Ovastevna hildin í besta veðri

Dagurin í gjár eydnaðist stak væl í Nólsoy, og nógv fólk vitjaðu stevnuna og bygdina í góðveðrinum.

Dagurin í gjár eydnaðist stak væl í Nólsoy, og nógv fólk vitjaðu stevnuna og bygdina í góðveðrinum.

 

Ternan sigldi við nógvum fólki út um fjørðin, og nógvir regattabátar og manningar valdu leiðina úr Hósvík til Nólsoyar.

 

Haraftrat sigldu skjóttgangandi bátar við stevnugestum úr Havn og út til Nólsoyar, og fólk komu eisini við bátum úr Havn og aðrastaðni at halda ovastevnu.

 

Veðurgudarnir vóru blíðir, og dagurin í Nólsoy í gjár var ógvuliga góður, soleiðis sum viðhefta mynd vísir. Bæði børn og vaksin hugnaðu sær óført.

 

Í gjárkvøldið og í nátt var nógv fólk í bygdini, men sum náttin leið, og Ternan framvegis sigldi fleiri túrar, fóru nógvir stevnugestir innaftur um fjørðin.

 

Seinni fara Strandfaraskip Landsins at gera upp, hvussu nógv ferðafólk Ternan flutti um Nólsoyarfjørð á ovastevnu í ár.