Vit liva í dag, í størri mun enn fyrr, í eini tíð har ferðing er ein týdningarmikil partur av okkara gerandisdegi. Í okkara samfelag verður ferðing sædd sum eitt mál í sjálvum sær, og tað at vera á ferð, vera burturi frá tí heimliga gevur lívinum innihald.
Fyrr var tað oftast av búskaparligum ella lívfrøðiligum orsøkum, at fólk vóru noydd at fjakka. Tey vóru á ferð við tí hyggju at finna eitthvørt, ið var teimum at størri gagni. T.d vóru nomadarnir á ferð orsakað av klimatiskum og geografiskum áðum. Handilsmenn eru millum teirra - um ikki teir fyrstu - ið fjakkaðu víða um fyri at nøkta sín sølutørv.
Tá tær sonevndu menningarferðirnar (dannelsesrejserne) sóu dagsins ljós, kom tann hugurin vit í dag hava til at ferðast helst eisini upp í myndina. Endamálið við ferðini gjørdist nú tvífalt; bæði at uppliva tann ytra heimin søguliga og mentanarliga, men samstundis var ein persónlig ferð eisini gjørd, ein ferð, har endamálið var at gera sær egnar royndir, og sostatt økja um egnu persónsmensku. Hetta er óivað ein av høvuðsorsøkunum til, at nútíðarmenniskja altíð er á ferð og roynir ótroyttar leiðir . Í hvussu so er vóru tað júst hesar áður nevndu orsøkir, ið lógu sum grund fyri mínum vali at gerast ferðandi ella fjakkandi, sum tey nevna tað, tá tú tekur ryggsekkin á bakið og leiðin gongur út í víðu verð.
Evropa gjørdist ferðamálið. Helst hin heimsparturin, har tú ikki ert so langt burtur frá tí heimliga, hugsaði eg, men eg fór skeiv. Sum dagarnir gingu gjørdist tað mær týðiligari og týðiligari, at lond, ja nærum hvør býur, hevur ávísa mentan, samleika o.s.fr. Júst hetta gjørdi ferðina ógloymandi og spennandi.
Fyrst í septembur mánaða løgdu eg og vinkona mín leiðina út í stóru verð. Eftir at hava verið í Danmørk í nakrar dagar fóru vit við bussi til París. Ein drúgv ferð, ið vardi 21 tímar, men hetta var bíligasti ferðahátturin, og sum fjakkandi verður ein noyddur at spara har til ber.
Í Fraklandi skuldu vit heinta víndrúur í "Beajoulais" økinum í eini lítlari bygd at navni "Leynes". Nýggja starv okkara var heilt serstakt, við sólini bakandi niður í nakkan lógu vit á knæ, sótu á spannum, ja og tá liðið var út á seinnapartin, vóru summi, ið lógu á øllum fýra, hetta tí at tað var sera hart arbeiði og næstan ógjørligt at standa uppi dagin á tamb. Hvar tú hugdi, so sást tú vínmarkir og aftur vínmarkir, vit vóru jú endaðar í einum tí kendasta vínøkinum í Fraklandi, so nú var bara um at heinta og heinta so vínið kundi blíva bryggjað skjótast gjørligt.
Eftir sjey strævnar men øðrvísi og stuttligar dagar sum víndrúuheintarar, vóru vit lidnar, og ferð okkara kundi nú halda á fram.
Vit vóru samdar um at steðga í Fraklandi í nakrar dagar, og tað sjálvandi í París, einum býi, sum hevði serstakliga nógv at bjóða. Upplivilsini trutu ikki hesar dagarnar í París. Eiffeltornið var heilt avgjørt eitt satt upplivilsi, tað er ikki dagligt, at tú hevur møguleikan at standa og skoða út yvir París frá 270 metra hædd - ein vøkur sjón.
