fyri tveimum árum síðani. Gudmundur aftur í Føroyum í 1937 Í 1937 var Gudmundur í Føroyum og vitjaði. Áðrenn hann kom vestur í Vágar, var hann til kirkjuvígslu í Skúvoy saman við Jákupi Dahl, prósti. Tað [...] rennandi niðan til okkara, rópandi: »Jóhan í útvarpinum.« Tá hevði Gudmundur fingið í lag við danska útvarpið, at senda tíðindi frá føroyingum í Danmark, hvussu teimum visti við. Gotfred hevði fingið bræv [...] verða próstur í Føroyum eftir J.Dahl, sum doyði undir krígnum. Hægsta ynski hansara var at fáa embæti í Føroyum. Men tað vóru ymisk ting, ið forðaðu honum í hesum. Konuni, Edel Bruun, dámdi ikki í Føroyum.
umhvørvisfólk okkara í desembermánaði vóru í Keypmannahavn á COP 15 veðurlagsráðstevnu, var náttúran í Sundalagnum fyri stórum missi. Norðskála liggur sum flestu av okkara gomlu bygdum í einum vika, har ein [...] eins og í so nógvum av hesum bygdum, eitur hendan áin við Norðskála eisini Stórá. Stórá var ein partur av okkara livandi náttúru. Hon var til uppi í Miðafelli í Lírnarók, uppi á Fossunum, uppi í Enninum [...] Skipanin er tann, at áirnar renna frítt frá í erva og oman í umleið 150 metra hædd, har inntøk eru gjørd, sum leiða vatnið niður í tunlar og føra alla vatnnøgdina norður í vatnbyrgingina á Eiðisvatni. Haðani verður
sum hvønn dag fer væl nøgd í vøggustovu við ertrapostei í matpakkanum. Fyri 35 ára gomlu Manijeh Elsu Modi hongur vegetarlívið saman við jogavenjing og einum barndómi uttan kjøt í India. "Longu sum eitt ára [...] heilsugott lív. Tú verður heldur ikki vegetarur eftir einum degi. Í fyrstani dugdi eg ikki nóg væl at finna annan mat, men tað er ongin trupulleiki í dag, sigur Hans Martin, sum hevur givið Rákinum eina uppskrift [...] ómettað og ongi evni eru í, sum kroppinum ikki tørvar. Avgerðin at hugsa meira um heilsuna hevur broytt lívið hjá Hans Martin. Hann etur ikki so nógv úti longur, hann situr ikki í biografinum og fyllir seg
við báti frá Ness út til súluskerið. Mannagongdin hevur í høvuðsheitinum verið tann sama sum í dag, men í summum førum er lætt um. Grásúluveiðan í dag. Øll tey seinastu nógvu árini hevur tað verið eitt [...] væl eftir, at hvør súla lá væl og virðiliga í salti, sum hon átti. Hæddin á stakkinum vaks í hvørjum og skránaði inneftir so hvørt sum hægri varð og endaði í einum árundaðum kolli. Kannað varð javnan eftir [...] fyri ikki at tosa um grind og spik. Ein felags veiðimentan. Tað, at læknar ávísa tað vandamikla í at eta umhvørvisdálkað tvøst og spik, hevur hesar dagar vakt djúpar kenslur í mongum føroyingi. Hví? Jú, tí
verið spurt um vit, so leingi vit ikki hava fullveldi, í stjórnarskipanini kunnu siga, at alt vald í Føroyum kemur frá Føroya fólki. Sjálvandi kunnu vit tað! Tað er sjálvsagt, at valdið í okkara politisku skipan [...] kann vera í stríð við donsku grundlógina. Uppskotið sigur jú, at alt vald í Føroyum kemur frá Føroya fólki. Tað sigur grundlógin einki um. Og reelt hava danskir myndugleikar jú eisini vald í Føroyum. Men [...] brýr millum flokkar. Vit stríðast altíð um tað, sum skilir okkum. Í grundlógini skulu vit semjast um tað, vit eru samd um. Lógin skal geva allari teirri politisku skipanin eitt og sama grundarlag at standa
