Langferðaálvari og modernaða menniskja

? Á slóðina á muninum millum tað mystiska og modernitetin í Tubingen

EITT FERÐAESSAY

»Hýkur dimmið um hellulandið.
Kámast agnið, her eg standi«.

Chr. Matras

»Kanska heimspekin vísir okkum besta av øllum, hvussu løgið menniskja er. At filosofera, er vera byrjaður av nyggjum hvørja ferð«.

Martin Heidegger


Børnini spæla, kvinnurnar grína og øll roykja í hesum endanum av barrini. Eg eri í Tübingen í Baden-Württemberg í Suðurtysklandi. Tey lesandi við síðuna av drekka Latte machiatto, ið café au lait eitur her, dagurin er nýggjur enn.
Maðurin við síðuna av líkist einum týskum intellektuellum, skíklæddur, kraftigar skógvar, mitt á sumri. Hansara stutta hár og myrku hornabrillur reika niður yvir eina tjúkka bók, ið hann skrivar í, hann líkist suðurtýska heimspekinginum Martin Heidegger, ið búði skamt her frá í fjallasmáttu síni í Todtnauerberg í Schwartswald. Heidegger hvørt djúpskygni var øgiligt, bók hansara: »Sein und Zeit« ein torso og ein katedralur av tonkum, onkrir líka so lemjandi sum argasta fundamentalisman, aðrir eru djúpir sum brunnar. Ræðani er hon tó, bókin frá Max Niemeyer forlaginum her í Tübingen, tí tað var her Heidegger útgav hesa bók, ið enn vekjur undran. Hesin maður í barrini tykist tvørur, óður, stillisliga og innantanna østur inná fartelefonir, nútíðina, sjónvarpið, sum er hart frá og fult av fótbólti. Hesin er helst ein tíðarinnar havreki. Kanska eru tað atfinningarsamir tankar, hann roynir at skriva í bók sína.
Hölderlin
og Heidegger
»Stormurin, ið ferðast gjøgnum hugsan Heideggers, er sum túsundára gamli stormurin, ið fýkur okkum á møti úr verkum Platons, stormar, ið ikki eru úr hesi øld, men koma frá tí fyndargamla, og leggur eftir seg, nakað fullkomið, eins og alt fullkomið fer aftur til tað urgamla«.

Hannah Arendt

Millum róp, royk, tjóðsangir, ið teir spæla aftur og aftur, tí onkur vann í fótbólti, her í steikjandi suðurtýska hitanum, kenni eg eina hugtyngslu, ein meiningsleysan longsul eftir spælandi børnum, lýggjum vindi, summardáum, sóljum og einum føroyskum summardegi. Her í hitanum, leggi eg einki í Týskland, rokaðar bókhandlar og leingist heim ? kanska havi eg verið her ov leingi? Tað er sum øll lond eru horvin, sum tilvildarlig mark. Kanska eri eg sum Johann Wolfgang von Goethe helt fyri, raktur av hesum hann sigur í Faust: »Die Zeit ist kurz, die Kunst ist lang«, listin er long og lívið stutt, sum gamla latínska temaði, so melankolskt boðar. Faust er um dreymin um at umskapa seg til okkurt annað enn ein er, við at selja sálina til Fanan sjálvan. Tað er her, at Dr. Faust ikki skilir, at um ein ikki hevur gávuna at doyggja og livna aftur innanífrá, uttan hjálp ella illar andar, gerst ein bert ein syrgin gestur á hesi myrku jørð.
Gula tornið hjá svaka Friedrich Hölderlin við fjøruna, kastar ein vakran skugga yvir Neckaránna, hetta stað, sum Heidegger vitjaði mangan í huganum, tá hann læs Hölderlinsa yrkingar og skrivaði um tær. Hin 30. november 1933, tosaði Heidegger her í Tübingen, skamt frá hvar eg siti, um universitetið í tí nationalsosialistiska statinum, har hann legði á at samanknýta kollveltandi nýggja veruleikan sum nakað, ið ikki bert er borið av tíðini, men er sum ein gandakendur veruleikans sirkul, har við lata okkum umskapast, eins og yrking Hölderlins. Heidegger sá yrking Hölderlins sum eina heild, eitt kalejdoskop, ið rúmaði allar veruligar tankar, tí henda yrking opnar seg bert fyri tí, ið vil, og kann eins og politikkur og heimspeki, meinti Heidegger, gerast ein kollveltandi tilognan og ein heildarbroyting av tilveruni. Hesin longsulin eftir eini nýggjari heild, serliga hjá teim, ið vildu hava eina nýggja andaliga tíð handan modernismuna, setti Hölderlin fram sum ein samleikaskapandi yrkjara, og hetta, at hesin yrkjarin gjørdist svakur, gjørdist, við einum øvugtum logikki, tí bert eitt tekin um at hann var farin inná álítandi, sannar og eftirfarandi hugans gøtur, at hann troyddi og royndi at samansjóða yrking, tilveru, heimspeki og politik við »tí mystiska«, sum her í yrkingini: »Til Lagnurnar«:

