Yrkisnevndir

Høvdu tær verið góðar í ráðum?

Mangur leiðari í smærri og meðalstórum virkjum man ofta hava ásannað, hvussu trupult tað er at fáa tíð at hugsa framtíðarætlanir. At leggja miðvísar ætlanir um, hvussu virksemið skal mennast, hvar framtíðarkósin skuldi setast, hvørji mál, ið skuldu røkkast tey næstu árini og hvussu hesi skuldu útinnast í verki.

Virkir og fyritøkur, sum hava vilja og ynski um at vaksa og sum skulu kappast í einari støðugt herdari kapping, mugu hava dugnaligar nevndir, sum stuðla og ráðgeva eini dugnaligari rakstrarleiðslu.

Nevndin skal, sum kunnugt, stinga út í kortið, seta kósina og saman við dagligu leiðsluni skapa fyritreytir fyri at setta kósin verður hildin, so rokkið verður á mál.

Hetta setir sjálvandi krøv til nevndina, at hon hevur breiða fakliga vitan og ikki minst hevur viðkomandi royndir, og at vitanin og royndirnar eru tær røttu fyri virksemið í fyritøkuni ? eru viðkomandi fyri fyritøkuna.

TK-Stovan fer á kunningarfundi hósdagin 27. nov. at siga virkjum og virkiseigarum frá, hvussu tey fáa sett eina yrkisnevnd í sínum egna virki; tað verður eisini sagt frá royndum við yrkisnevndum aðrastaðni. Við á fundinum verður Jóannes Olsen frá grannskoðaravirkinum Rasmussen & Weihe, sum fer at siga frá, hvussu nýggja partafelagslógin og roknskaparlógin viðger nevndir og nevndararbeiði. Somuleiðis fer Jørn A. Hansen úr Føroya Banka at kunna um hvønn týdning Føroya Banki sum fíggingarveitari leggur í partafelagsnevndir og teirra leiklut í leiðsluni av partafe-lagnum.

Fundurin verður hildin samstundis á Tvøroyri, har ein fjarskiftisskipan við ljóð- og myndasambandi báðar vegir verður sett upp í Tvøroyrar Klubba, soleiðis at áhugaðir suðuroyingar hava høvi til at vera við á fundinum og eisini gera viðmerkingar og spurningar. Innlegg verða hildin bæði á Tvøroyri og í Tórshavn. Eitt umboð fyri TK-Stovuna verður við á fundinum á Tvøroyri.

Fundurin verður hildin á Hotel Føroyum og Tvøroyrar Klubba tann 27. nov. kl. 16.00. Luttøkan er ókeypis og áhugað verða biðin um at boða frá luttøku á TK-Stovuni, tlf. 17366, fax 19363 ella

teldupost tk@tk.fo áðrenn týsdagin 25. nov. kl. 15.