Grønt og fyrilitarleyst

Tíðargrein: FARVÆL STÓRÁ

Samstundis sum umhvørvisfólk okkara í desembermánaði vóru í Keypmannahavn á COP 15 veðurlagsráðstevnu, var náttúran í Sundalagnum fyri stórum missi.

Norðskála liggur sum flestu av okkara gomlu bygdum í einum vika, har ein á rennur, og eins og í so nógvum av hesum bygdum, eitur hendan áin við Norðskála eisini Stórá.

Stórá var ein partur av okkara livandi náttúru. Hon var til uppi í Miðafelli í Lírnarók, uppi á Fossunum, uppi í Enninum í Lítlafelli, hon kom undan Skarðsbrúnni og Nøvubarminum, og kom gjøgnum nógvar løkir spælandi oman í Fossagjónna og Lokkafellsgjónna sum runnu saman uppi í Dal, og seimeind fylgdust oman gjøgnum Skálágjógv oman í Antarvað, haðani áin rann breið oman í Móstøðuósan og varð eitt við sjógvin. Stórá var týðandi partur av okkara skiftandi náttúru, har hon í táveðri kundi vísa seg mikla, tá hon við dunandi veldi gekk froðandi hvít eftir bøkkunum, til hon í várturki suðandi og møk smeyg sær somu leið frá hæddunum í erva og oman á sjógv.

Soleiðis er ikki longur. Stórá, hjartað í bygdini, hevur mist sína megi, nú bert ein brotpartur av vanligu vatnnøgdini rennur í ánni. Restin er okkara kæri elfelagsskapur SEV farin við, tí vit eru partur av Eiði 2 ætlanini at vinna elmegi úr vatni.

Ikki kom tað óvart á. Leingi hava vit vitað at so fór at verða, men nú hon fór bleiv man skakkur og illa við av at síggja, hvussu náttúrutemjandi eitt slíkt inntriv er. Hetta er ein skaði, ein avmontering fyri bygdina, ið ikki bøtist aftur.

Vatnorkuútbyggingin
So fór Norðskáli og ikki verður helmað í fyrr enn komið er suður móti Selatrað. Tá hava vit eisini mist sera sjaldsama og náttúruvakra økið suðuri á Fagradali.

Tað eru nú 25 ár síðan at farið var undir Eiði 1-4 verkætlanina hjá SEV. Í hesum tíðarskeiðnum eru áirnar í hægsta partinum av Eysturoynni tiknar, nevniliga frá Vesturdalsá Millum Fjarða og norð til Funnings, eins og áirnar frá Svínabotni millum Gjógv og Eiði og suður um Norðskála. Skipanin er tann, at áirnar renna frítt frá í erva og oman í umleið 150 metra hædd, har inntøk eru gjørd, sum leiða vatnið niður í tunlar og føra alla vatnnøgdina norður í vatnbyrgingina á Eiðisvatni. Haðani verður vatnið so eftir tørvi leitt oman í fjøruna norðanvert Ljósáir, har vatnturbinur standa sum skapa “undurverkið”, at umgera vatn til streym.
Undir 150 metra hædd, eru áinar upptornaðar, men lagra í vátveðri.

Náttúran
Hugtakið náttúra hevur stóra breidd. Náttúra er skapið á økinum, tað er samansetingin av elementunum gróður og grót, tað er vindur og veður, tað er avfall og áir, tað er upphav, tíð og árin.
Náttúra er margfeldni og skiftandi upplivingar, sum í samspæli skapa trivna fyri øllum livandi, plantum, djórum og menniskjum.

Tað er samspælið millum fjølbroyttu náttúru okkara og skiftandi veðri, sum ger tað serstakt at búgva her í landinum. Tí er tað skylda okkara at bera so í bandi, at vit eisini hava eina spennandi náttúru til okkara eftirkomarar, so teir velja at støðast í andglettinum.

Grøna ynskið
Tíðin talar fyri hóvligari orkunýtslu, minking av CO2-útláti og grønum rokniskapi. Tað er tí nærliggjandi, at vit sum balast í einum landi við so nógvum regni, nýta møguleikan at fáa gagn burtur úr vætuni, og at SEV, orkufelagsskapur okkara, við ídni virkar fyri at skaffa okkum grønan streym.
Í hesum royndunum at bøta um javnvágina, so størri parturin av framtíðar elorku okkara fæst frá varðandi orkukeldum, hevur SEV nú eisini stórar ætlanir um vatnorkuútbygging í Norðurstreymi og Vágum. So kunnu vit um nøkur ár kunnu sita og gníggja okkum í hendurnar, tí vit hava livað upp til almennu krøvuni um minking í CO2-útlátinum, men her lata vit meira fyri minni. Royndirnar í Norðureysturoynni eru ræðandi, tí vælferðarprísur skal valdast. Við amputeringini av áunum, er økið gjørt munandi fátkari, tað er vorið karakterleyst. Hendan mannagongd har missurin er so sjónskur, talar á ongan hátt fyri framhaldi eftir sama leisti, men heldur fyri framferð, har aðrar og minni sjónskar náttúrukeldur verða troyttar.
Um hesar minni sjónligu náttúrukeldur kunnu vinnast úr aldu, streymi, vindi ella øðrum, og um tøknin er generatorar, pumpuverk ella battarí, verður avbjóðingin hjá orkufelagsskapi okkara at finna út av. Sum nú er, er grøna hugsjónin vorðin synonym við fyrilitarloysi.

Politiska kósin
Spurningur kann setast við, hvussu væl ætlaðu vatnorkuútbyggingarnar sampakka við almennar málsetningar. Eitt nú hevur ST-felagsskapurin lýst júst 2010 at verða árið fyri lívfrøðiligum margfeldni, árið har kikarin verður settur á hóttar plantur og djór, og at kommunurnar, ið varða av høvuðsvíddini av ætlaða vatnorkuøkinum, nevniliga Sunda-, Vestmanna- og Vága kommuna saman við 13 øðrum kommunum, hálvan desember skrivaðu undir Grøna Skjalið, ið er ein yvirlýsing fyri burðardyggari samfelagsmenning, sum tryggjar lívsgrundarlag og góðsku fyri núlivandi og komandi ættarlið, og um ikki her eru divergerandi atlit.

Vit hava eisini landspolitikkarar, sum varða av náttúruvirðum okkara, og hava vit ikki øll skyldu til at ganga væl um.

Víðari framferð
Verður hugsað búskaparliga, so tekur tað nógv ár at forrenta vatnorkuíløguna.
Verður hesin veruleikin settur upp ímóti tøkniligu frambrotunum innan alternativa orkuframleiðslu seinastu árini, er stóri spurningurin, um vit skulu renna so á leistum, og um ikki tíðin arbeiðir við okkum soleiðis, at vit um fá ár kunnu seta inn við heilt øðrum orkukeldum. Hava vit júst tá framt stóru vatnorkuútbygginganar, sum nú liggja í kortunum, orka vit neyvan inn á alternativar leiðir.

Tí er at vóna, at politikkarar okkara og COP 15 luttakararnir, ikki einans síggja náttúru okkara sum eitt tilfeingi, men sum eitt varðveitingarvert aktiv til komandi ættir - So eiri Norðurstreym og Vágum.