Kyndil kláraði tað

Hondbóltur: Rómurin var óførur tá kvinnuliðini hjá Kyndli og Neistanum spældu toppdyst mikukvøldið, og fyri einaferð skuld vann Kyndil

1. deild kvinnur:

Kyndil-Neistin 17-15 (13-8)


Kyndil kláraði tað.

Tær kláraðu at vinna odda- og grannadystin móti Neistanum, og tær kláraðu at fóta sær, tá Neistin hevði vunnið øll fimm málini innaftur, tá bert tveir minuttir manglaðu av tætta dystium.

Dysturin millum Kyndil og Neistan gjørdist júst so tættur og spennandi, sum lagt varð upp til frammanundan.

Umstøðurnar vóru góðar at spæla undir, fleiri enn 300 áskoðarar vóru til dystin, og trummurnar og rópini dundu allan dystin. Ikki minst høvdu áskoðararnir hjá Kyndli gjørt seg út til, at nú skuldi tað verða, og stuðulin Kyndlaliðið fekk, mundi vera viðvirkandi til sigurin.


Kyndil betri frá byrjan

Kyndil legði harðliga fyri, og fyrra hálvleik vístu tær gott spæl, bæði í verju og í álopinum. Tær høvdu veruliga takið á bláa meistaraliðnum, og fyrsta korterið av dystinum varð Neistin niðurspældur.

Kyndil kom fram um heili 8-1, áðrenn Neistin fótaði sær, og fram móti hálvleikssteðgin minkaði Neistin um munin, so hann var fimm mál í hálvleikinum, 13-8 til Kyndil.

Seinni hálvleikur byrjaði eitt sindur rótutur, við tveimum útvísingum beinanvegin, og Neistin hevði sett í seg, at nú skuldu tær taka seg innaftur á Kyndil. Tær fóru í gongd við slíkum stríðsvilja, at Kyndlaliðið hevði ilt við at finna rútmuna frá fyrra hálva tímanum, og tær steðgaðu eisini upp.


Stríðið harðnaði

Frá sætta minutti til 26. minutt fekk Kyndil einki mál, og hetta tíðarskeið togaði Neistin seg spakuliga inn á Kyndil. Langt var ímillum málini í seinna hálvleiki, Kyndil fekk bert fýra og Nistin sjey, og tað komst helst partvís av , at so stór orka var løgd í at steðga mótstøðuliðnum í verjuni, og at liðini ikk høvdu eydnuna við sær, tá tær royndu seg móti málinum.

Tað varð týðuligt, at stríðið gjørdist harðari í seinna hálvleiki, og dómaraparið gav samanlagt átta útvísingar seinna hálva tíman. Kára á Dunga hjá Neistanum fekk tríggjar útvísingar, og tí eisini reyða kortið.


Stóð á jøvnum beint fyri leiklok

Og spenningurin vaks so hvørt sum seinni hálvleikur leið, og tá tveir minuttir vóru eftir av dystinum kom spenningurin í hæddina, tí tá javnaði Inga F. Danberg, sum gjørdi 9 av teimum 15 málunum hjá Neistanum, til 15-15.

Men tá Kyndil so fór aftur í álop, eyndaðist tað Ann Hansen at gera forloysandi málið, og tá Neistin síðani ikki kláraði at fáa mál í sínum álopi, kundi Lotte Sørensen staðfesta sigurin við at skora uppá síðsta brotskastið í dystinum.

Kyndil hevði vunnið, og kvinnurnar, sum vanliga mugu lúta fyri Neistaliðnum, vóru ovurfegnar um sigurin. Nú liggja tær á odda, men bæði Neistin og Kyndil hava eins nógv stig og Kyndil.

Kyndlavenjarin, Sophus Dal-Christiansen, var eisini í góðum skørðum eftir dystin.

­ Sjálvt tá tað gekk illa í seinna hálvleiki trúði eg uppá at vit fóru at vinna, og tað eydnaðist okkum eisini. Tá tað stóð á móti endanum av dystinum, tóku okkara spælarar seg saman, og so vunnu vit, segði hann við Ítróttarsosialin eftir dystin.