Í París keyptu vit eitt sokallað Interailpass, ið skuldi føra okkum kring um í Evropu. Interrailpassið er ein øðrvísi háttur at ferðast uppá enn vit eru von við her heima, tú ferðast bert við toki. Hetta er munandi bíligari enn at flúgva, og samstundis fært tú betri møguleika at fylgja við, hvar tú ferðast. Tó skal verða sagt, at ferðast við toki, kann vera sera møtimikið til tíðir, og tíðin stendur ofta í stað og næsta mál tykist sera fjart, men har aftur ímóti eru eisini ríkar løtur, har tíðin einki hevur at siga.
Nú vóru vit veruliga til reiðar at fáa ein leskibita av tí Evropa hevur at borðreiða við. Fyrsta ferðamál okkara var griska oyggin Korfu, men áðrenn vit náddu fram vóru vit noyddar at gista nátt í Milano, so vit fingu eina lítla kenslu av tí italienska gerandisdegnum. Endamálið við at fara til Korfu var fyrst og fremst ein tráan eftir sól, summari og strandalívi, og ikki kann sigast annað enn at hetta hilnaðist avbera væl.
Vit ferðaðust víða um og upplivdu mangt og hvat, men sjálvandi vóru øll støðini vit vitjaðu ikki eins áhugaverd. Serliga vóru Kekkia, Sveis og Holland sera áhugaverd, helst tí at her sást týðiligur munur á mentan, búskapi og umhvørvi.
Áðrenn farið verður undir at siga nærri frá hesum, kann nevnast, at okkara næsti steðgur eftir Korfu var søguligu býurin Athen. Har sóu vit millum annað "Acropolis" og Panathenaic Stadion har fyrstu modernaðu Olympisku leikirnir vóru hildnir í 1896. Frá Grikkalandi gekk leiðin til Budapest høvuðsstaðin í Ungarn, eisini ein býur við ríkari søgu. Seinni á ferðini vóru vit eisini í Týsklandi, har vit sóu føroyska fótbóltslandsliðið leika ein branddyst móti týskarum í Hannover. Úrslitið gjørdist øllum kunnugt 2-1
Kekkia, ja rættari er óivað at siga Prag, tí tað var har, vit hildu til teir dagarnar, vit vóru í Kekkia. Prag ein hugtakandi býur, ið tíðum verður nevndur - býurin við teim hundratals spírunum - hetta kemst av at tann gotiska byggilistin er eitt sereykenni fyri býin. Prag var ein av teim fáu býunum í miðevropu, ið at kalla slapp óskalaður undan seinna heimsbardaga. Hetta leggur tú til merkis, tá gingið verður gjøgnum gamla býarpartin. Tað tykist sum okkurt ævigt er við hesum býi, tí brádliga kemur ein kensla av, at tú ert í gamla Evropa, tí umhvørvið, og lukturin flyta teg fleiri ár aftur í tíðina. Søgan hjá hesum býi er ómetalig, eitt nú kann "Prauge Castle" verða nevnt - eitt slott - ið er bygt gjøgnum fleiri øldir. Keldur siga, at byggingin av hesum slotti byrjaði í 880 árunum, og síðan hevur hvør øld sett sítt merki. Serliga var tað í 14. øld, at byggingin var av stórum týdningi. Hetta var tá Charles IV sat á krónuni. Eitt skifti var slottið heimstaður hjá kekkisku krónuni. Í dag er slottið helst eitt av teimum støðum, ið dregur flest ferðafólk til sín í øllum Evropa.
Ja, søgan hjá hesum býi kann sigast verða rík, tað sóu vit, men vit sóu eisini at hetta var ein býur við stórum fátækaradømi. Líkamikið, hvar tú vendi tær á høvuðstokstøðini í býnum, ja so lógu heimleys og svóvu í onkrum horni, og í søguliga gamla býarpartinum sótu tey á rað og biddaðu, ein syrgilig sjón, men hin beiski veruleiki..
