Næsta ár fer tað at vera nógv bíligari at búgva á Eiði.
Soleiðis roynir borgarstjórin, Jógvan í Skorini, at lokka fólk at flyta til Eiðis.
Bygdaráðið ætlar nevniliga at lækkað skattaprosentið munandi, ella heili tvey prosent, so at tað verður 18,75 prosent næsta ár.
Lækkingin er treytað av, at landið ikki leggur eyka byrðar á kommununa, men tá ið hon er sett í verk, er tað eingin kommuna í miðstaðarøkinum, sum hevur so lágt skattaprosent, sigur borgarstjórin.
Barnafrádrátturin verður tann sami, ella 7.500 krónur um árið fyri hvørt barn,
Borgarstjórum sigur, at hetta merkir, at ein familja við tveimum vaksnum og trimum børnum, har foreldrini hava eina inntøku á kr 300.000,00 hvør, fer at hava 12.000 krónur meiri eftir um árið at liva fyri.
Borgarstjórin hevur eisini roknað seg fram til, hvussu nógv bíligari tað verður at búgva á Eiði, enn aðrastaðni.
Hann brúkar aftur eina familju við trimum børnum sum dømi, har inntøkan er 600.000 krónur um árið.
Ein slík familja sum flytir úr Havn til Eiðis, fær 7.500 krónur meiri at liva fyri um árið. Flytir hon av Nesi, fær hon 18.000 krónur meiri at liva fyri
Og annars sær tað soleiðis út, at flyta tey úr Eysturkommunu til Eiðis fær hon 21.000 krónur meiri at liva fyri.
Annars er listin soleiðis úr, har kommunur verða samanbornar við Eiði, og har fíggjarligi fyrimunurin av at flyta til Eiðis, stendur aftanfyri.
Fuglafjarðar kommunu: kr. 22.500 meiri eftir
Kvívíkar kommunu: kr. 24.000 meiri eftir
Sunda kommunu: kr 24.000 meiri eftir
Sørvágs kommunu: kr 26.700 meiri eftir
Runavíkar kommunu: kr 27.000 meiri eftir
Klaksvíkar kommunu: kr 28.500 meiri eftir
Sjóvar kommunu: kr 28.500 meiri eftir
Vestmanna kommunu: kr 30.000 meiri eftir
Vága kommunu: kr 33.000 meiri eftir
Jógvan í Skorini leggur afturat, at næsta ár er eisini ætlanin at gera íløgur í eitt
Ítróttar- og , bygdarhús, sum eisini skal vera frítíðarskúli.










