Føroyar tvey pláss aftur á FIFA-styrkislistanum

Fótbóltur: Men vit eru framvegis frammanfyri aðrar smáar europeiskar fótbóltstjóðir

Føroyar eru farnar tvey pláss aftur á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA. Føroyar eu nú nummar 118 av 192 londum.

Vit eru tó framvegis frammanfyri lond sum Malta, Luxemburg og Liechtenstein. Albania er eitt pláss frammanfyri okkum.

Danmark er eisini farið tvey pláss aftur og er nú nummar 8. Noregi er nummar 14 og Svøríki nummar 15. Finland, sum hevru tikið seg nógv fram, er heilt afturi á einum 61. plássi, og okkara grannar í vestri, Ísland, liggja sum nummar 74.

Ovast á styrkislistanum er enn sum áður Brasil, Týskland er nr. 2, Spania nr. 3, Kekkia nr. 4, Rumenia nr. 5, England nr. 6, Frakland nr, 7, Danmark nr. 8, Columbia nr. 9, og Italia nr. 10.