Rætti longutong móti løgregluni

Ein tann skjótasti og býttasti mátin at spæla sær av við nakrar hundrað krónur, man vera at rætta longutong móti løgregluni

Tað hevur samanumtikið verið ein stak friðarligur SummarFestivalur fyri løgregluna, hóast sera nógv fólk hava verið í Klaksvík seinastu dagarnar. Í ferðsluni er alt gingið fyrimyndarliga fyri seg seinasta samdøgrið, og bert eitt harðskapsmál er fráboðað í nátt. Tó eru altíð onkur smáting, ið verða skrivað upp.

 

Ein persónur gjørdi í nátt ikki mætari enn at rætta »tann ljóta peikifingurin« móti løgregluni, sum vakthavandi á løgreglustøðini í Havn málbar seg. Hetta kostar viðkomandi eina bót – vanliga upp á nakrar hundrað krónur – fyri brot á politiviðtøkurnar.

 

Í gjár kom eisini ein fráboðan til løgregluna um, at fólk hildu seg hava sæð ein persón flóta á vágni. Bjargingarbáturin Ziska var skjótt á staðnum, og kannaðu alt økið í meiri enn ein tíma, fyri at tryggja sær, at eingin persónur lá har. Onkur plastsekkur varð funnin flótandi har á leiðini, og helst er tað hetta, fólkini hava sæð.

 

Ein fráboðan er eisini um, at ein maður hevði fingið stolið sær klæðini, meðan hann var og svam í Svimjihøllini í Klaksvík. Eingi skáp vóru eftir at læna, og tí vóru klæðini ikki læst inni, meðan viðkomandi var í hylinum. Tað óhepna var, umframt at sjálvu klæðini vóru horvin, at eisini lyklarnir til bilin, sum stóð uttanfyri, var vekk. Hvussu leikurin endaði, og hvussu hann hevur gjørt fyri at sleppa avstað aftur, tá klæðini nú vóru horvin, visti vakthavandi ikki at siga, men vóna vit bert at honum hevur verið sýndur blíðskap og at hann hevur fingið turt upp á kroppin aftur frá onkrum.