Gudmundur Bruun soleiðis sum eg minnist hann

Á mentanarløtu í Miðvágs skúla seinasta sunnudag helt Valborg Svaðabú fyrilestur um Gudmund Bruun

Fyrstu ferð, eg hitti Gudmund Bruun, var í 1936. Tað bar so á, at eg slapp til Danmarkar við skúlabørnum. Tvey børn sluppu við úr Miðvági, Henrietta Niclasen og eg, (vit vóru hepnar at vinna í lutakasti). Minnist meg rætt, vóru skúlabørnini 67 í tali úr øllum landinum. Við í ferðini vóru fýra ferðaleiðarar.

Vit fóru av Havnini við Tjaldrinum og skuldu sova í lastini. Flestu okkara høvdu sjóverk, sum vera mann.

Hetta var ógvuliga spennandi at sleppa burtur í onnur lond. Tá ferðaðust fólk ikki so nógv sum nú á døgum. Nú á døgum kann hetta samanberast við eina Amerikuferð.

Vit komu í øllum góðum til Keypmannahavnar og skuldu búgva umborð á »Fregatten Jylland«, sum lá við Islands Brygge.

Vit ferðaðust víða um í Danmark.


Hitti Gudmund

Bruun fyrstu ferð

Ein dagin, skúlabørnini vóru á Fjóni og sigldu eftir »Odense Å«, kemur ein av ferðaleiðarunum, Elisabeth Olsen, ættað úr Vestmanna, til mín og sigur, at Gudmundur Bruun, próstur, vildi hitta meg. Hann hevði spurt, um nakar av bóndafólkunum á Ryggi var við. Eg fór so úr bátinum upp á brúnna at heilsa upp á Gudmund Bruun, henda sera dámliga og vinsæla mann, ið tók ímóti mær við opnum ørmum. Hann beyð mær at verða vælkomin at búgva hjá teimum í Hesselager Prestagarði.

Eg kom so at búgva hjá Gudmundi Bruun og konu hansara Edel Bruun. Tey tóku hjartaliga í móti mær, so eg kendi meg heima beinanvegin.

Tey áttu tríggjar døtur: Borghild, 18 ár, Hjørdis, 14 ár og Gudrun, 10 ár.

Eg kom at halda mest saman við Hjørdis og Gudrun. Gudmundur hevði eisini ein fosturson, ið æt Ejnar.

Hjá Gudmundi komu eisini at búgva Sámal Erik Matras, lærari, sum var ein av ferðaleiðarunum, og Dánjal Nielsen úr Sandavági, ein av skúlabørnunum.

Blíðskapurin var framúr. Tey vistu ikki alt tað góða, tey skuldu gera fyri okkum.

Ein dagin vórðu øll skúlabørnini við ferðaleiðarum boðin til drekka í tí stóra, vakra urtagarðinum hjá Gudmundi. Aftaná vórðu tiknar myndir av okkum á prestagarðstrappuni.

Annars vóru vit útferðir ymsa staðni á Fjóni. M.a. vórðu vit boðin á slottið, Tidselholt. Eisini har varð borðreitt fyri okkum í urtagarðinum. Greivahjúnini vístu okkum stóran blíðskap. Vit sóu eisini húsini hjá H.C.Andersen í Odense.


Tungt at siga prestafólkunum farvæl

So væl dámdi mær í Hesselager prestagarði, at tað var tungt at siga farvæl, tá stundin var komin, at vit skuldu skiljast. Ein kendi seg so væl hjá hesum ediliga og vinsæla manni, ið vildi okkum og øllum føroyingum alt tað besta.


Vinskapur fyri lívið

Aftaná, at eg varð heimaftur komin, tók seg upp brævaskifti millum Gudmund og meg. Eisini skrivaðu pápi og Gudmundur saman.

Hesin vinskapur vardi við so leingi, hann livdi.

Døturnar, serliga Hjørdis, havi eg havt samband við til henda dag. Hvørja ferð, eg eri uttanlands, vitji eg Hjørdis í heimi hennara í Nykøbing Falster.

Um onkur spyr Hjørdis, hvussu vit kennast, svarar hon: »Vi har kendt hinanden fra før, vi blev født.« Og satt er tað. Í trý ættarlið hava vinarbond verið knýtt millum Bruun fólkini og bóndafólkini á Ryggi.

