Tónleikarin Holgar Jacobsen fekk herfyri fatur á einari reyðari Høfner, sum er sama modell sum fyrsta gittarin, ið Holgar átti sum unglingi.
Holgar greiðir her frá søguni um fyrstu gittarina:
- Sum smádrongur fekk eg skjótt áhuga fyri gittarum. Eg spældi nógv við ymiskum kassagittarun, men ynskti mær ein el-gittar. Á sumri í 1975 fóru vit skúlanæmingar til tann árliga skúlaítróttardagin í Havn, men eg hugsaði mest um gittaran.
- Leiðin hjá mær gekk beinleiðis til musikkhandilin hjá Simma, og har stóð hann – ein reyður Høfner Galaxy 176 el-gittar við nógvum knøttum og vibratorstong. Tað var sum at fáa ein klump í hálsin, og júst tann gittaran vildi eg hava. Gittarin kostaði heilar 300 krónur, og tað vóru nógvir línustampar at egna.
- Okkara góðu vinfólk Hjalmar og Anna Sofía Hvítklett búðu javnan í húsum teirra á Hetlandsvegi, so eg tók leiðina út har. Tey vóru altíð so blíð, og tað kendist so heimligt hjá teimum. Eg greiddi teimum frá støðuni, tey smíltust, og so reisti Hjalmar seg og segði: ”Hatta orni eg. Fá tær okkurt at eta, og so fara vit til Simma”. Tað lætnaði um hjartað, gittarin var keyptur, og Hjalmar koyrdi meg í Gundadal, har eg upprunaliga skuldi verða.
- Nógv ár seinni, nú bæði gittari og menniskju eru farin um sýn, fór eg at hugsa um hendan dag, og eg ynskti mær at fáa ein slíkan gittara aftur. Eg spurd nógv fólk og leitaði, men trupult var at finna júst sama slag við somu litum. Eg setti eina lýsing í danskt blað, og ein dagin ringdi ein dani til mín. Hann átti ein slíkan gittara í besta stadani. Hann var frá november í 1963, men var ikki nýttur síðani 1965. Og soleiðis endaði tað við, at eg aftur fekk ein blóðreyðan Høfner gittara av sama slagi, sum tann fyrsti el-gittarin eg átti.