Grind, grækarismessa og bryggjurnar í Havn

Í einum miðal hvali eru einir hálthundrað litrar av blóði. Og meðan sjógvurin fargaðist reyður, og menn vóðu í søltum droyra, kom eg at hugsa um yrkingina hjá Róa Paturson »hvat er at yrkja«. Hann hevði nógv boð uppá, hvat tað er, sum liggur í tí kynstrinum. M. a. at tað at yrkja er sum at »fara í grind við skrivimaskinuni«. Soleiðis hugleiðir Jóanes Nielsen, rithøvundur m. a. í greinini, har hann eisini viðger eldri havnarmenn

Jóanes Nielsen, rithøvundur hugleiðir


Tá seðlarnir fyrr í tíðini komu út á trappuni niðri í Gamla Býráðshúsinum í Bringsnargøtu, hevði býráðsskrivarin til uppgávu at standa fyri sjálvum skiftinum av grindini. Tá bleiv grindin hildin til í bakteriupottinum, sum eystara Vág hevði útviklað seg til. Fram við Sjóvinnubankanum, undir Hotel Føroyum, og á betongplattinum, sum teir bygdu yvir ósan seinast í 20?unum, lógu allir teir deyðu hvalirnir. Blóð og sevja seyraði út av kaikantinum. Fuglarnir sótu forvitnir á mønunum kring vánna. Kanska hevði ein kattur klórað seg upp á gráa jarnpisshúsið við Skansavegin, og sterki deymurin, ið reiv í nasarnar, gav fólki veruliga kensluna av at vera av gomlum veiðimannaslag.

Vit hava verið eini 11-12 ára gamlir, eg og ein annar nonnuskúladrongur, og eg minnist, at vit drógu sinuna úr einum deyðum hvali, kvettu hana av, og við hesum góða meturs langa fallossi í hendi, runnu vit veipandi og geylandi niðan gjøgnum lukkuliga býin.

Sama dagin stóð býráðsskrivarin sum vant við seðlunum á sínum posti við gelendaran á býráðstrappuni. Menn vóru kátir og rúsaðir av drápi, og summir vóru líkaleiðis druknir, og tað vóru eisini teir, sum høvdu hug til at brýna sær kúgvarnar. »Skálkur, pampari og superreyvarhol«, ýldi eitt kátt drukkið skendsil eftir hægsta embætismanni hjá Tórshavnar kommunu. Ein forfardur danskari stríddi seg yvir til trappuna til býráðsskrivaran. »? For himlens skyld«, lat í honum. »Lad dog manden få sit kød«.

At grindadráp eisini hevði við sjónleik at gera, skilti danskarin ikki rættuliga. Men nettup hansara »For himlens skyld«, setti prikkin yvir i?ið.



Hetta kom eg at hugsa um síðsta sunnumorgun, tá allur býurin stóð flaggskrýddur og tilbúgvin at taka móti tjóðfuglinum. So hendi tað ótrúliga akkurát hendan morgun, at ein heilur skógur av bátamastrum hevði kós inn móti Sandagerði. Nakrir russarar lógu úti á fjørðinum, eisini verjuskipið hjá okkum, Tjaldrið, og nøkur deksfør lógu har. Og fremstir svumu hvalirnir. Tað breyt um kúlurnar, og kanska óraðu teir, at teir í veruleikanum svumu inn móti sínum skafotti. Tað eydnaðist ikki at fáa grindina at leggja beinini tvørtur um allan sandin. Í grótinum niðan móti Landssjúkrahúsinum viltist nakað av grindini, og tá einir 20 minuttir vóru farnir, vóru allir teir 130 hvarlirnir skornir á háls.

Í einum miðal hvali eru einir hálthundrað litrar av blóði. Og meðan sjógvurin fargaðist reyður, og menn vóðu í søltum droyra, kom eg at hugsa um yrkingina hjá Róa Paturson »hvat er at yrkja«. Hann hevði nógv boð uppá, hvat tað er, sum liggur í tí kynstrinum. M. a. at tað at yrkja er sum at »fara í grind við skrivimaskinuni«. Hóast eg ikki kannaði eftir, so skuldi tað ikki undrað meg, um onkur hevur sitið á einum steini við síni opnu teldu á knøunum. Har vóru ið hvussu so er fólk við fartelefon, fotografiapparati og filmstóli. Har vóru stóroygdir útlendingar og mammur og pápar við sínum børnum. Ein karnevalskur stemningur løddi løtuna, ið støðugt skifti millum tað káta lívið og hin ósvitaliga deyðan.

Í nógv ár hevur verið vanligt at brúkt jarðarferðir sum eitt høvi til at hitta vinir og skyldfólk. Grindadrápið hevur fingið ein líknandi status. Og henda sunnumorgunin kom eg í prát við ein gamlan vinmann. Hann fortaldi frá eini grind norðuri í Klaksvík, har ein av lokalu originalunum var farin í drápið við gittara. Møguliga kom hann beinleiðis úr einum balli, ella kanska hevur hann bara misskilt ætlanirnar hjá Frændum at broyta heimin við gittara og sangi. Ið hvussu so er hevði hann gittaran yvir høvd, og smildraði hann niður í kúluna á einum hvali, sum hevði gjørt landgongd.


