Nú fór frúgvin

Fyri løtu síðani smoygdi Arctic Lady sær suður gjøgnum Nólsoyarfjørð.

Seinastu vikurnar hevur norska gasstangaskipið Arctic Lady ligið á Nólsoyarfirði og bíða eftir farmi.

 

Skipið er millum størstu, sum hava ligið á Nólsoyarfirði, og nógv prát hevur verið um reyða risan. Serliga er tað spurningurin um dálking, sum hevur upptikið fólk, og tó at borgarstjórin í Havn fyrr í vikuni segði, at skipið leyk øll altjóða trygdarkrøv, hava fleiri røddir verið frammi og ført fram, at skipið liggur í Føroyum og brennir dálkandi tungolju fyri at spara pengar.

 

Hvussu er og ikki, so er norska frúgvin farin um Borðina og eystur í hav.