Tað vildi so til, at Hjørdis og eg komu at hava sama starv. Hon er vevilærarinna. Hjørdis varð gift við Axel Schjøler, myndahøggara. Hann doyði fyri tveimum árum síðani.


Gudmundur aftur í Føroyum í 1937

Í 1937 var Gudmundur í Føroyum og vitjaði. Áðrenn hann kom vestur í Vágar, var hann til kirkjuvígslu í Skúvoy saman við Jákupi Dahl, prósti. Tað var um hesa tíðina, hann gav úr hondum »Fedranna kirkja í Føroya tjóð...«, sum er umyrkt til føroyskt og føroyskt umhvørvi úr svenskum.

Hann búði hjá okkum, tá hann kom til Miðvágs. Eg minnist, at hann las henda sálmin fyri okkum.

Gudmundur var fegin um at verða komin til føðibygd sína. Hann vitjaði í Jansagerði og onnur kend støð.


Gestur í Bø dagin fyri vanlagnudagin 12. juni 1937

Ein dagin fór hann út til Bíggjar at vitja vinfólk. Emil Joensen, prestur, var heima í Føroyum og ferðaðist hetta summarið. Dagin eftir prædikaði Gudmundur í Miðvágs kirkju. Beint, sum vit komu úr kirkjuni, kemur Haraldur Norðri í Stovu inn hjá okkum við teimum ófrættatíðindum, at ein bíggjarbátur varð saknaður. Báturin varð farin til útróðrar dagin fyri og varð ikki afturkomin. - Hetta var tann dapri óeydnisdagurin 12. juni 1937, tá bíggjarbáturin gekk burtur í dýrdarveðri við 4 monnum.


Trúfesti

Eitt av eyðkennum Gudmundar var trúskapur. Ongantíð gloymdi hann at vitja vinfólk síni. Hann var altíð inni á gólvinum hjá Olivinu í Kálvalíð, tá hann var heima. Hon var ein dadda hansara í Jansagerði. Jensiu Svabo gloymdi hann heldur ikki. Hon var arbeiðsgenta á Hesselager stutt fyri kríggið.

Hesa ferðina fór hann úr Miðvági út í Hest at vitja Herdis Joensen. Hon hevði eisini verið dadda hansara í Jansagerði. Martin Joensen, lærari, flutti okkum suður við báti sínum »Brestur«. Við á ferðini vóru umframt Gudmund, pápi, pápabeiggi og Sámal, bróðir. Sjálv var eg eisini við. Hetta var ein sjaldsama vakur dagur, dýrd í sjónum. Vit fingu eina hjartaliga móttøku úti í Hesti.


Var eisini okkum hollur stuðul undir krígnum

Um várið 1939 fór Gotfred, bróðir, til Danmarkar at fáa sær útbúgving. Gudmundur var sum altíð fúsur at hjálpa. Gotfred var altíð vælkomin í Hesselager, prestagarði, tey árini, hann búði í Danmark. Hetta var undir krígnum, og tá var gott at hava hollar vinir at koma til.

Gudmundur gav Gotfredi eini góð ráð, um tað var okkurt, hann skuldi gera: »Ger tað í dag. Set tað ikki út til í morgin, tí tá kann tað verða ovseint.« Hesum ráðum fylgdi Gotfred út í æsir, tá hann kom heimaftur til Føroyar.

Um heystið 1939 fór Jóhan, bróðir, yvir til Noregs at ganga í skúla. Tað vildi so illa til, at hann varð innistongdur í Noregi 9. apríl 1940, tá týskurin hersetti landið. Skúlin, hann gekk á, var tætt við Kristiansund, sum týskararnir bumbaðu sundur og saman. Heima sótu vit við ótta og vistu ikki, um Jóhan var livandi ella deyður. At týskararnir løgdu á at bumba Kristiansund var tí, at Hákun, kongur og fylgi hansara flýddu og krógvaðu seg har í nánd á veg til Onglands.


Sendi gleðitíðindi gjøgnum danska útvarpið

Eisini her kom Gudmundur sum ein frelsandi eingil. Tað bar so á, at ein dagin kemur Marin Margreta rennandi niðan til okkara, rópandi: »Jóhan í útvarpinum.« Tá hevði Gudmundur fingið í lag við danska útvarpið, at senda tíðindi frá føroyingum í Danmark, hvussu teimum visti við. Gotfred hevði fingið bræv frá Jóhan úr Noregi; tað var fyrsta lívstekinið. Gudmundur sendir so eini boð til pápa um danska útvarpið, at sonur hansara, Jóhan er á lívi.