spillis, tí tað kann ikki liggja ov leingi heldur. Men Heri Petersen heldur kortini ikki, at vit skulu gera tað ólógligt at halda springarum til. Men alt skal vera við máta og í hesum føri var nøgdin so [...] Húsar í Kalsoyarfirði, men vórðu riknir fram við fleiri hvalvágum, heilt á Skálafjørðin, og bara tað heldur hann er óskiljandi í sær sjálvum. Men hann heldur eisini, at springararnir vóru so nógvir í tali [...] til at tað kundi vera nakað skil í. – Tað vóru alt ov fáir grindamenn til alt ov nógvar hvalir og úrslitið var har eftir, tí springarar lógu alt ov leingi og spraklaði í mølini, áðrenn lívið varð tikið
sanniliga eisini vera fyrsta floks. Skal lykkjan liggja seks, átta ella 12 tímar í saltpressi? Skula búffanir liggja í edika- ella mjólkarlaka, áðrenn stokt verður, ella kanska slett ikki. Tað er júst hetta, ið [...] vit eiga, er júst um grind og grindadráp. Hesin siður er rótfestur í okkum øllum og hevur verið tað í øldir. Tað ger hann enn tann dag í dag hjá ungum og gomlum. Eingin ivi er um, at uttan gávuna úr sjónum [...] Viðareiðis í summarfrí. Hetta var stór uppliving fyri lítla havnardrongin, har pápin ikki var tann stóri innløgumaðurin, at sleppa at spæla í fjøruni, fiska síl og ikki minst, at vit sluppu í bát at fiska
ikki, hvussu nógv Ludvig Olsen svermaði fyri tjaldrinum. Men eg ivist ikki í, at spik, væl turrsaltað spik, hevi frøtt henda rakleidda skarpa havnarmann. Og tað er heldur ikki so løgið. Tað er í veruleikanum [...] seðlarnir fyrr í tíðini komu út á trappuni niðri í Gamla Býráðshúsinum í Bringsnargøtu, hevði býráðsskrivarin til uppgávu at standa fyri sjálvum skiftinum av grindini. Tá bleiv grindin hildin til í bakteriupottinum [...] búskaparskipanin í øllum førum kríggj um marknaðir, og tey lond, sum ikki fóta sær í marknaðarkrígnum, er null og nothing í hesi verð. Men tað eru ikki bara tey eysturevropeisku londini, sum standa í broyting
Nakað skal til Viðareiðis, Hvannasund og Haraldsund og nakað skal brúkast í Klaksvík. Á Viðareiði hava tey leingi havt ein vøll í grótbrotinum, og har skal nú graslíkið leggjast á. Í Klaksvík skal gras [...] spælipláss Munurin millum gomlu vallirnar í Klaksvík og í Havn er fyrst og fremst, at í Havn er sandur í, meðan tað ikki er tað í Klaksvík. Graslíkið av vøllinum í Klaksvík er tí nakað reinligari og lættari [...] Føroya miðskeiðis í 80?unum, hava tænt fyri seg. Og tó. Í hesum døgum verður graslíkið á ovara vølli í Gundadali og í Klaksvík skift út, og sannur gravgangur er eftir gamla graslíkisteppinum. Í Havn er gamla
vísti tíðindaportalurin in.fo á, at Annfinn V. Hansen í næstum skal í rættin, umboðandi Løgmansskrivstovuna í rættarmáli móti Starvsmannafelagnum. - Nei, eg tosaði ikki við løgtingsstjóran um júst hetta [...] færri ár afturi. - Nei, í prinsippinum ikki. Men tað valdast sjálvandi, hvønn leiklut eg hevði havt í politisku skipanini tá, sæð í mun til mín arbeiðssetning sum kanningarstjóri í dag, svarar Annfinn V [...] Hansen javnan at síggja í almenna rúminum. Hann tosar um tey mál, hann førir. Um teir klientar, hann umboðar. Men nú skal hann tosa um seg sjálvan. Um sítt gegni at vera kanningarstjóri í einum máli, sum longu