Næsta ár fer tað at vera nógv bíligari at búgva á Eiði. Soleiðis roynir borgarstjórin, Jógvan í Skorini, at lokka fólk at flyta til Eiðis. Bygdaráðið ætlar nevniliga at lækkað skattaprosentið munandi, [...] er treytað av, at landið ikki leggur eyka byrðar á kommununa, men tá ið hon er sett í verk, er tað eingin kommuna í miðstaðarøkinum, sum hevur so lágt skattaprosent, sigur borgarstjórin. Barnafrádrátturin [...] 12.000 krónur meiri eftir um árið at liva fyri. Borgarstjórin hevur eisini roknað seg fram til, hvussu nógv bíligari tað verður at búgva á Eiði, enn aðrastaðni. Hann brúkar aftur eina familju við trimum
skiparin ivast í, um tað nyttar nakað at loysa beint í løtuni. - Men, tað hevur verið stórur áhugi fyri hesum túri. Eini 60-70 fólk hava teknað seg, bæði menn, kvinnur og børn. Hetta eru fólk úr Sandoynni [...] við Sandshavinum í senn, og einki hevði verið til hindurs fyri at gjørt tveir túrar í dag, um líkindi vóru til tess. - Men, soleiðis sum líkindini eru beint í løtuni, er ivasamt, hvussu verður. Vit mugu [...] Nógv fólk, bæði menn, kvinnur og børn, hava teknað seg til stuttan línutúr við Sandshavinum í dag. Á Sandi er oktoberhugni, og eitt av forvitnisligu tiltøkunum á skránni er ein stuttur línutúrur við S
Nýggja spæliplássið í Grasagarði í Havn varð loksins latið upp í gjár. Tað skuldi eftir ætlan lata upp til ólavsøkuna, men verkætlanin hevur verið nakað seinkað, fyrst av kloakktrupulleikum og síðani av [...] leggjast á. Tað var sjálvandi borgarstjórin í høvuðsstaðnum, Heðin Mortensen, ið lat spæliplássið upp alment. - Tað er ótrúliga stuttligt at síggja so nógv fólk her í dag, og tað ber boð um, at spæliplássið [...] gar og í vikuskiftum. Her verður gott hjá tykkum børnum at klatra, hoppa og spæla og eisini hjá foreldrum at koma inn. Stóri áhugin í dag vísir, at eitt tílíkt spælipláss fer at skapa trivnað í okkara
uttan píkar. Les eisini, at borgarstjórin í Havn fer at royna at gera tað ólógligt at koyra viðpíkadekkum í Havn - Í Tórshavn vildi eg mett, at píkar eru óneyðugir. Tað eru sjálvandi onkrir einstakir dagar [...] at standa á beinunum, so eg ivist í, um píkar gera nakran mun tá. Í samrøðu við in.fo í morgun sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, at fólk, ið koyra við píkadekkum í høvuðsstaðnum, eiga at gjalda eykaskatt [...] Í dag, 15. oktober, er fyrsti dagur, at tað er loyvt at koyra við píkadekkum. Síðstu árini hevur nógv verið kjakast, um tað er neyðugt at koyra við píkadekkum, og í samrøðu við in.fo í morgun sigur Heðin
Skal tað verða eitt krav, at fólk skulu búgva í húsum í ávísum pørtum í Havn? Tað er ein spurningur, summir býráðslimir í Havn, eru sinnaðir at viðgera. Marin Katrina Frýdal, býráðslimir fyri Tjóðveldi [...] tað eigur at verða bústaðarskylda í húsum úti á Reyni og annars miðskeiðis í Havnini. Hon heldur, at tað er drepandi fyri Havnina, at so nógv hús standa tóm mitt í Havn, tí at múgvandi uttanbíggjafólk hava [...] Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, at hann er sinnaður at viðgera spurningin um at áseta eina bústaðarskyldu í ávísum pørtum í miðbýnum í Havn, her verður mest hugsað um sjálvan
hon. Løgreglan er komin í leikin Sum vera man hava fingrar verið peikaðir í almenna rúminum, síðan hendingin hjá Shailu kom fram í miðlunum. Hvar er skúlin í øllum hesum, og hvussu kann slíkt henda ferð [...] Sands Skúla í 4. flokki. Hon hevði trivist væl í Skálavíkar Skúla, men Nanna metti, at gentan fekk meira burturúr at fara í ein størri skúla, har fleiri javnaldrar vóru at spæla við. Shaila gekk í 4. og 5 [...] flokki í Sands Skúla og fór víðari við sama flokki til Sands Meginskúla í 6. flokki. Og happingin byrjaði beinan vegin hon setti fót í Sands Skúla. - Tey hava happað meg ræðuliga illa síðan eg kom í flokkin
hava ligið á Nólsoyarfirði, og nógv prát hevur verið um reyða risan. Serliga er tað spurningurin um dálking, sum hevur upptikið fólk, og tó at borgarstjórin í Havn fyrr í vikuni segði, at skipið leyk øll [...] frammi og ført fram, at skipið liggur í Føroyum og brennir dálkandi tungolju fyri at spara pengar. Hvussu er og ikki, so er norska frúgvin farin um Borðina og eystur í hav.
áhuga fyri gittarum. Eg spældi nógv við ymiskum kassagittarun, men ynskti mær ein el-gittar. Á sumri í 1975 fóru vit skúlanæmingar til tann árliga skúlaítróttardagin í Havn, men eg hugsaði mest um gittaran [...] Eg spurd nógv fólk og leitaði, men trupult var at finna júst sama slag við somu litum. Eg setti eina lýsing í danskt blað, og ein dagin ringdi ein dani til mín. Hann átti ein slíkan gittara í besta stadani [...] klump í hálsin, og júst tann gittaran vildi eg hava. Gittarin kostaði heilar 300 krónur, og tað vóru nógvir línustampar at egna. - Okkara góðu vinfólk Hjalmar og Anna Sofía Hvítklett búðu javnan í húsum
Dagurin í gjár eydnaðist stak væl í Nólsoy, og nógv fólk vitjaðu stevnuna og bygdina í góðveðrinum. Ternan sigldi við nógvum fólki út um fjørðin, og nógvir regattabátar og manningar valdu leiðina úr Hósvík [...] bátar við stevnugestum úr Havn og út til Nólsoyar, og fólk komu eisini við bátum úr Havn og aðrastaðni at halda ovastevnu. Veðurgudarnir vóru blíðir, og dagurin í Nólsoy í gjár var ógvuliga góður, soleiðis [...] soleiðis sum viðhefta mynd vísir. Bæði børn og vaksin hugnaðu sær óført. Í gjárkvøldið og í nátt var nógv fólk í bygdini, men sum náttin leið, og Ternan framvegis sigldi fleiri túrar, fóru nógvir stevnugestir
løgregluna, hóast sera nógv fólk hava verið í Klaksvík seinastu dagarnar. Í ferðsluni er alt gingið fyrimyndarliga fyri seg seinasta samdøgrið, og bert eitt harðskapsmál er fráboðað í nátt. Tó eru altíð onkur [...] ið verða skrivað upp. Ein persónur gjørdi í nátt ikki mætari enn at rætta »tann ljóta peikifingurin« móti løgregluni, sum vakthavandi á løgreglustøðini í Havn málbar seg. Hetta kostar viðkomandi eina bót [...] politiviðtøkurnar. Í gjár kom eisini ein fráboðan til løgregluna um, at fólk hildu seg hava sæð ein persón flóta á vágni. Bjargingarbáturin Ziska var skjótt á staðnum, og kannaðu alt økið í meiri enn ein tíma