»So vælkomin tú stilli heimur av skuggum!
Eg eri nøgdur, sjálvt um ljóðføri ikki er mítt
Hetta, ið leiðir meg niður. Tá eg einaferð havi
Livað sum gudarnir, og meiri er ikki neyðugt«.

Her er galskapurin, ein heimur av skuggum, ið hann bjóðar vælkomnan, sum ein leið inní gudabornan mystik og vakurleika, tí hann veit, at hann ikki spælir ljóðføri sjálvur, t.v.s. at hann veit, at hann er um at gerast svakur. Hjá hesum yrkjara fann Heidegger ein sannleika, ið kundi knýta saman aftur millum heimspeki og bókmentir, sum longu Platon hevði lagt á at spjaða, tí Platon hevði einki álit á yrkjarum og bókmentum, ið hann ikki meinti kundu bera okkum nærri einari fatan av veruleikanum, men meiri avlagað okkara fatan av hesum. Sum Platon helt fyri: »Møtir tú einum, sum hávirðir Homer, ein, ið heldur, at hesin varð uppalari Hellas, tá skalt tú spyrja, hvat hann heldur um hetta at stjórna ymisk viðurskifti í lívinum, soleiðis at ein og hvør skal gera sum hann sigur. (?) Sleppa vit hunangssøtu Yrkingarmusuna inn um gátt (?) gerast trá og lýðing kongar í Statinum, ikki lógin, ikki skynsemi, ið altíð hava víst seg at stjórna best«. Tað varð hatta Heidegger ikki vildi góðtaka, saman við nærum øllum samtíðartankum og royndum at broyta heimin og lív hins einstaka til tað meiri sanna.
Kanska hesin maðurin, ið líkst Heidegger, er ein rithøvundi komin at lesa okkurt upp, kanska hann hevur skrivað okkurt ódeyligt kvæði her í hesi stóru og roykfyltu barrini.
Suðurtýskland
og Heideggersa ótti
Heidegger skilur ein betur, um ferðin er gingin til Suðurtýsklands, til sunnastu landspartarnir í stóra landinum Týsklandi, til Bajern og Baden-Württemberg, serliga til Schwartswalds økið, ið er sera stórt og umfatandi. Nálaskógurin er svartur, tættur, trøini høg, fjallaland við spjaddum húsum, bygdum, smáum- og størri býum. Áirnar øgiligar, og beinleiðis vandamikið, er at royna at ganga ein túr í skógunum, tí nakrar metrar inni kennir tú teg ikki aftur. Her livir gamla týska ondin, Weissbier, Schwartswaldschinke, fólkadraktir, her er moderniteturin avlýstur, ella ongantíð komin. Húsini enn bygd sum bóndahús úr miðøld og frá 17. øld. Her er tað Týskland, sum romantikarnir droymdu um, málaðu og yrktu um, mest sum eitt »live« tjóðskaparromantisk fata morgana. Hetta var tað øki, tann lívsformur, ið Heidegger kendi og vildi verja móti modernaða lívinum, móti spjaðing, dekadensu, bohemum, stórbýum, modernaðum lívi, urbaniteti og friðleysum hálvfullum reikarum.
Heidegger fór sum ungur í prestalæru, gavst, men legði á at troyta eina kryptiska og mystiska heimspeki, m.a. við at skriva stór verk um Nietzsche. Heidegger dámdi ikki vanliga modernaða civilisatión, modernað menniskju, tað er sum um at schwartswalds bóndin, ið einki segði, bara »var«, var eitt meiri »veruligt« menniskja, enn alskyns pyntaðir harrar og væl vandar býarkvinnur. Heidegger goymdi eina stilla desperata øði, ið altíð hótti við at bróta fram sum ein goseldur. Hann kom til arbeiðis í Freiburg á Universitetinum skíklæddur, við skíum undir hond, hetta kann tykjast sum eitt hugnalig brá við manninum, men tá á døgum, var hetta há og spott ímóti professaraveldinum, tí ikki var tað umhildið, at ein professari líktist einum bónda. Scwartswalds sonur, helt á dyr eftir fyrilestrarnar og niðan í fjøllini, har fell friður á hann. Heimspekin hjá Heidegger byrjar mitt í lívinum, sum ein stemningur, ikki sum reinir tankar, ikki ein heimspeki lærd frá lærarapultum, men ein djúpur tóni, sum ljóðið av einsemi og náttargalum djúpt inni í svarta Schwartswaldskóginum.
