Nýggja spæliplássið í Grasagarði í Havn varð loksins latið upp í gjár. Tað skuldi eftir ætlan lata upp til ólavsøkuna, men verkætlanin hevur verið nakað seinkað, fyrst av kloakktrupulleikum og síðani av ringa veðrinum, nú gummiundirlagið skuldi leggjast á.
Tað var sjálvandi borgarstjórin í høvuðsstaðnum, Heðin Mortensen, ið lat spæliplássið upp alment.
- Tað er ótrúliga stuttligt at síggja so nógv fólk her í dag, og tað ber boð um, at spæliplássið fer at verða brúkt dúgliga - bæði gerandisdagar og í vikuskiftum. Her verður gott hjá tykkum børnum at klatra, hoppa og spæla og eisini hjá foreldrum at koma inn. Stóri áhugin í dag vísir, at eitt tílíkt spælipláss fer at skapa trivnað í okkara býi. Her lívir væl, staðið er veðurgott, og tí eru umstøður hjá barnafamiljum at savnast av teimum bestu. Eisini havi eg longu hoyrt um barnagarðar, sum ætla sær at brúka nýggja spæliplássið. Býarbussarnir steðga allir við Steinatún, so her er skjótt og lætt at koma úr allari kommununi, segði borgarstjórin.
Á spæliplássinum eru millum annað balansubummar, klatrinet og trampolinir. Undirlagið er gummiasfalt í fleiri litum.
- Tit hava øll iPad, og tit vita frá ungum árum, hvussu alt gongur fyri seg á eini iPhone. Tað er bara gott, men samstundis mugu tit ikki gloyma at koma út, spæla og røra tykkum. Tað er mín vón, at nýggja spæliplássið í Grasagarði fer at savna børnini í kommmununi, og at tey her fara at fáa nógvar góðar løtur alt árið, segði borgarstjórin.
- Hetta er ein góður dagur fyri børnini, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda, áðrenn hann lat spæliplássið í Grasagarði upp alment.
Myndamaðurin hjá Miðlahúsinum var ein túr á spæliplássinum í gjár.