við Danmark og danskar politikarar.
Hvør minnist ikki, tá ið Høgni Hoydal hevði havt fund við danska justitsministarin, Frank Jensen og Høgni kom braneggjaður út og fortaldi, at nú høvdu teir báðir borið so í bandi, at tað var leyst og liðugt at yvirtaka politivaldið. Frank Jensen mátti ovfarin, men tolin avsanna orðini hjá Høgna, tí málið hevði yvirhøvur ikki verið viðgjørt á fundinum millum ministaran og Høgna!
Og sjálvt um Høgni Hoydal á vanligan manipulerandi hátt hevur roynt at bagatellisera tað, so er tað eitt faktum, at hann og Sjúrður Skaale brutu allan parlamentariskan sið við at taka ein orienterandi fund við Franki jensen uppá band, uttan at hava upplýst ministaran um bandupptakaran. Tey sonevndu Sjúrðarbondini hava fingið merkiliga lítla umrøðu í føroyskari pressu. Men tað er eitt faktum, at tann ódiplomatiski atburðurin hjá HH og SS var út um alt mark óhampuligur og óerligur!
Hvat skullu vit halda um tann sonevnda norðuratlantiska spælibólkin, har tað freka tjódveldisumboðið nassar sær til økonomisk serrættindi saman við kyniskum grønlendskum pamparum.
Og hvat við tí stupidu spyrjingini á Fólkatingi, har HH spyr evnaveikar spurningar, sum antin eingin ella øll kunnu svara uppá. Spurningar, sum bara eru ætlaðir til at kværulera og promovera seg sjálvan. Hetta kann fáa tann vanliga danskarin til at halda, at føroyingar eru bæði barnsligir og steinbýttir.
Dømini um óhampuligan og óerligan atburð eru legio, men hetta var bara ein lítil upprokning, sum ikki beinleiðis vísir harra HH sum tann erliga hampamannin, sum frúgvin og Fjallið fortelja um! Annars kann tað leggjast afturat, at fyrrverandi næstformaður í Tjóðveldisflokkinum, harra Tórbjørn Jacobsen fyri ikki so langari tíð síðani í Sosialinum skrivaði, at harra Høgni Hoydal var ein sjáldsama grovt manipulerandi maður, og tann myndin, sum tjóðveldismaðurin teknaði av sínum formanni var alt annað enn hampulig og erlig!
Hvørjum skullu vit nú heldur trúgva: Tí inhabilu frúnni, tí servila og sleiska Vágsfjallinum ella einum leiðandi partamanni og næstformanni hjá sjálvum tí ráðaríka hoydalbinginum!
Politiski karikatururin Men tann sanna myndin av parlamentarikaranum Høgna Hoydal er ein politiskur karikaturur! Hann hevur ongantíð havt seriøs formansevni og so leingi, sum tjóðveldismenn troysta sær at flættast við hann, átti eingin annar føroyskur flokkur at spilt tíð uppá tjóðveldissektina! Tí var tað ein ófatulig politisk tragedia, tá ið Jóannes Eidesgaard fann uppá at mynda hitt sonevnda CHE-landsstýri við Høgna Hoydali uppií, tí hoydalbingurin er avgjørt ikki egnaður á parlamentariskum gólvi, - hann er stutt sagt ikki politiskt salonfähig. Javnaðarflokkurin við Jóannesi Eidesgaard á odda skuldi hildið seg serliga langt burtur frá einum flokki, sum troystar sær at hava ein so óerligan, manipulerandi og óhampuligan parlamentariskan oddamann!