Tað var næstan sum at koma í annan heim, tá vit komu inn um markið til Sveis. Beinanvegin legði tú til merkis, at hetta var eitt av teimum fáu londunum, ið ikki tóktust tørva nakað. Sveis er sum kunnugt eitt ríkt land, og var hetta sera sjónligt fyri okkum ferðandi. Í hvussu so er frá norður til suður sást tú t.d. ein sera skipaðan infrastruktur, og at tað er so satt sum ofta verður sagt, at í Sveis "ganga" bussar og tok sum vælkendu Swiss urini.
Vit gistu í býnum Montreux. Ein býur sum óivað er einamest kendur fyri tónleikin. T.d. verður ein heimsumfevnandi jazzfestivalur hildin í býnum árliga. Kendi tónleikabólkurin "Queen" hevði eisini innspælingarhøli har og helt nógv til í býnum. Miðskeiðis í býnum, beint við kenda Geneve sjógvin, er ein standmynd Freddie Mercury til heiðurs. Freddie Mercury er einaferð endurgivin fyri at hava sagt: "søkir tú sálarfrið, kom til Montreux." Jú, sigast kann, at í hesum býi fært tú frið, um tað er tað tú leitar eftir. Vit vóru har um heystið, tá Alpurnar vóru hvítar og sólin speglaðist í sjónum, bløðini fullu av trøunum í alskins litum og tú vart mitt í náttúrunar ríkidømi - sannur vakurleiki.
Frá Sveis til Holland, jú har skuldi helst verði stór broyting, og tað serstakliga tá leiðin gongur til hin nógv umtalaða býin Amsterdam. Jú, sjónligur munur var. Í Amsterdam vórðu vit móttiknar á tokstøðini av einum manni, ið talaði fyri einum ávísum gistingarhúsi í býnum. Vit fylgdu við hesum manni, fyri at hyggja um hetta gistingarhús var nakað fyri okkum, jú tað var fínasta slag, so her valdu vit at búgva.
Vit vóru ikki meir enn komnar uppá pláss, so var onkur, ið spurdi um vit vildu keypa marihuana. Vit gjørdust heldur kløkkar, tí hetta vóru vit ikki vanar við, men soleiðis vísti Amsterdam seg at vera. Her var at kalla lógloysi á fleiri økjum, eitt nú er skøkjulevnaður og veikari rúsevni ikki lóglig men góðtikin, so hesi eru náttúrligur partur av teirra gerandis degi.
Gistingarhúsið, sum vit búðu á, lá beint við eina politistøð, men samstundis lá tað eisini beint við síðuna av fleiri sokallaðum "coffeshops", har fólk sita og roykja joints. Í námind lá eisini ein stór vøkur kirkja, men handan kirkjuna lá nakað, sum fleiri vóru meira hugtikin av, tað sokallaða "Red Light District" har skøkjulevnaður er sera umfatandi.
Hetta var tann umvenda verð, vit vóru í hvussu so er ikki vanar við hetta umhvørvið, vit nú brádliga búðu í, men heilt vist er, at hetta var ein samansettur býur, har fólk liva eftir sjálvgjørdum normum, eitt multietniskt samfelag, har øll kendu seg væl. At hetta var eitt multietniskt samfelag sóu vit, tá vit fóru at leita eftir fløggum at seyma á ryggsekk okkara. Ikki gekk long tíð, so høvdu vit øll fløggini vit annars høvdu leitað leingi eftir í fleiri øðrum londum, og mitt í øllum hurluvasanum funnu vit okkara egna "Merki", og tá vunnu kenslurnar á okkum.
Hesin býur hevði eisini nógv annað at bjóða, eitt nú vóru fleiri sera stórir marknaðir, nógvir vakrir bygningar og ikki at gloyma allar trætufflurnar, ið eru eitt av teirra sereyðkennum.
Nú var tíðin runnin og leiðin skuldi aftur leggjast norður eftir, frá einum flatlandi fóru vit til annað, og at enda gekk leiðin heimaftur til heimsins nalva.
Ein ferð, sum gav mær eina øðrvísi mynd av Evropu, og sum samstundis var eitt livandi prógv um, at H.C Andersen ikki fór skeivur, tá hann á sinni segði "at ferðast er at liva"!