Hetta vóru tey fyrstu føroysku tíðindi, sum send vórðu um danska útvarpið til Føroya undir krígnum. Síðani vóru regluliga send tíðindi eina ferð um vikuna frá føroyingum í Danmark.

Føroyingar heima lurtaðu mest eftir norðmanninum frá London.

Mamma lovaði, at Gudmundur skuldi fáa løn fyri sína góðu gerð. Hon gav honum eitt kot. Eg vav og mamma seymaði.


Heima aftur í 1945

Gudmundur kom aftur til Føroya at vitja eftir krígslok 1945. Føroyingar í Danmark høvdu sent hann heim. Teir hildu, at hann átti at søkja prestaembætið í Suðurstreymoy, sum tá var leyst, og verða próstur í Føroyum eftir J.Dahl, sum doyði undir krígnum. Hægsta ynski hansara var at fáa embæti í Føroyum. Men tað vóru ymisk ting, ið forðaðu honum í hesum. Konuni, Edel Bruun, dámdi ikki í Føroyum. Tá Gudmundur varð settur fyribils prestur í Vágum 1917, búði konan eisini eina tíð í Miðvági. Eisini var hann merktur av sjúku. Hann hevði sukursjúkuna.


Spurdi gudpápan til ráðs

Gudmundur spurdi gudpápa sín, Rasmus á Háskúlanum, til ráðs. Rasmus ráddi honum frá at søkja. Fyri tað fyrsta tí, at konuni ikki dámdi í Føroyum, og tá hevði hon eisini vánaligari heilsu. Eisini væntaði Rasmus, at hann fór at fáa so harða mótstøðu frá ymsum trongskygdum trúðarbólkum í Føroyum. Tað, sum tó sannførdi Gudmund um, at hann als ikki vildi til Føroya, varð skrivingin í Dimmalætting, sum m.a. skrivaði, at hann hevði »appetit« til próstaembætið í Føroyum. Henda skrivingin særdi Gudmund Bruun nógv.

Hann svaraði Dimmu aftur, at hann søkti ikki próstaembætið í Føroyum, men prestaembætið í Suðurstreymoy, men var settur próstur. Annars var ikki neyðugt hjá honum at hava »appetit« til próstaembætið í Føroyum, tí hann var próstur í Hesselager á Fjóni.

Ein annar føroyingur hevði sagt, at fekk Gudmundur próstaembætið í Føroyum, sluppu teir ikki av aftur við hann.

Gudmundur fór vónbrotin niðuraftur til Danmarkar. Hetta var takkalønin hann fekk frá tí fólki, ið hann hevði stríðst fyri og vígt allan sín alsk.


Álopið í Dimmu

gav banasár

Í brævi til foreldur míni 26. september 1945 greiðir Gudmundur frá um hetta mál:

»Eg havi nú sent Dimmu svar á hatta álopið, hon gjørdi á meg. Vinmaður mín, Carl Hermansen, próstur, hevði sagt frá einum sambandsmanni, sum á sinni hevði biðið hann um ikki at hava nakað við sjálvstýrismenn at gera, tí at ein sjálvstýrismaður kundi ikki koma í himmiríki. Hetta hevur so skarnsblaðið lagt meg undir. Danskir blaðmenn hava tosað við meg umborð, og summir hava skrivað nakað, sum eg yvirhøvur aldri havi sagt.- Kristiligt Dagblað, sum Dimma tekur til, havi eg yvirhøvur aldri tosað við. Men hetta hevur tikið mær nógv, so eg eri sjúkur enn, og so mikið hevur tað gjørt, at eg søki ikki til Føroyar. Annars hevði kona mín nú játtað at farið við nú. Men soleiðis, sum eg nú av órættum eri vorðin til skemdar, er tað ivaleyst, at eg fari ikki, og eg havi skrivað til biskups, at hann ikki heldur skal senda meg til at vikariera. Men hetta hevur sjálvandi tikið mær nógv, av tí at tað nú var ynski mítt at fara til Føroyar og brúka tey seinastu árini til at arbeiða fyri Føroyar. Tað er spilt nú.

