vildi ikki taka okkum upp sum limir, orsaka av ríkisrættarligu støðu Føroya. ONF hevur hinvegin víst á, at á ítróttarliga økinum hava vit onki við Danmark at gera, har eru vit púra sjálvstøðug. Síðani fyrstu [...] Olympisku nevnd og Ítróttarsamband saman er sama gongd sum í hinum Norðanlondum. Í Íslandi hendi tað fyri bert tveimum vikum síðani. Gongd komin á Sum nevnt er onki hent við umsókn okkara í fleiri ár, men [...] møguleika at luttikið i Olympisku Leikunum. Har hava vit kanska ikki so nógv at gera reint ítróttarliga, men umframt vanligu olympisku leikirnar verður eisini skipað fyri olympiadu fyri smátjóðir, t. v. s. lond
eu nú nummar 118 av 192 londum. Vit eru tó framvegis frammanfyri lond sum Malta, Luxemburg og Liechtenstein. Albania er eitt pláss frammanfyri okkum. Danmark er eisini farið tvey pláss aftur og er nú nummar [...] nummar 15. Finland, sum hevru tikið seg nógv fram, er heilt afturi á einum 61. plássi, og okkara grannar í vestri, Ísland, liggja sum nummar 74. Ovast á styrkislistanum er enn sum áður Brasil, Týskland
Sophus Dal-Christiansen, var eisini í góðum skørðum eftir dystin. Sjálvt tá tað gekk illa í seinna hálvleiki trúði eg uppá at vit fóru at vinna, og tað eydnaðist okkum eisini. Tá tað stóð á móti endanum [...] Kára á Dunga hjá Neistanum fekk tríggjar útvísingar, og tí eisini reyða kortið. Stóð á jøvnum beint fyri leiklok Og spenningurin vaks so hvørt sum seinni hálvleikur leið, og tá tveir minuttir vóru eftir av [...] manglaðu av tætta dystium. Dysturin millum Kyndil og Neistan gjørdist júst so tættur og spennandi, sum lagt varð upp til frammanundan. Umstøðurnar vóru góðar at spæla undir, fleiri enn 300 áskoðarar vóru
fær tú ikki tann stabilitet, sum er neyðugur í hesi vinnu. Vit hava nóg ringar royndir frá fiskivinnuni, sum ikki eiga at endurtaka seg í eini komandi oljuvinnu. Heldur eiga vit at læra av hesum. Tí heldur [...] verða vit betri fyri. Men til 1. útbjóðingarumfarið eiga vit at fáa ta ekspertisu vit kunnu. Oljufyrisitingin hevur gjørt nógv burtur úr at útbúgva síni egnu fólk. M.a. hevur Herólvur Joensen, sum nú er [...] ikki tann neyðuga friðin um eina vinnu, sum er so stór. Oljufeløgini mótpartur og samstarvspartnari Vit spurdu Jóhannus Hansen um vit eiga at meta oljufeløgini sum ein mótpart ella samarbeiðspart? -Tá tað
tónleikasendingum, men seinastu árini hevur hann eisini havt mentanarsendingar um annað eisini. Og tað fær hann nú eitt norðurlendskt herðaklapp fyri. NORDBOK, sum er ein nevnd undir Norðurlendska Ráðharrastovninum [...] lurtarunum innlit í heimin fagra bókmentaliga heimin, sum vit altíð eru umgyrd av. Umframt ta føroysku hevur hann haraftrat verið medvitandi um, at tað eisini finst ein heimur uttanfyri. Við hjálp frá føroyskum [...] geva Birgiri Kruse eina journalist-virðisløn, sum er eitt ferðalegat fyri sendirøðinaVetrarbreytin. Henda virðislønin verður latin fyri journalistiskt avrik, sum hevur stimbrað áhugan fyri og vakt kunnleika