Brá av antimodernismu
Innan katólsku læruna um ár 1900 var bardagin ímóti modernismuni umráðandi. Carl Braig skrivaði í bókini: »Um veran ? Skitsa til eina ontologi«, um »De falsis doctrinis modernistarum«, um følsku modernismuna. Hesir antimodernistar læs Heidegger sum ungur maður, vóru ikki bara ímóti upplýsing, humanismu og tonkum um framburð, men vildu ávara um at vísindi kann vera ein dogmatiskur svøvnur, har sovornar leiðir sum biologisma og positivisma, vildu seta logik og pragmatik saman og týna alt annað enn tað vit kunnu mála og viga. Hesir antimodernistar funnust at modernaðari siðmentan, at modernaða menniskjað væntaði virðing fyri ótømandi loyndarmálum við veruleikanum vit eru ein partur av. Tá menniskja setur seg sjálvt í miðjuna, kann tað fáa eitt fátækt nyttuborið viðurskifti til sannleikan, har tað sanna er tað, sum nytta er í, og kann geva okkum praktiskan framburð, her og nú. Hin blaðungi Heidegger gjørdist limur í »Gralsbund«, ið var ein antimodernistiskur felagsskapur innan katólska ungdómin.
Heidegger kendi fólkini í smábygdunum, so sum Kreenhainstetten, Messkirch og í stórum býunum sum Konstanz og Freiburg, hann sá tí munin á borgarliga umhvørvinum, har fólk vóru ílatin mótaklæðir, tosaðu um bókmentir, list og heimspeki, meðan hjartað hjá honum lá hjá: »Teim náttúrligu, frísku, sunnu fólkunum, við grovu dialektini. Vanliga ramliga bygdin, Kreehainstetten, við djarvu, sjálvvissu íbúgvunum (?) So einkult, klárt og satt?«. Her sær ein longu ein longsul eftir tí veruliga og upprunaliga menniskjanum, mótvegis tí tamda og kanska oyðilagda, her kemur stóra temaið innan eksistensheimspekina undan, ið boðar okkum at liva »veruligt«, at finna okkara veran, sum eina veruliga »veran«, mótvegis falskari læru, og óektaðum borgarligum samfelagsligum leiklutum. Tað er hetta Heidegger byrjar við at siga í bókini: »Sein und Zeit«, at vit hava gloymt hvat tað veruliga merkir at vera, har hann endurgevur Eleatin frá Platonsa dialogi: »Sofisturin«, ið sigur: »At alt ov leingi hevur tú vita, hvat tú meinar, tá tú brúkar orðið »veran««. Tað er hendan veran, ella meiningin við hesi, ið Heidegger setur sær fyri at finna.
Roykurin av Heideggersa barndómskorum av skinku, osti og Weissbier fylgdi við, hann var av fólkinum, altíð ótyggur á bonaðum universitetsgólvum, men glaður í heimbygdini Messkirch. Tá lesturin av heimspekinginum Brentano, lærumeistara Husserls gjørdist ov fløktur, fanst ein annar heimur í bygdini: »Á bygdagøtuni fáa vit veruna til gávis, í tí ósagda (?)« helt hann fyri.
Sólin setur, kaffi smakkar av Føroya Bjór. Maðurin við síðirnar av líkist ikki meiri Heidegger, men Janus Djurhuus í hamferð, vilstur í tíð sum allir hemingar. Rópini frá fótbóltinum ljóða sum grindaboð, eg kundi svorið uppá, at úti á gøtuni ljóðar sum øll hoyggja. Lýggjar, rívur ganga so friðsælt, sum Jens Dam Jacobsen helt fyri:

Hann við lýggja
hon við síni rívu
Hennar brá og bros ?
hansar´ skemt og tos ?
ber bert boð um tvey, ið líka lívið

So einkult er tað kanska. Tjøldur láta, handan róp og royk á hesi barrini, ella Gasthausið í Tübingen, hoyri eg fyri mær Erlu Kongsdóttir so sorgablýtt láta: »Komi heim Føroyalands burturvistu børn« Men eisini hon veit, at ófriður er á flytifuglum. Áðrenn fráferð kemur langfaraálvarin á hesar fuglar, sum Heðin Brú helt fyri. Tjøldrini bína, kúrandi sita tey á nesjum og tangum við høvdi undir vong. Kanska er tað heimferðarálvari, ið er lægstur á meg, hevði viljað hoyrt hvørkveggjuna, ternur og sæð reyðfiskin blinka á seiðabergi. Ella er tað bert Tübingen, Suðurtýskland og øll 20. øld, ið legðist á meg, saman við æviga ivanum, um modernaða menniskja skal frígera seg frá óttanum, ið livir við honum í modernitetinum, ella skulu vit sum Heidegger tykist meina, liva langt frá og »uttanfyri« alla vanliga mentan, t.d. í eini fjallasmáttu í Schwartswald.
Tað er eitt lop frá Schwartswald til Føroyar, men har hava vit eisini eina djúpa flá í mentanini, fyri hesum at syngja og yrkja um heimstaðin, um harmoni, kosmos, sum maðurin frá Viðareiði, ið dugdi at siga tað:

Hvítar lýsa gjar-
og flidnarendur
Standa menn á nesjun
og á tongum.
Bátur rør við
áratøkum longum.

Heidegger hevði dámt at farið á seiðaberg, hann hevði kanska endurfunnið eina hugmynd um okkurt óspilt, reint og upprunaligt á Viðareiði, millum harðførar viðingar. Kanska hann og Christian Matras kundu farið á flot, bara sitið í dýrdarveðri og verið til, har óttin er rendur á bláman, tí niðri í kjølinum skvatlar okkurt tjúktflótandi »mystiskt«, saman við eini hálovan av heimstaðinum.
Og jú, eg eri ikki við umborð, varð báturin mín, hevði eg rent nøgluna úr og svomið í land, tí langfararálvarin er støðan av frælsi, ið modernaða menniskjað er æviga blakað inn í, ið minnir okkum um æviga óttan, eins og moderniteturin ikki bert er óndur og spjaðandi, men opin við alskyns dýrd.