Kona mín sigur, at eg ikki átti at hava givið uppat, men tað havi eg nú gjørt. Greinin í Dimmu, og tónin í henni vísir mær týðiliga, at tað er ein stórur flokkur, sum ikki vil hava meg, og so lati eg vera«.


Seinasta ferð

Gudmundar í Føroyum

Seinasta ferð Gudmundar Bruun í Føroyum varð í 1956. Hesa ferð varð konan, Edel Bruun, við. Hon hevði verið sjúk og var tí illa til fóts.

Hetta summarið var eg ferð í París. Á vegnum heimaftur fór eg til Hesselager at vitja hjá Gudmundi Bruun sum so ofta. Hann gleddi seg til at koma til Føroyar. Eg skuldi fara heim við Tjaldrinum, áðrenn tey fóru.

Her skal sigast frá einum dømi um Gudmundsa trúskap. Mamma mín var illa sjúk í 12 ár. Vit tosaðu um, hvussu nú mundi vita við heima. Tá ið eg komi umborð á Tjaldur, liggur bræv til mín á koyggjuni frá Gudmundi. Tá eg varð farin úr Hesselager, hevði hann fingið bræv frá pápa, sum segði frá livimátanum hjá mammu. Tí vildi Gudmundur, at eg skuldi fáa at vita, hvussu til stóð, áðrenn eg kom heim. Hetta kann ein kalla trúskap av tí gamla slagnum.


Vildi halda føðingar-

dagin í føðibygdini

Hetta árið, 1956, 18. august, fylti Gudmundur 65 ár. Hann vildi so fegin halda føðingardag sín í føðibygd sínari, Miðvági. Men konan, Edel, tosaði hann frá hesum. Hon helt, at biskupurin fór ikki at geva loyvi til longri summarfrí. Tey fóru so avstað til ásettu tíðina.

Hetta var ein óeydnisferð. Tjaldur kom út í ringasta ódnarveður. Gudmundur var so óheppin at detta og bróta báðar handliðirnar.


Íðin brævskrivari

Gudmundur var íðin brævskrivari. Nógv fekk hann á skaftið, meðan hann sat langt út á náttina og skrivaði.


Seinasta prædikan

Fyrsta sunnudag í advent, 2. desember 1956, hevði Gudmundur, próstur, sum vanligt gudstænastu í Hesselager kirkju. Seinnapartin sama dag talaði hann eisini í embætisørindum. Um kvøldið fór hann til Keypmannahavnar, tí hann skuldi fyrrapart mánadag, 3. desember, fara til kongs at takka fyri riddarakrossin av fyrsta stigi, sum hann stutt frammanundan hevði fingið. Eftir vitjanina hjá kongi fór hann at vitja bróður sín, Sigurd Bruun, í Ny Kongensgade. Stutt eftir, at hann varð komin inn um gáttina, kendi hann seg heilt vánaligan. Hann varð beinanvegin fluttur á kommunuhospitalið, men longu áðrenn hann var komin á sjúkrahúsið, andaðist hann.

Familju hansara og øllum hansara mongu vinum kom hetta dátt við, tí sorgarboðini komu so óvæntað. Bert fáar dagar frammanundan hevði hann verið á 75 ára veitslu Føroyingafelags og hildið føroyska gudstænastu í Vartov kirkju, vinsælur og fryntligur sum altíð.


Handskrivaða

lestrabók í varðveitslu

Aftaná, at Gudmundur var deyður, fekk eg eina handskrivaða lestrarbók, sum hann hevði skrivað. Kona hansara Edel Bruun sendi mær hana. Bókin er við lestrum frá 1916 - 1918. Harímillum er brúðartalan, Gudmundur helt fyri pápabeiggja, Jógvani, bónda á Ryggi og Sofíu. Tey vórðu vígd 26. august 1917.


Doypifunturin

í Miðvágs kirkju

Gudmundur hevur givið doypifuntin til Miðvágs kirkju. Søguna hjá doypifuntinum skrivaði hann niður og sendi pápa mínum, Heina Joensen. Hon er nú í varðveitslu í prestagarðinum í Miðvági.


Goymir doypifatið

til Gásadals kirkju

Kirkjuráðið helt tað gamla doypifatið hóska betur, tí stendur tað doypifatið, ið Gudmundur læt, hjá okkum. Hann segði, at um kirkja nakrantíð varð bygd í Gásadali, skuldi doypifatið latast hagar.