hana, sum hann ella hon hevði havt uppá hjarta, áðrenn Móðurmálsorðabókin sá dagsins ljós. Tí meti eg, at vit ikki hava eina demokratiska málstøðu, tá eingin frælsur og mennandi kjakfundur er. Men sum støðan [...] veruleikin, men minnir ikki sørt um skálkaskjól, sum tey gomlu nýttu til tess at ræða børn síni, um tey um kvøldið leitaðu sær oman í fjøruna. Fólk, sum hava áhuga og alsk fyri at læra føroyskt bæði bó [...] og luttikið á einum livandi og mennandi kjakfundi, sum t.d. kundi verið hildin í Norðurlandahúsinum. Ja, hví ikki skipa fyri einum málkjakfundi, so vit kundu fingið at sæð okkara vísmenn á Fróðskaparsetrinum
hini somu, sum eyðkenna skaldskapin sum heild. »Oyggin hjá Dr Goll« ferðast líkasum tann undanfarna søgan á fleiri tíðarstigum, men haraftrat eisini í dreymi. Lagt verður mitt í vaðið: »Vit sigldu norðureftir [...] hava vit ein frásøgumann spákandi á pallinum, ein sum er við í leikinum, men í hesum savninum eru fleiri søgur, har frásøgumaðurin er uttan fyri søgugongdina. Á onkrum øðrum øki víkja tær eisini frá. Fyrsta [...] stórari virðing fyri teimum. Onkur myndin ber eisini av; t.d. vil Demmus bara sita úti á gongini, onga aðrastaðni, tí hann vil síggja alt sum fer fram. Sum høvundurin sigur: »Demmus vil vera úti á stre
hjá ommuni og abbanum á Tvørabakka. Abbin, sum kom úr Svøríki, var arbeiðsformaður í Rangabotni í mong ár, og sum vera man, so var Bjarni eisini millum teirra sum styttri tíðarskeið arbeiddi í Rangabotni [...] at stuðla teimum veiku í samfelagnum. Tað var ein boðskapur um umsorgan, sum eisini var hansara egni fremsti lærusetningur, sum sjálvt lívið hevði lært hann. Tað var tann umsorgan, hann vísti sínum egnu [...] Av somu orsøk var hann ein maður, sum las ótrúliga nógv. Eisini var Bjarni eitt sera humoristiskt menniskja. Hann dugdi fram um onnur at síggja tað ofta komiska, sum hóast alt hendir í okkara gráa gerandisdegi
og frágreiðing um tey sjey tíðarhúshaldini í Bíbliuni, sum umfata frelsusøgu Guds við hesum heimi í fortíð, nútíð og framtíð. Í fororðunum lesa vit: »Mong spyrja: »Hvat er eitt tíðarhúshald? Eitt húshald [...] húshald kann snúgva seg um eitt húski, eitt land ella um heimin sum heild. Eitt tíðarhúshald er tað ræði ella tann umsiting, ið eyðkennir eitt tíðarskeið, ið Gud hevur litið menniskjum upp í hendur undir ábyrgd [...] ella ikki. Í fororðunum verður sagt: »Tað er ein stór gleði og framíhjárættur, at nú hava føroyingar eisini fingið hetta frálíka sýnishjálpartól til tess betur at skilja orð Guds«. Bókin er sera vøkur á at
skal mennast, hvar framtíðarkósin skuldi setast, hvørji mál, ið skuldu røkkast tey næstu árini og hvussu hesi skuldu útinnast í verki. Virkir og fyritøkur, sum hava vilja og ynski um at vaksa og sum skulu [...] í einari støðugt herdari kapping, mugu hava dugnaligar nevndir, sum stuðla og ráðgeva eini dugnaligari rakstrarleiðslu. Nevndin skal, sum kunnugt, stinga út í kortið, seta kósina og saman við dagligu leiðsluni [...] í sínum egna virki; tað verður eisini sagt frá royndum við yrkisnevndum aðrastaðni. Við á fundinum verður Jóannes Olsen frá grannskoðaravirkinum Rasmussen & Weihe, sum fer at siga frá, hvussu nýggja