Skal tað verða eitt krav, at fólk skulu búgva í húsum í ávísum pørtum í Havn?
Tað er ein spurningur, summir býráðslimir í Havn, eru sinnaðir at viðgera.
Marin Katrina Frýdal, býráðslimir fyri Tjóðveldi, hevur leingi havt ta áskoðan, at tað eigur at verða bústaðarskylda í húsum úti á Reyni og annars miðskeiðis í Havnini.
Hon heldur, at tað er drepandi fyri Havnina, at so nógv hús standa tóm mitt í Havn, tí at múgvandi uttanbíggjafólk hava keypt tey at halda ólavsøku í, sum hon onkuntíð hevur málborið seg.
Og nú, býráðið akkurát hevur samtykt at selja trý hús mitt í Havnini, mælti hon enn einaferð til, at tað skal vera eitt krav, at tann, sum keypir tey, skal brúka tey til bústaðir. Og tað tók býráðið undir við.
Og nú sigur Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, at hann er sinnaður at viðgera spurningin um at áseta eina bústaðarskyldu í ávísum pørtum í miðbýnum í Havn, her verður mest hugsað um sjálvan miðbýin og úti á Reyni.
Hinvegin ásannar hann, at sum støðan er nú, ber ikki til hjá Tórshavnar Býráði at áseta nakra bústaðarskyldu, tí tað hevur býráðið ikki heimild.
Spurningurin um bústaðarskylda er ein spurningur, sum løgtingið má geva heimild fyri við lóg, sigur Tróndur Sigurðsson.
Hinvegin heldur hann, at tað er rætt at taka spurningin upp, og at lýsa fyrimunir og vansar við eini bústaðarskyldu.
- Tað er avgjørt viðkomandi at taka málið upp í byggi- og býarskipanarnevndini og at fáa umsitingina at lýsa spurningin um bústaðarskyldu, sigur Tróndur Sigurðsson. Hann leggur afturat, at býráðslimir sum heild eiga sjálvandi eisini at fáa høvi at viðgera spurningin.
- Tí fari eg at taka hetta upp sum eitt mál, fyri at fáa tað lýst, sigur formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini.
Sjálvur heldur hann, at tað er neyðugt at fáa fólk at búgva í miðbýnum.
- Fáa vit fólk at búgva í miðbýnum, svitast ikki, at bæði handilslív og vinnulív annars, eisini fer at leggjast afturat, tí fylgja við.
Hinvegin heldur hann, at býráðið er á rættari kós. Eitt, hann sipar til, er, at nú býráðið fer at lýsa trý hús til sølu, er ætlanin at treyta sær, at tey skulu brúkast til bústaðir, í hvussu so er fyri ein stóran part.
- Men tað er ikki rætt, at so nógv hús standa tóm. Tað er heldur ikki rætt, at kommunan sjálv eigur so nógv hús, sum hon ger, sigur hann.
Tí sigur hann, at hesa næstu tíðina skal kommunan selja fleiri hús afturat.
Hann vísur kortini á, at tað ber ikki til at áseta bústaðarskyldu við afturvirkandi kraft, so verður talan um at áseta bústaðarskyldu, verður hon ikki galdandi fyri tey hús, sum eru keypt og seld, áðrenn bústaðarskyldan kom í gildi.