Petur á Geilini og Tróndur Jacobsen úr Havn hava seinastu tíðina fingið nógv brøv frá amerikanskum prædikumanni, sum vil hava teir at lata pengar til vælgerandi endamál – og sjálvur fáa peningaliga signing afturfyri.
Vit sita í stovuni hjá Peturi, har hann og Tróndur vísa fram øll brøvini, ið teir hava fingið frá amerikanska »profetinum« og »gudsmanninum« Peter Popoff.
– Øll brøvini snúgva seg um at geva pengar. Hann skrivar síðu upp og síðu niður, hvussu vit skulu geva pengar, eitt nú 30 dollarar, til Guds verk – sum væl at merkja er til Popoffsa verk. Men Gud fer sjálvsagt at signa okkum sum gevarar og fer at geva okkum pengarnar hundraðfaldaðar aftur, sigur 19 ára gamli Tróndur við einum ironiskum tóna og speiskum smíli.
Tú skalt hava lív í yvirflóð
– Tað heila byrjaði við, at eg sat og surfaði á netinum um Benny Hinn og líknandi prædikumenn. Eg havi altíð havt ein stóran áhuga fyri grøðingar- og sjónvarpsprædikumonnum. Sjálvur eri eg rættiliga kritiskur yvir fyri prædikumonnum, sum lova ella næstan garantera verðsligar signingar, sokallaðir »Health and wealth« prædikumenn. Men eg trúgvi sjálvsagt ikki, at teir allir gera tað í ringari meining sum so. Øðrvísi er tó við Peter Popoff, sigur 21 ára gamli Petur.
– Vit sótu so tríggir vinmenn og hugdu á Youtube eftir eini sending, ið millum annað kom at snúgva seg um Peter Popoff. Eg hugsaði bara »What? Ræðuligt hatta er langt úti!« Hetta er tann prædikumaðurin, sum eg haldi hevur verið allarmest langt úti av teimum, sum eg havi sæð, sigur Petur.
– Eg eri ótrúliga forvitin av nátturu, so eg mátti tjekka heimasíðuna hjá honum út. Tað fyrsta, sum man sær, eru ymiskir vitnisburðir frá fólki, ið hava fingið alt møguligt materielt so sum bilar og hús eftir teirra møti við Peter. Tað næsta, man síðani sær, er ein stór lýsing, ið sigur, at Gud ynskir, at tú skalt vera skuldarfríur. Og tað er sjálvsagt peningaliga skuldarfríur, sigur Petur.
– Ja, heimasíðan er ótrúliga manipulerandi sett upp. Niðast á síðuni eru fýra videobrot á ein hálvan tíma hvør. Eg byrjaði at hyggja eftir tí fyrsta uttan at vita áðrenn, hvat tað reiðuliga snúði seg um – hóast eg hevði ein mistanka, sigur Tróndur og heldur fram:
– Brotið byrjaði við, at Peter og konan presenteraðu seg. Síðan fór hann aftur at tosa um, hvussu Gud ynskir, at tú skalt vera ríkur. Eg vamlaðist, men hugdi víðari. Í ein samfullan hálvan tíma sat hann har sum ein slanga og oysti lyfti, garantiir og ynskir frá Gudi, at tú skalt vera ríkur. Sjálvsagt kryddrað við nøkrum útvaldum vitnisburðum, har fólk hava fingið pengar, aftaná at Popoff hevði biðið fyri teimum. Tað bleiv at enda ov nógv, og eg kláraði ikki at hyggja eftir øllum.
Vinmenninir fingu hug at venda sær til Peter Popoff.
– Har var møguleiki at skriva til Peter Popoff. Eg tordi eitt sindur illa at skriva í byrjanini, tí man veit ongantíð, hvørjum man kann verða útsettur fyri. Men tá vinmenninir hjá mær báðir gjørdu tað, hugsaði eg, at so mátti eg eisini. Eg royndi at provokera Popoff eitt sindur, har eg sendi honum eitt vers úr Bíbliuni, um at tú ikki kanst tæna tveimum harrum, Gudi og mammon, sigur Petur smáflennandi.
Hann væntaði sær ikki nakað svar, men tvær vikur seinni kom ein brævbjálvi sendandi úr USA.
Miracle Spring Water er »svarið«!
Eitt av teimum tingunum, sum á ein hátt sermerkir Peter Popoff, er hansara Miracle Spring Water (Undurverkar kelduvatn). Vatnið verður sent í smáum íløtum, eitt vet størri enn testperfumir.