Óprentað handrit

liggja eftir Bruun

Eftir at Gudmundur Bruun var deyður, skrivaði kona hansara Edel Bruun til mín, at eftir Gudmund Bruun lá m.a. ein týðing til føroyskt: »Kristi eftirfylging«, eftir týska prestin Thomas A. Kempis. Hon spurdi, um eg helt, at okkurt føroyskt forlag vildi geva tað út. Eg tosaði við forløg, ið vóru sinnaði at geva bókina út, men tíðan verri doyði Edel Bruun, uttan at eg fekk fatur á týðingini.

Nú ein dagin, eg tosaði við Hjørdis, segði hon mær, at dóttir Borghildar, Ida, helt seg hava funnið hesa týðingina millum onnur skjøl, ið lógu eftir mammu hennara.


30 stílabøkur liggja hjá

P.M.Rasmussen, presti

Fyri nøkrum árum síðan lat Hjørdis meg fáa o.u. 30 stílabøkur, handskrivað skjøl eftir Gudmund Bruun. Hesi skjøl læt eg Petur Martin Rasmussen, prest fáa.


Eitt ediligt

og trútt menniskja

Ongantíð í lívi mínum havi eg hitt eitt so ediligt og trútt menniskja sum Gudmund Bruun. Hann vildi øllum væl.

Øll tey árini, eg búði í Danmark var eg í flestu frítíðum mínum og vitjaði í Hesselager prestagarði hjá Gudmundi Bruun. Ein kendi seg altíð heima hjá hesum ediliga manni og stak fittu familju.


Oyggjaskeggi

minnist Gudmund Bruun

Aftaná deyða Gudmundar skrivaði Christian Matras í Oyggjaskeggja: »At finna tað reinmeinta lyndið, tað álitislyndið, har einki er dult ella hult, tað er ikki manni fyri á hvørjum degi. Gudmundur átti hetta lyndið. Vart tú sjálvur hulin til, sum føroyingar flestir, við hvørt at halda hann vera nóg so opnan, nóg so bersøgnan og fram í móti at vera ov mikið góðtrúnan, so gleddist tú kortini við, at slíkt lyndið var til, sum ikki grunaði svik«.


Ætt hansara

Gudmundur Bruun átti 3 brøður: Sigurd Bruun, Frits Bruun og Johannes Bruun, sum doyði bert 18 ára gamal. Eisini átti hann eina systur, Elisabeth Bille. Hon varð gift prestinum Bille. Tey búðu í Suðurjútlandi.


»Útlendingur«

og besti føroyingur

Tað er av røttum at undrast á, at Gudmundur Bruun var so kønur í føroyska málinum. Hansara málburður var reinur, mergjaður og vakurt føroyskt mál, sjálvt um hann fór saman við donsku foreldrum sínum úr Føroyum, áðrenn hansara orðabreidd kundi hugsast serliga framkomin. Hann var ikki meira enn 6 ára gamalur, tá tey fluttu til Danmarkar, og hann nam ikki føroyska jørð aftur fyrr enn 20 ár seinni.


Føroysku daddurnar

Men óivað er eitt svarið, at hann alla ta fyrstu tíðina niðri hevði føroyska daddu.


Í »Jól í Føroyum« 1936 skrivar Gudmundur Bruun í endurminningum sínum, at javnaldrar hansara á Bornholm ikki vildu hava hann við, tá ið teir spældu. Hann varð hildin uttanfyri. Hann heldur, at hetta stóðst av, at hann var embætissonur, og eisini tí, at hann kom úr Føroyum.

Eina ferð, teir vóru komnir til ilnar, segði Gudmundur við teir: »Bíðið bara til eg verði stórur, tá koma allir føroyingar eftir tykkum við hvalváknum og grindaknívum. Tá verða tit ræddir«. Eftir hetta varð hann eyknevndur »grindahvalurin«.

Hann helt seg nú mest afturat arbeiðsgentu teirra úr Skopun og grannkonuni, ið var úr Havn.

J.H.Winther Poulsen, professari, sigur fyri mær frá faðir sínum, at tað var henda skopunargentan, ið átti tøkkina fyri, at Gudmundur varðveitti tað føroyska málið. J. H.Winther Poulsen heldur, at hon kann hava verið Hedavig, dóttir Janus &iac