Yviri á Vestaru kai tók Andrias Debess ímóti teimum deyðu hvalunum. Við einum blonkum dolki opnaði hann dýrini, so tarmarnir hvølvdust út. Eg kom at kenna Diaba í 1973, tá eg byrjaði at arbeiða hjá Balslev. Og eitt tað besta, sum er hent fyri meg, tað vóru nettup tey árini, eg hevði mína gongd á eystaru bryggju. Menninir har áttu ein lykil til Havnina, sum ikki fanst nakra aðrastaðni. Um til ber at tosa um eitt upprunafólk í býnum, so vóru tað nettup hesir menn og teirra familjuur. Har kom eg at kenna nakrar av synunum hjá Knút skógmakara, nakrar Kákamenn, onkrar úr Funningsstovu, úr Kina, synirnar hjá Talis, Helga á Krákusteini, og ikki minst Ludvig Olsen, vanliga róptur Fúli. Ella rættari: Ludvik Olsen lærdi eg aldrin at kenna. Men tey fimm árini, eg arbeiddi hjá Balslev, gjørdist eg hugtikin av mongu søgunum um mannin. Kortini minnist eg hann sum ein hávaksnan, rakleiddan mann, og eftir hvat teir søgdu, var hann kreppuárini í 50?unum, ein av teimum hørðu fakfelagsmonnunum hjá Havnar arbeiðsmannafelag. Sum hansara eyknevni eisini ber boð um, kundi hann hava ein rættiligan sjáldsaman málburð.

Kona ein av hansara arbeiðskammeratum lá undir knívinum úti á Landssjúkrahúsinum. Hon hevði verið álvarsliga sjúk, og allan fyrrapartin bíðaði arbeiðskammeraturin spentur eftir boðum frá hospitalinum. Nakað áðrenn døgurða ringdi so telefonin, og hann fekk at vita frá læknanum, at báðar eggrøturnar vóru tiknar, men at konan var uttan fyri lívsvanda. Hetta fortaldi hann Ludvigi, meðan teir gingu heim á døgurða, og tað fyrsta Ludvig gjørdi, var at ynskja manninum tillukku.

? Við hvørjum, spurdi arbeiðskammeraturin ovfarin.

? Við at eggjastokkarnir eru fjernaðir, svaraði Ludvig. Endiliga ert tú sloppin av við hesa svøbuna, ja hendan ósjónliga berlinmúr, ið gongur ígjøgnum hvørja einastu song í verðini, og fær menn at snippa øll tey bestu árini. Nú eru allir trupulleikar loystir. Hugsa tær til. Nú kanst tú kempa við blonkum vápnum. Stoyta og spula og takka Skaparanum fyri hvørja avgongu. tillukku maður, endiliga skjeytst tú papegoyuna!

Ein so robusta ugga hevði arbeiðskammeraturin aldrin fingið! Men soleiðis kundi Ludvig Olsen vera.


Várið 1999 byrjaði við einum »vitaminríkum grindadrápi«, sum Tóroddur Poulsen einaferð tók til í eini yrking. Og meða fólk kannaðu dýra fongin, ið bleiv hivaður upp á kaiina, kom sleiparin hjá Skipasmiðjuni inn á vánna við tveimum kempu russarum aftan á sær. Allarhelst vóru skipini frá Bresjnevtíðini, tað skeiðið, tá tað var populert at síggja ein KGB agent í hvørjum sovjetiskum fiskimanni, sum gekk túr í Havnargøtum.

Men Sovjetsamveldið er ikki til longur. Í dag ráða frælsu marknaðarkreftirnar treytaleyst. Og hóast marknaðarbúskapur ikki neyðugvís merkir vápnað kríggj, so merkir tann búskaparskipanin í øllum førum kríggj um marknaðir, og tey lond, sum ikki fóta sær í marknaðarkrígnum, er null og nothing í hesi verð.

Men tað eru ikki bara tey eysturevropeisku londini, sum standa í broyting. Vit hava lyndi at gloyma, at eisini norðurlendska vælferðarsamfelagið stendur í broyting. Tað merkir víðari, at tað Danmark, sum sambært íhaldsmonnum skal vera garanturin fyri føroyskari vælferð, kanska er hamskift um eini 8-10 ár. Komandi danska stjórnin við Anders Fogh Rasmussen sum stjórnarleiðara, fer valla at geva føroyingum nakrar sersømdir, tá tað almenna Danmark verður privatiserað.


Men munnu føroyingar ikki kortini fara at hóra? Setti ein Ludvig Olsen henda spurning, hevði hann kanska svarað, at ístaðin fyri alt hetta nasjonala snakkið, so hava føroyingar brúk fyri einum kraftigum Junghans vekkara, so teir kunnu vakna til arbeiðs um morgunin. Tað er heldur ikki til stuttleikar, at sólin stríðir seg upp úr havsbrúnni. Tað er ein meining í tí. Sólin biður okkum gera dagsins gerning. Ordiligum fakfeløgum hava vit eisini brúk fyri. Nasjonalisma uttan fakfeløg, er ein beiskur og ekul drykkur. Hóast tjóðveldið verður stovnsett, fara heykarnir ikki at snáka sínar kløur. Eg veit ikki, hvussu nógv Ludvig Olsen svermaði fyri tjaldrinum. Men eg ivist ikki í, at spik, væl turrsaltað spik, hevi frøtt henda rakleidda skarpa havnarmann. Og tað er heldur ikki so løgið. Tað er í veruleikanum upplagt. Uttan spik, so avlagast okkara kendsla av at búgva her norðuri á 62. breiddarstigi. Vit seta skermar móti tí havi, ið hevur hildið okkum á lívi í 1000 ár. Og við hesum orðum heilsi eg tjaldrinum og báðum bryggjunum, ið liggja opnar út í tann stóra heim.