– Hetta vælsignaða Miracle Spring Water er tað heilt stóra »hittið« hjá Popoff. Á heimasíðuni er tað stórt sligið upp: »Gud ynskir at tú skalt vera skuldarfríur« við eini mynd av vatninum og vegleiðing í at fáa tað. Vatnið er svarið til alt! Um tú ert sjúkur, troyttur, syrgin, einsamallur, kærleiksleysur, treiskur og so framvegis, men ikki minst skuldarbundin, so skalt tú bara brúka Miracle Spring Water, og tín trupulleiki verður við tað sama loystur, sigur Petur ristandi við høvdinum.
– Mítt Miracle Spring Water var heilt tómt, tá eg fekk tað. Vatnið klárar at loysa allar heimsins trupulleikar, men at halda seg í ílatinum var ov nógv at krevja, sigur Tróndur skemtandi.
– Eitt dømi um, hvussu pengagrískur og manipulerandi Popoff er, er nevniliga hansara framferð við vatninum. Sjálvt vatnið er ókeypis, so tú kanst fáa tað uttan nakað. Men fyri at vatnið skal hava nakra kraft, so má man gera eina lýdnisgerð í trúgv fyri Gud. Og tann lýdnisgerðin er – yvirraskandi nokk – at senda Popoff pengar.
Persónlig brøv sum eru eins
Saman við vatninum sendi Peter Popoff eisini brøv.
– Brøvini eru ótrúliga manipulerandi og ritualistiskt skrivað. Hann sendir eisini eina vegleiðing í at lesa brævið, har hann vísir á, hvat skal lesast fyrst, næst og síðst. Typiskt byrjar hann brøvini við einum skriftbroti, og tað eru altíð skriftbrot, ið snúgva seg um pengar. Ofta tekur hann eisini onnur brot og vendir og snarar teimum, so tey eisini koma at handla um pengar, og um hvussu Gud ynskir, at tú skalt vera ríkur.
– Síðani byggir hann á hesi versini, har hann skrivar fleiri síður um, hvussu Gud bara ynskir at signa teg á allan hátt. Um tú er ein góðtrúgvandi sál, er tað ótrúliga lætt at verða smikraður og rivin við av hansara retorikki. Til síðst endar hann við at siga, at um man ynskir allar hesar signingarnar, so má man vera lýðin móti Gudi og donera til Hansara verk, sum jú sjálvsagt er Popoffsa verk, sigur Tróndur.
– Men Popoff er ógvuliga skjótur at skoyta uppí, at pengarnir verða givnir mær 100 ferðir aftur. So um man gevur 30$, skal man fáa 3.000$ aftur – við garanti. Eg fái gásarhold av hesum.
– Brævið er skrivað við tveimum ymiskum skriftum. Umleið helvtin er skrivað við vanligari telduskrift, meðan hin helvtin er skrivað við »hond«. Tað vil siga, at Popoff vil geva tað inntrykkið, at hann persónliga hevur lagt tíð og orku í at skriva mær mítt heilt egna persónliga bræv. Hann brúkar eisini vendingar sum »Petur« and »Brother á Geilini« fyri at geva eyka tyngd. Trupulleikin er bara, at um man hyggur nágreiniliga eftir, so sær man at hondskriftin er skrivað við teldu. Haraftrat vóru bæði tekstur og skrift fullkomiliga identisk í báðum brøvunum hjá Tróndi og mær, sigur Petur.
Setir kristindómin í eitt ringt ljós
– Tíverri vísir tað seg ofta, at tað skal bara ein persónur til fyri at seta onnur fólk í ringt ljós – og í hesum førinum sera ringt ljós. Vit hava sæð tað gjøgnum allar tíðir – eisini í Føroyum – at slíkt hendir. Tá fólk, sum vita lítið um kristindóm, síggja ein mann sum Peter Popoff, eru tað stór sannlíkindi fyri, at tey halda, at hetta er tað, sum kristindómurin snýr seg um. At kristindómur snýr seg um gull, grøðing og grønar skógir. Tá tað so vísir seg, at fólk ikki verða grødd ella rík, munnu tað vera mong, ið rista við høvdinum og forkasta kristindómin, sigur Petur.
– Hetta er pervers neyðtøka av kristindóminum, har Popoff uppá tað fúlasta misbrúkar alt tað góða og vakra í kristindóminum til egnan vinning. Álvaratos, nær er kristindómur farin at handla um pengar? Í mínum høvdi hevur hann altíð snúð seg um kærleika, náði, vón, troyst o.s.fr., sigur Tróndur avgjørdur.
Loyvt at vera kritiskur
– Vit vilja gjarna ávara føroyingar móti slíkum følskum profetum. Oftast eru teir fulkomiliga líkaglaðir við tær og tínari støðu. Teir hugsa kalt og kyniskt um seg sjálvar, sigur Tróndur.
– Sjálvsagt er tað munur á ymiskum »health&wealth« prædikumonnum. Summir gera tað kanska við góðum hjarta, men tað gera so avgjørt ikki allir. Eg eri vísur í, at Peter Popoff er ateist, men hevur sæð hesa leiðina sum ein gyltan møguleika at skora kassan – sum hann tíverri eisini hevur gjørt. Tá alt kemur til alt, mást tú vera kaldur og hjartaleysur fyri at kunna snýta og lúgva so grovt fyri fólki, sigur Petur.
– Ja, eg sá ein dokumentar um Peter Popoff, har tað var ein familja, ið hevði mist allar pengarnar hjá sær, tí tey høvdu givið alt til Peter. Tey áttu lítið frammanundan og vildu, at Gud skuldi signa tey, so tey góvu heilar 4.500$ til Peter. Tey góvust ikki við at geva, fyrr enn tey ikki áttu eftir fyri mat. Men tey fingu ongar pengar hundraðfaldaðar aftur. Tey lógu sum eitt bløðandi offur, sum Peter Popoff hjartaleyst hevði skrætt sundur, sigur Tróndur.
– Tíverri eru nógv kristin í dag bangin fyri at vera kritisk. Møguliga halda tey, at man er minni andaligur fyri tað. Men álvaratos, tað er ikki uttan orsøk, at vit hava fingið eitt høvd og ein heila. Tað er m.a. fyri at sortera tað góða frá tí ringa. Úlvar í seyðaklæðum eru nevniliga at finna enn tann dag í dag, siga Petur og Tróndur at enda.
- - -
Brot úr brøvunum frá Peter Popoff:
There are all kinds of money... but MIRACLE MONEY is unlike any other. Money can come from your job (earned money), money can come from a deceased relative (inherited money), money won in lotto (chance money)... BUT GOD HAS INSTRUCTED ME TO »CALL FORTH MIRACLE MONEY« as you and I obey God
Brother Jacobsen, in Jesus’ name, thank Him with your offering. I feel led to ask you, Trondur, to PROVE GOD with a €19.00 offering. If you believe that God is a God with double portion blessing, I ask you to sow a seed of DOUBLE PORTION of €38.00 in honor of II Kings 19:7
God just spoke to me that if you will obey God with a DOUBLE PORTION PROVE GOD OFFERING OF €38.00 BY FAITH, WE CAN CLAIM A 1000 FOLD RETURN!
In Jesus’ name, as God’s Servant of Increase... I feel led to ask you to sow a seed of €20.00... This is the seed God will use to break loose your harvest. Now listen, if there is no way you can send that amount now... send €12.00 and let me know you’ll send the rest as God provides...
Don’t come before God empty handed... Trondur, I feel strongly about this sacrifice of €20.00 but if your best is €12.00 do that... this is what will release this power to ERASE YOUR DEBT...
- - -
FAKTA:
Peter Popoff
Føddur í Týsklandi í 1946, men er uppvaksin í USA. Byrjaði sítt verk í 1980'unum, har hann ferðaðist runt og helt grøðingarmøtir. Tá hansara populeritetur var í hæddini í 1987, inkassareraði hann 4,3 mil. dollarar um mánaðin. Ein liður av undurverkunum var, at Popoff visti niður í minstu smálutir um tilvildarligar sjúkar persónar á møtinum, sum hann pástóð, at Gud fortaldi honum. Í 1987 mátti Popoff gevast við sínum virksemi, tí hann var avdúkaður av skeptikaranum James Randi í at snýta. Tað vísti seg, at Popoff hevði ein oyrasnigil, og at kona Popoffs fortaldi honum allar informatiónirnar um persónarnar, sum hon hevði savnað áðrenn møtið. Í 2004 byrjaði Peter Popoff aftur sítt virksemi og at halda møtir. Hansara teologi og metodir eru ógvuliga líkar teimum í 80unum.